Lýsing

Frá oljunýstlu til grøna orku

SEV setti sær í 2014 fyri, at øll el-framleiðsla í Føroyum skal vera grundað á varandi orkukeldur í 2030. Longu nú ber til at siga, at málið kann røkkast, tí stundum standa vatn og vindur fyri helminginum av el-framleiðsluni.

Mál eru eisini sett um, at húsarhald skulu leggja um til grøna orku, og at flutningur á landi skal gerast grønur við t.d. el-bilum. Haraftrat eru skip og flogfør ein stór avbjóðing, tí tey standa fyri nærum helminginum av oljunýtsluni.

Fleiri góðar grundir eru at leggja um til grøna orku. Oljan dálkar, og vaksandi útlát ávirkar veðurlagið. Varandi orkukeldur dálka ikki og minka um útlátið.

Jú meiri orku vit fáa burtur úr fossamegi, vindi og havstreymi, jú minni raka sveiggini í ojuprísum eisini føroyska búskapin. Í 2018 innfluttu vit heili 276.000 tons av olju fyri tilsamans 1,3 milliard krónur.

Royndirnar vísa, at oljuprísurin brádliga kann hækka nógv. Tað vita vit frá príslopinum í 2008, tá oljuprísurin rakk 100 dollarum fyri fatið í meðal. Ímynda vit okkum, at kostnaðurin í fjør var so høgur, hevði oljan kostað okkum 2 milliardir krónur.

Í løtuni togast ymsu aktørarnir á orkuøkinum um, hvussu orkuveitingin skal økjast, og stevið tykist ikki at vera tað besta, hóast viljin til grøn framtøk er góður.

Næstu árini krevst miðvís samskipan á orkuøkinum, og tann samskipanin eigur politiskt at verða framd við einum orku- og umhvørvismálaráði. Eitt orkuráð eigur eisini at verða umhugsað.

Avgerandi verður haraftrat, at øll húsarhald fáa nøktandi og óhefta kunning um grønar orkuloysnir og lagaliga atgongd til fígging, so øll kunnu leggja um til grøna orku.

Tjóðveldi vil, at el- og vetnisbilar skulu fáa fyrimun, og at mvg-frítøka skal víðkast til at fevna um allar grønar orkuskipanir og bjálving av sethúsum og bygningum.

Magni Arge, løgtingsmaður og valevni hjá Tjóðveldi

Magni Arge

Deil hesa grein umvegis
468 ad