Lýsing

’Nærri framtíðini, hugsjón og planlegging’

Um vikuskiftið eru arkitekturardagar við hesi yvirskriftini. Dagarnir verða settir fríggjadagin 30.9, og alla vikuna hava børn og ung havt møguleika at luttaka á eini verkstovu um framtíðar arkitektur. Umframt framsýningar vera eisini temafundir um arkitekturpolitikk og landsplanlegging.

 

Nærri framtíðini

 

’How will the world look, when we are your age?’

Henda spurning fekk eg og fleiri hundrað onnur við mær í Norðurlandahúsinum týsmorgunin. Vit høvdu leitað okkum  hagar til stóru orkuráðstevnuna, sum SEV skipaði fyri. Heitið á ráðstevnuni 100 by 2030 sipar til stórfingnu ætlanina hjá SEV at tryggja, at 100% av el-orkunýtsluni á landi verður grøn í 2030.

Á stórskíggja sóu vit myndir av bergtakandi náttúru, men eisini ræðandi myndir av hvussu vit menniskju hava dálkað og oyðilagt náttúruna. Myndarøðin endaði við Svartafoss, har vit til optimistisku tónarnar hjá Teiti –’Hopefull’ – sóu fitt ung fólk hugna sær í vakra umhvørvinum. Tá myndarøðin endaði trinu hesi somu ungu fólkini inn á pallin og settu viðkomandi spurningar til salin.

’Hvussu fer verðin at síggja út, tá vit eru í tykkara aldri?’

Vert at hugsa um!

 

Hugsjón

 

’Vit hava jørðina til láns frá okkara eftirkomarum’

Vit kunnu vera við at ávirka hvussu verðin fer at síggja út um 20 – 30 ár , um vit ynskja.

Føroyar vera marknaðarførdar í ferðavinnuhøpi sum ódálkaðar, hóast  flest øll okkara sóu eitt bilvrak fyri og annað eftir rekast í náttúruni á skýggjanum, tá Dagur og Vika setti sjóneykuna á tað í summar. Vit sóu seinni hvussu fleiri av hesum vrakum vóru burturbeind, tíbetur. Hóast hetta rustaða jarnið sæst væl er onnur dálking av nógv størri týðningi. Vit kenna alt ov væl hvussu dálking frá fjarskotnum íðnaðarvirkjum hevur ávirkað okkara grind. Eisini veðurlagsbroytingarnar vísa hvussu økta CO2-útlátið í einum parti av heiminum kann ávirka aðrar partar av heiminum. Vit hava eina jørð, og tað er uppgávan hjá okkum øllum at fara væl um hana. Hóast ávísur skaði longu er hendur, kunnu vit minka um hann við í stórstan mun at velja grønar loysnir. Í samband við nýbyggingar er upplagt at hugsa grønt longu við tekniborðið, men vit onnur eiga eisini at eggjast til at leggja um til grøna orku. Sitandi samgonga hevur sett sær sama mál sum SEV, at øll elorka á landi í 2030 skal stava frá varandi orku. Eisini er málið at longu um 10 ár skal helvtin av øllum sethúsum og bygningum í Føroyum verða hitað við grønari orku. Tær avgerðir hvør einstakur okkara tekur í dag, kunnu hava ávirkan langt út í framtíðina. At kommunur og einstaklingar velja at rudda í náttúruni er sera gleðiligt, men ynskja vit at lata jørðina víðari í ’betri standi’ enn vit fingu hana er neyðugt eisini við meiri grundleggjandi broytingum.

Planlegging?

Arkitekturur hevur týðning!

Katrin Kallsberg

Katrin Kallsberg

Deil hesa grein umvegis
468 ad