Lýsing

Føroyingar eiga fiskin

Sum kvinnuligt tjóðveldisumboð búsitandi í Eysturoy, ynski eg at bera fram mína áskoðan, um hvør eigur fiskin í havinum, og hvussu eg haldi, at fiskivinnan eigur at skipast. Henda greinin handlar ikki um menningarkvodur og uppisølu.

Eysturoyggin er eitt av kraftmiklastu fiskivinnuøkjum í Føroyum, og tað hevur avgerandi týdning fyri bygdir, býir og tað fólkið, ið her býr, at fiskivinnan kann virka og mennast. Ein góð og sunn fiskivinna, er við til at uppihalda land og okkum, ið búleikast í Føroyum. Tí eiga vit at geva fiskivinnuni støðugar karmar at virka undir, so tey kunnu vinna pening. Samstundis eiga vit eisini at tryggja, at landi fær pening fyri tað sjófeingi, ið Føroyar hava rættindi at veiða.

Mín áskoðan er, at fiskurin ið livir í sjónum, er fólksins ogn. Ert tú fødd/ur í Føroyum hevur tú ognarskap í fiskinum. Tað merkir, at tú og eg eiga okkara part av fiskinum, og at tey sum fiska, á ein ella annan hátt, eiga at gjalda nakað til landi, fyri at hava brúksrætt til at fiska.

Tjóðveldi hevur verið við til at framt eina nýggja fiskivinnuskipan, sum millum annað sigur, ”..at alt sjófeingi í havinum er ogn Føroya fólks. Tað merkir, at ongin fremmand tjóð, privat fyritøka, einstaklingur ella felagsskapir av nøkrum slag kunnu hava ognarrætt yvir føroyskum sjófeingi..”. Tað vil siga, at tann rættur, ið skip fáa at fiska, er ein rættur at leiga eitt fiskiloyvi í eina avmarkaða tíð.

Við nýggju fiskivinnu nýskipanini, fáa skip (reiðarí) 8 ára rætt til at fiska, og á hvørjum árið hava tey møguleika at søkja um at fáa longt fiskiloyvi. Mín áskoðan er, at tað eigur at vera ein sjálvfylgja, at sama meginregla eigur at galda í fiskivinnuni, sum í øðrum vinnum. Tað er, at tey, ið bera sína vinnu væl, eiga at kunna halda áfram, meðan tey, ið ikki fáa eina vinnu at bera seg, ikki eiga at fáa longt síni loyvir. Tað er Løgtingið, sum umsitur nýggju fiskivinnuskipanina okkara vegna, og sjálvsagt eigur Løgtingið at hava í huga, at fáa góðan vinning til Føroyar, so landi er ført fyri at hava tær tænastur, ið fólkið hevur tørv á. Eitt nú tænastur sum sjúkrahúsverk, almannaverk og útbúgvingar.

Tjóðveldi vil, at inntøkur frá brúksgjaldi, tað er leigugjaldi fyri at fiska, skal koma øllum fólkinum til góðar.

Kristina Toftegaard Larsen, valevni á lista E.

www.kristinatjodveldi.com

Kristina Toftegaard Larsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad