Lýsing

Sálarligur harðskapur skal kriminaliserast

Sálarligur harðskapur er niðurbrótandi og ein ógvuslig hóttan móti heilsuni hjá fólki. Einki slag av harðskapi kann góðtakast, heldur ikki sálarligur harðskapur. Tí eiga vit at kriminalisera sálarligan harðskap.

 

Fráboðanirnar til Kvinnuhúsið um sálarligan harðskap er vaksandi. Hóast vit hava fleiri hagtøl um sálarligan harðskap móti kvinnum, so eru tað eisini menn, ið verða útsettir fyri hesum. Tøl frá kanning, ið Almannamálaráðið hevur fingið gjørt saman við Lóður og Fróðskaparsetrið Føroya, vísa, at 19% av føroyingum hava verið úti fyri sálarligum harðskapi. 21% av kvinnum í Føroyum hava verið útsett fyri sálarligum harðskapi og 18% av monnum.

 

Oftari og oftari eru støður, har talan er um sálarligan harðskap einsæris – altso at kropsligur harðskapur ikki hevur verið til staðar. Tí hevur tað eisini ómetaligan týdning at fáa sálarligan harðskap kriminaliseraðan einsæris.

 

Í Noregi og Danmark er hendan broytingin gjørd, og tí er tað upplagt at hyggja eftir hvussu tey hava skipað mannagongdir og tílíkt. Sálarligur harðskapur kann verða trupul at prógva, men tað er ikki ómøguligt.

 

At kriminalisera sálarligan harðskap hevur týdning, men tað skal ikki standa einsamælt. Vit eiga altíð at arbeiða fyribyrgjandi fyri at minka um harðskap móti fólki, og vit skulu tryggja okkum, at tey, ið verða útsett fyri harðskapi, kunnu fáa hjálp. Tí er tað eisini gleðiligt, at vit hava fingið eina harðskapsmóttøku fyri kvinnur og menn.

 

Verði eg vald í løgtingið, so verður hetta eitt mál, ið eg ætli mær at arbeiða fyri, nú revsilógin skal dagførast.

Hervør Pálsdóttir, valevni fyri Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad