Lýsing

Tosa um, at spæla við heilsuna!

Heilsan er ikki at spæla við verður ført fram av flokki, ið í útvarpssending lovaði privata heilsutrygging til allar landsins borgarar? Tosa um at spæla við heilsuna…

At lova øllum borgarum privatar heilsutryggingar fer heilt víst at hjálpa onkrum, ongin ivi um tað. Ført verður fram av teimum, ið hálova hesum privatiseringsátaki av okkara skattafíggjaða heilsuverki, at hetta fer at loysa seg fíggjarliga, tí fólk koma skjótt aftur á arbeiðsmarknaðin, heldur enn at vera sjúkraskrivað. Gamaní eru fleiri dømi um fólk, ið ganga sjúkraskrivað og bíða eftir viðgerð, men ein stórur partur av teimum, ið hava tørv á viðgerð í heilsuverkinum eru farin um pensjónsaldur. Hava tey ikki eisini rætt til skjóta viðgerð? Og um so er, hví nýta argumentið um at fáa fólk skjótt frísk og aftur á arbeiðsmarknaðin? Ein stórur partur av sjúklingum hava kroniskar sjúkur, sum krevja tætt eftirlit bæði hjá serlækna og kommunulækna. Hvussu ímynda privatiseringsforsprákararnir sær, at hesi betur kunnu hjálpast við privatari trygging?

Vit kunnu loyva okkum at hyggja eftir, hvørjar erfaringar onnur lond gera sær við at lata stóran part av heilsutænastunum til privat tryggingarfeløg. Í USA  hevur tað víst seg ikki at vera til gagns fyri teir sjúklingar, ið hava stóran tørv á heilsutænastum.

At lata øllum borgarum landsins privatar heilsutryggingar kemur tí sera sannlíkt at viðføra eitt verri tilboð til tann partin av sjúklingum, ið hava kroniskar sjúkur, og hava tørv á títtum eftirlitum.

Heldur enn at bjóða partvísa privatisering av heilsutænastum eiga vit áhaldandi at styrkja um heilsutilboðið í landinum. Í menningarætlanini fyri heilsuverkið eru týðandi amboð fyri at vit kunnu bjóða viðgerðartrygd í Føroyum.

Vit hava prógvað í verki seinastu fýra árini, at vit raðfesta sjúkrahúsverkið. Tí meðan aðrir flokkar siga seg vilja økja játtanina á sjúkrahúsverkinum við 30 milliónum, so hava vit økt játtanina við 50 milliónum árliga – also mugu vit bakka aftur í tíð, um vit skulu gera, sum hinir flokkarnir siga…

Viðgerðartrygd er ein umfatandi spurningur

Spurningurin um viðgerðartrygd er umfatandi og samansettur. Men tað er eitt mál hjá heilsuverkinum at virka fyri so stuttari bíðitíð sum gjørligt fyri allar sjúklingar. Fyri at røkka hesum er neyðugt at gera eitt útgreinandi arbeiði, so vit kenna fortreytirnar fyri, hvat tað er, sum skal til, fyri at vit kunnu koma spurninginum um viðgerðartrygd nærri. Tí mælti ein samd Trivnaðarnevnd til at heita á Landsstýrið at greina nærri fortreytirnar fyri viðgerðartrygd, so hetta kann verða sett í verk.

Heitt var á Landsstýrið at kanna og útgreina, hvussu ein slík skipan kann setast í verk og hvørjar fíggjarligar avleiðingar eru? Harumframt hvørjar fortreytir skulu vera fylgdar til tess at røkka málinum um viðgerðartrygd fyri allar borgarar?

Eisini var heitt á landsstýrið at leggja fram neyðug lógaruppskot í hesum sambandi.

Í menningarætlanini fyri sjúkrahúsverkið var eitt av átøkunum at seta eina felags visitatiónsskipan í verk og hetta er ein av fyrstu uppgávunum ein felags sjúkrahúsleiðsla skal loysa. Hetta er ein fortreyt fyri at fáa felags bíðilistar og harvið upplýsingar um bíðitíðir.

Vit hava eitt almennt heilsuverk, sum veitir heilsutænastur til okkum øll. Lat okkum heldur áhaldandi styrkja heilsuverkið, so allar viðgerðir, sum eru læknaliga forsvarligar at veita her, verða veittar í Føroyum. Vit skulu áhaldandi styrkja um kommunulæknatænastuna. Endurmenning/endurvenjing skal áhaldandi uppraðfestast. Og psykiatriska viðgerðartilboðið skal áhaldandi styrkjast eisini kring landið.

Og so havi eg als ikki nortið við fyribyrgingina av ymsu stóru sjúkubólkunum, sum heilt víst verður ein týðandi partur av heilsutilboðnum framyvir. Tí, heilsan er ikki at spæla við. Og privatisering er ikki vegurin fram.

Katrin Kallsberg
Valevni til fólkatingsvalið

Katrin Kallsberg

Deil hesa grein umvegis
468 ad