Lýsing

Vit kunnu ikki venda blinda eyga til

Eingin myndugleiki hevur yvirskipaða ábyrgd av heimleysum í Føroyum. Sostatt eru heimleys ikki einans heimleys. Tey eru eisini heimleys í tann mund, at tey ikki veruliga hava nakran myndugleika at venda sær til.

Tað mugu vit broyta. Í øllum okkara grannalondum er myndugleikaábyrgd av heimleysum sett, sum hevur við sær, at myndugleiki er at hjálpa teimum, ið enda á gøtuni. 

Løgtingið fekk í gjár og í dag høvi til at taka ábyrgd av heimleysum og taka støðu um uppskotið um myndugleikaábyrgd av heimleyum. Onnur viðgerð var í gjár (27. mai), og upprunaliga skuldi atkvøðast um uppskotið tá. Men tá á stóð, so var tingið ikki viðtøkuført, tí einans 16 tingfólk vóru til staðar. Tí hava vit atkvøtt í dag, og tíverri feldi samgongan uppskotið.

Vit hava ofta lyndi til at skapa eina glæstrimynd av Føroyum. Her hava øll tað gott, og eingin líður neyð.  Men soleiðis er støðan altso ikki. Vit hoyrdu í tíðindunum herfyri, at á B6 á Landssjúkrahúsinum merkja tey javnan avleiðingarnar av, at ongin hevur ábyrgd av heimleysum í Føroyum. Tey hava havt sjúklingar liggjandi í upp til eitt ár, tí annars verða sjúklingarnir útskrivaðir í heimloysi. Sjúklingarnir eru “strandaðir” á sjúkrahúsinum og hava onki privatlív. Teirra “heim” verður ein sjúkrahússong og eitt borð – enntá onkuntíð úti á eini gong. Álvaratos, tað er ikki í lagi. Vit mugu hava varandi loysnir til okkara viðbreknastu borgarar. Vit kunnu ikki venda blinda eyga til heimloysi í Føroyum

Vit mugu eisini taka bústaðarneyðina í álvara. Vit hava nógvar borgarar, ið ikki finna bústað, ið tey hava ráð at gjalda. Mong mugu flyta av landinum, tí tey í ov langa tíð hava búð í fyribils bústøðum. Fleiri búgva av náði hjá familju, vinum og kenningum. Tað vinnur eingin av. Uppskotið um at áseta myndugleikaábyrgd av heimleysum snýr seg um meira enn bara at byggja bústaðir. Tað snýr seg um ótolandi støðuna hjá mongum borgarum og um ein bústaðarmarknað, ið ikki er nóg fjøltáttaður og atkomiligur. At vera heimleys ella uttan støðugan bústað hevur eisini ringa ávirkan á børn. Tey hava ikki eitt trygt stað at vaksa upp í. Tey kunnu fáa keðiligt samband við síni foreldur. Og sannlíkindini fyri, at teirra lívsleið verður darvað, eru stór, serliga um fíggjarliga trupul kor eru partur av trupulleikanum. Vit eiga at bjóða øllum okkara børnum góðar sømdir og gera alt, vit eru ment, at tey ikki vaksa upp í heimloysi. Tað er ein av okkara týdningarmestu uppgávum. 

Føroyar eru ov ríkar, til at vit ikki kunnu veita heimleysum nøktandi hjálp. Føroyar eru eitt ríkt land, og ongin eigur at vera heimleysur. Vit mugu viðurkenna, at tryggur og góður bústaður er mannarættur. Tað hevur stóran týdning fyri børn, at tey hava eitt trygt og gott heim at vaksa upp í. Til tað krevst ein góður bústaður, og tað skylda vit okkara borgarum at taka í álvara.

– Hervør Pálsdóttir, tingkvinna fyri Tjóðveldi

Hervør Pálsdóttir

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X