Lýsing

Grønari fiskifloti við LNG

LNG (náttúrugass) er ein uppløgd fyribils orkuloysn hjá okkara dálkandi fiskiflota, meðan bíðað verður eftir góðum grønum alternativum.

Gaman í er LNG eitt sonevnt fossilt brennievni, nær skylt við olju, men brenningin av gassinum er fleiri ferðir reinari, enn um talan var um tungolju ella disel.

Útlátið av CO2 er umleið 30 prosent minni, útlátið av køvievnis-bindingum (NOx) er 80 prosent minni, onki svávulútlát er yvirhøvur, og útlátið av sót er næstan onki.

Sum eg havi skilt tað, so hevur tað lítið upp á seg tøkniliga at skifta frá tungolju og disel til LNG. Størsta avbjóðingin er brennievnistangarnir, tí LNG er gass, sum má goymast undir trýsti fyri at vera flótandi.

Eisini hava ávísar avbjóðingar verið við eitt nú útláti av metangassi og óbrendum LNG, men tøkniligar loysnir eru funnar at basa hesum trupulleikum.

Málið er, at øll orkunýtsla á landi í Føroyum skal stava frá varandi orkukeldum í 2030, men at røkka sama máli fyri fiskiflotan tekur væl longri tíð. Hvussu langa tíð er ilt at siga, tí tøknin til tað er ikki til enn; í øllum førum ikki fyri prísir, ið nakar vinnurekandi hevur ráð at gjalda, um hann samstundis skal hava lønsaman rakstur í einum fiskiskipi.

Hugsandi verður tað okkurt slag av battarískipanum, sum verður framtíðar grøna orkukeldan hjá flestu skipum. Men slíkar skipanir, sum kunnu klára til dømis ein baldrutan trolaratúr undir Føroyum í 8-10 dagar uttan javnan at skula inn at løðast, eru einfalt ikki uppfunnar enn.

Tí kundi LNG verði ein frálíkur ljósagrønur løgasteinur á vegnum.

Ingolf S. Olsen
løgtingsvalevni fyri Tjóðveldi

 

Ingolf S Olsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X