Lýsing

Sjálvandi áseta tíma lágmark

Sum einasta kvinnuliga valevni fyri Tjóðveldi, búsitandi í Eysturoy, vil eg siga mína áskoðan um tað at áseta tíma lágmark fyri eitt nú dagstovnaøkið og eldraøkið.

 

Tað eigur at vera ein rættur, hjá eitt nú børnunum og teimum eldru, at hava ein góðan og lívgevandi gerandisdag. Fyri at tryggja hetta er neyðugt, at stovnarnir hava nóg mikið av starvsfólkum.

 

Nevndu økir liggja hjá kommununum at umsita, og fleiri kommunur tryggja longu góða starvsfólka orku, men hesi viðurskiftini eru ikki eins væl tryggjaði í øllum landinum. Tí er mín áskoðan hon, at Løgtingið við lóg eigur at áseta eitt lágmark fyri hesi økir. Endamálið við at áseta eitt lágmark, er fyrst og fremst fyri at trygga børnum og eldri góðar umstøður. Tað snýr seg eisini um at geva starvsfólkum á nevndu økinum góð arbeiðskor. Eitt lágmark er tó ikki nóg mikið, tí tað er eisini neyðugt, at viðgera møguleika fyri at seta fleiri tímar inn á økini. Eitt nú tá stuðuls- og røktartyngdin fer upp um ásett lágmark.

 

Eg havi áhuga fyri, at tryggja støðugar karmar hjá teimum starvsfólkabólkum, ið dagliga eru um tey, sum hava tørv á menning, hjálp og stuðli í gerandisdegnum. Eitt lágmark er eitt stig á vegnum, at tryggja góðan gerandisdag. Gott val.

 

Kristina Toftegaard Larsen, valevni á lista E

www.kristinatjodveldi.com

 

 

 

Kristina Toftegaard Larsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad