Lýsing

Hvør hevur ábyrgd av heimleysum?

Tað við Hervør Pálsdóttir hava svar uppá, tí hevur hon sett Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur  fyrispurning

 

Fyrispurningur um ábyrgd av heimleysum, settur landsstýrismanninum í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur at svara skrivliga eftir TS § 52a

 

  1. Er nøkur ætlan at fáa staðfest við lóg, hvør myndugleiki hevur ábyrgd av heimleysum?
  2. Hvat verður gjørt fyri at hjálpa teimum, ið eru heimleys í Føroyum?
  3. Hvønn skulu heimleys venda sær til fyri at fáa ta hjálp, teimum tørvar?
  4. Hvussu nógv heimleys eru í Føroyum, og hvør telur við sum heimleysur?

Viðmerkingar:

Tað er einki nýtt í, at bústaðarneyðin í Føroyum er stór. Fleiri liva í konstantum ótryggleika, tí tey ikki hava fast tak yvir høvdið. Í Føroyum hava vit ikki lóg um heimleys, eins og tey hava aðrastaðni. Fleiri føroyingar uppliva, at eingin hjálp er at fáa, tá tey gerast heimleys, tí ábyrgdin ikki liggur hjá nøkrum ávísum myndugleika.

Tí verður hesin fyrispurningur settur, fyri at vita, hvør hevur ta ábyrgdina, tá fólk eru vorðin heimleys.

 

Á Løgtingi, 5. desember 2019

Hervør Pálsdóttir

Deil hesa grein umvegis
468 ad