Lýsing

Fáa næmingar fráveru fyri at vera heima vegna korona?

Nógv smitta av COVID-19 ger um seg í Føroyum hesa tíðina. Serliga eru tað børn og ung sum gerast smittað. Næmingar á miðnámi á Kambsdali og á Glasi vístu mánadagin á, at tey útseta seg fyri smittuvanda hvønn dag, tá tey møta í skúla. Á miðnámsskúlunum eru eisini nógvir næmingar, og tá møtast fleiri í bólki, enn almenna tilmælið á 50 fólk mælir til.
Frávera á miðnámi verður gjørd upp gjøgnum árið. Ov nógv frávera kann hava við sær, at næmingar verða koyrdir úr skúlanum.
Stúran um ov høga fráveru kann hava við sær, at næmingar, sum møguliga burdu hildið seg heima, ella sum áttu at latið seg kanna, møta í skúla.
Tí havi eg spurt Jenis av Rana, landsstýrismann, um næmingar verða skrivaðir fyri fráveru, um teir eru heima vegna koronu ella lata seg kanna fyri koronu. Eisini havi eg spurt um landsstýrið ætlar at frávera vegna koronu eigur verða góðtikin frávera og um tað yvirhøvur ber til at halda koronutilmælini á miðnámsskúlunum.
Hervør Pálsdóttir,
tingkvinna fyri Tjóðveldi
Deil hesa grein umvegis
468 ad