Lýsing

Reiðarar skulu sjálvir gjalda síni rættindi

Uppboðssølu- og veiðigjald skal ikki kunna dragast frá avreiðingarvirðinum, áðrenn skipsmanningar verða avroknaðar.

Millum annað hesum fari eg av øllum alvi at arbeiða fyri, um eg verði valdur á ting á løgtingsvalinum komandi.

Stigið er neyðugt, um vit vilja praktisera eina uppboðssølu av fiskirættindum, har tey, ið ætla at bjóða, kunnu gera tað á jøvnum føti.

Manningarfeløgini gjørdu í vár semju um, at manningarnar skulu gjalda part av rættindunum, sum reiðararnir útvega sær á uppboðssølu.

Við semjuni var farið beint ímóti tí, sum lagt er upp til í nýggju lógini um fyrisiting av sjófeingi. Hon staðfestir, at tað eru rættindahavararnir sjálvir, sum skulu gjalda fyri síni rættindi. Og tað er eisini tað, sum bæði fiskimálaráðharrin, undirritaði og øll onnur í samgonguni hava skrivað og sagt upp í saman á Løgtingi og í almenna rúminum alt samgonguskeiðið á tamb.

Vit hava eisini fingið nógvar ákoyringar fyri ikki at halda okkara lyfti. Tað skilji eg væl. Tí sjálvt um vit veruliga halda okkum hava gjørt alt, fyri at manningarnar ikki vórðu drignar upp í uppboðssølugjald og veiðigjald, so mugu vit ásanna, at praksis var og enn er, at tær fáa part av rokningini.

Tí er neyðugt, at lóg um fyrisiting av sjófeingi verður broytt, soleiðis at forboð verður sett fyri at draga uppboðssølu- og veiðigjald av óbýttum. Ásetingin skal koma í gildi, tá galdandi manningarsáttmálar fara úr gildi 1. apríl 2020; harvið verður heldur ikki talan um nakað inntriv í ein galdandi sáttmála.

Vit vóru annars sannførd um, at sum lógin er orðað – og við tí, sum vit hava skrivað og sagt alment – so høvdu manningarnar øll tey løgfrøðiligu argumentini á síni síðu, um ein rættarlig avgerð skuldi takast í spurninginum.

Praksis er tó, sum nevnt, at reiðararnir draga uppboðssølugjald og veiðigjald av óbýttum, og tí eri eg ofta spurdur, hví vit ikki bara stutt og greitt settu tað í lógina, at reiðararnir ikki høvdu loyvi at fløkja uppboðssølu- og veiðigjald upp í avrokningarnar.

Svarið er, at tað eru tey – eisini í samgonguni – sum halda, at ein slík áseting hevði verið eitt beinleiðis inntriv í frælsa samráðingarrættin; eitt brot á prinsippið um, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum, í tann mun tað ber til, sjálvir skulu greiða síni viðurskifti.

Eg taki undir við tí prinsippinum, men eg havi ongantíð tikið undir við áskoðanini um, at tað hevði verið eitt inntriv í samráðingarrættin, um vit gjørdu eina klokkuklára lógaráseting í hesum førinum.

Tí, sum støðan er nú, vendir tað nevniliga beint øvugt: Reiðararnir brúka sáttmálan og eina sáttmálaósemju til at leggja seg út í lóggávuarbeiðið í Løgtinginum.

Teir trossa lógina og intensjónirnar í lógini við ávísing til eina gamla sáttmálaorðing og ein gamlan gerðarrættarúrskurð frá eini tíð, tá uppboðssøla í besta føri var eitt sera avmarkað undantaksfyribrigdi, og tá lógargrundarlagið undir fiskivinnuni og fiskirættindunum var eitt heilt annað enn í dag.

Men tað er kortini eydnast reiðarunum at ræða manningarfeløgini frá at standa við sín rætt.

Tað kann politiska skipanin kortini ikki góðtaka, tí stendur galdandi praksis við, ber ikki til at tryggja, at tey, ið bjóða upp á rættindi á uppboðssølu, eru javnsett – tey við hægsta býtisprosentinum kunnu turka mest av upp á manningarnar og fáa tískil ein fyrimun.

Tað kostar tó ikki reiðarunum eitt oyra at halda seg til lógina og ætlanirnar við henni. Teir verða bert noyddir at bjóða tað minni á uppboðssøluni.

Verður forboð sett fyri at draga gjøld fyri rættindi av avreiðingarvirðinum, áðrenn manningarnar verða avroknaðar, verður landskassin tí tann einasti “órættaði” í tí manøvruni. Landskassin fær nevniliga minni inn, tí prísurin á uppboðssøluni verður lægri. Men manningarnar sleppa undan at gjalda, uttan at reiðararnir av hesi orsøk skuldu gjalda meira.

Ikki at eg haldi, at landskassin og tess eigari, Føroya fólk, kemur í aðru røð, tá áhugamálini skulu vigast upp ímóti hvørjum øðrum.

Men í hesum málinum vildu vit knæseta prinsippið um, at tað er rættindahavarin einsamallur, sum rindar fyri síni rættindi. Tí tað er bara hann, sum hevur ræðisrætt yvir hesum rættindum, og – ikki minni – tí tað annars, orsakað av ymisku býtisprosentunum, ikki ber til at praktisera eina uppboðssølu við javnsettum keyparum.

Vit gjørdu tí av at strika tann partin av tilfeingisrentuni, sum er í hýrunum – tað er nevniliga ongin ivi um, at manningarnar eisini fáa sín part av tilfeingisrentuni.

Tilfeingisrentan er tað yvirnormala yvirskotið sum stendst av avmarkaðum rættindum at gagnnýta eitt avmarkað tilfeingi, og tað er henni og ikki vanliga yvirskotinum hjá reiðaríunum, sum farið verður eftir, bæði tá talan er um uppboðssølu og um veiðigjald.

Ingolf S. Olsen
løgtingsvalevni fyri Tjóðveldi

Ingolf S Olsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad