Lýsing

Tónleikur – eitt altjóða mál

Í gjár var fyrsti skúladagur í Tórshavnar musikkskúla og tey, sum eru so heppin at sleppa at ganga har, fingu í nýggjum glæsiligum hølum tímatalvuna fyri komandi skúlaárið.

Tey, sum ikki eru sloppin framat í musikkskúlaskipanini kundu í gjárkvøldið royna at tryggja sær eitt pláss á kvøld- og ungdómsskúlanum. Men er bíðirøðin long í musikkskúlanum, er ikki sørt frægari á kvøldskúlanum. At sleppa framat at melda til har krevur bæði tol og hepni.

 

Mítt ynski er, at øll børn í Føroyum fáa møguleikan at læra at spæla eitt ljóðføri. At duga at spæla eitt ljóðføri og lesa nótar er at samanbera við at duga at tosa og lesa eitt mál, sum allur heimurin skilur. Í tónleikinum ber til at siga, tað ein ikki kann seta orð á – at lata kenslurnar tala . Tónleikurin kann vera til stóra gleði og gagn eisini hjá teimum, ið hava serligan tørv og og sum mangan eru við skerdan lut, í samskiftinum við onnur. Í tónleikinum eru vit øll eins, og í samanspæli eru vit øll eins týðningarmikil. Vit hava dugnaligar tónleikarar og lærarar í Føroyum, so hetta er væl møguligt.

 

Eg vil áhaldandi virka fyri at menna musikkskúlaskipanina.

 

Katrin Kallsberg

Katrin Kallsberg

Deil hesa grein umvegis
468 ad