Lýsing

Betri eldralív

Politisk hevur verið tosa nógv um føroyska tilfeingi, – meint við fiskin vit liva av. Eg vil nú meina, at tað eru starvsfólk við “heitum hondum”, ið eru føroyskt tilfeingi – í hvussu er, eru tey okkara mest týdningarmiklasta tilfeingi tá umræður at lætta gerandisdagin hjá teimum borgarum, ið hava tørv á stuðli og hjálp í gerandisdegnum. Tað eru uml. 1.000 ársverk á eitt nú eldraøkinum. Einamest kvinnur, sum hvønn dag fara trúliga til verka fyri at lætta um gerandisdagin hjá eldru óhjálpnu borgarum í landinum. Hesi starvsfólk hava tikið á seg tann arv, ið onnur undangongu fólk, sum oftast kvinnur, hava røkt. Nevniliga at stuðla, hjálpa, røkja og spreiða gleði til ein part av eldra ættarliðinum.

 

Tað er eldra ættarliðið, ið hevur lagt lunnar undir okkara samfelag. Tað eru tey eldru, ið hava bygt land. Tey hava alt okkum upp, og tey hava givið sína arbeiðsmegi til føroyska samfelagið. Bæði á sjógvi og á landi. Eg vænti, vit øll eru samd í, at teirra partur liggur ikki eftir. Tey hava stríðst fyri, at bera okkara land og tjóð fram á leið. Eins og tað nú er litið okkum upp í hendur at gera. Tó er lagnan ikki altíð eins blíð við øll. Nøkur av hesum fólkum, í eldra ættarliðinum, hava nú tørv á at fáa hjálp fyri at megna gerandisdagin. Og tað er her at vit eiga at síggja tær “heitu hendurnar”, sum eitt tilfeingið. Eitt starvsfólka tilfeingi, ið hevur sæð týdningin av at løna teimum aftur, nú teirra árar vikna og tey rógva ímóti lívsins sólsetri.

 

Tað er ein politisk skylda mótvegis eldra ættarliðinum, til einhvørja tíð at raðfesta øllum eldri borgarum eitt gott lív, ikki minst teimum, ið hava tørv á stuðli og hjálp. Nú liggur økið hjá kommununum at røkja, og fleiri kommunur hava raðfest økið hægri enn aðrar, og tað skulu tær hava rós fyri. Men tað kann ikki vera rætt, at okkara eldra ættarlið skal liva undir ymiskum treytum, alt eftir hvar í landinum ein býr.

 

Í valskránnið hjá Tjóðveldi stendur,“at Tjóðveldi vil, at vit framhaldandi menna eldraøki til at taka støði í tørvinum hjá tí einstaka, og at hvør einstakur okkara fær eitt virðiligt og gott eldralív”.

 

Mín áskoðan er hon, at eitt komandi løgting eigur at taka hesa avbjóðing í størsta álvara, og saman við kommununum finna eina loysn fyri at tryggja øllum góð kor. Og tað merkir, at vit eiga at fáa enn fleiri heitar hendur inn á eldraøki.

 

Eg havi áhuga í at vit fáa eitt BETRI ELDRALÍV.

Kristina Toftegaard Larsen, valevni á lista E.

www.kristinatjodveldi.com

 

Kristina Toftegaard Larsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad