Lýsing

Arbeiðsviku á 45 tímar um vikuna

Hevði tú trúð, at ein stórur samfelagsbólkur í Føroyum í dag hevur eina vanliga arbeiðsviku upp á 45 tímar ella meira? Tað ljóðar heilt ótrúligt, nú vit kjakast um at stytta arbeiðsvikuna hjá okkum vaksnu, ha?

Um eg so sigi tær, at tað faktiskt er tann mest sárbæri samfelagsbólkurin, sum er til arbeiðis so nógvar tímar um vikuna, og at tey – fleiri hundrað í tali – ikki fáa tosað sína egnu søk?

Tað ER veruleikin í dag. Nógv av okkara børnum á dagstovnum hava eina fasta arbeiðsviku, sum er munandi longri enn arbeiðsvikan hjá foreldrunum.

Tá mamma og pápi bæði arbeiða 40 tímar um vikuna, sum rættiliga nógv gera fyri at fáa endarnar at røkka saman, so eru børnini eisini í vøggustovu og barnagarði hesar 40 tímarnar, umframt tíðina tað tekur hjá mammu og pápa at koma til og frá arbeiði.

Námsfrøðingar og hjálparfólk á dagstovnum kring landið vita, hvussu strævið tað kann vera at arbeiða á einum dagstovni 20, 30 ella 40 tímar um vikuna, serliga við nógvum larmi og gangi frá børnunum. Men vit kunnu bara gita um, hvussu strævið tað má vera hjá teimum smáu at vera har heilar 45 tímar um vikuna.

 

STYTTRI ARBEIÐSVIKU TIL VAKSIN OG BØRN

At stytta arbeiðsvikuna hjá foreldrum úr 40 tímum niður í 37 tímar um vikuna fer at gera stóran mun fyri familjulívið, og serstakliga fyri børnini.

Sjálvur eri eg nýliga fluttur úr Danmark til Føroya, og eri sostatt farin úr 37 tímum upp í 40 tímar um vikuna, og tað merkist sera væl. Ikki tí at produktiviterurin er størri, tí tað er hann ikki. Vit eru bara longri á arbeiðsplássinum, uttan í roynd og veru at fáa so nógv eyka burturúr seinastu tímunum.

Tí er tað serliga fyri børnini og famiuljulívið, at vit eiga at arbeiða fyri at fáa stytt arbeiðsvikuna.

Hetta er ikki lætt, og kann bara gerast í samráð við partarnar á arbeiðsmarknaðinum, men tað er heilt sikkurt rætt!

 

NIÐURSETTA TÍÐ Til BÆÐI FORELDUR

Fyri at fáa familjulívið at hanga betri saman í dag, velja nógvar familjur at annað foreldrið arbeiðir niðursetta tíð. Sum oftast er tað kvinnan, ið fer niður í tíð, ofta úr 40 tímum niður í 30 tímar.

Meðan hetta er gott fyri børnini, er hetta samstundis við til at skapa eina gjógv millum kvinnur og menn. Tí tá kvinnan fer niður í tíð, fær hon minni í løn og sparir samstundis minni upp til pensjón. Hetta stendur við í fleiri ár og soleiðis verður munurin á hvat menn og kvinnur spara upp til sína egnu pensjón størri og størri fyri hvørt ár.

Tí eiga vit eisini at gera eina smidligari skipan, har tað verður gjørligt hjá kvinnum og monnum at arbeiða niðursetta tíð í senn, og soleiðis deilia “kostnaðin” av at arbeiða niðursetta tíð. Í staðin fyri at maðurin so arbeiðir 40 tímar um vikuna og kvinnan 30 tímar um vikuna, kundu bæði maður og kvinna arbeitt 35 tímar um vikuna, meðan børnini eru undir skúlaaldur.

Sjálvsagt skal tað vera frítt hjá foreldrunum at velja, hvussu tey ynskja leggja familjulívið til rættis. Politiska skipanin skal tó gera tað gjørligt at gera hetta so smidliga sum gjørligt.

Tað gongur væl í samfelagnum, men vit hava eisini brúk fyri at tað skal vera eitt meira samhangandi og javnari samfelag, har tað er betri javnvág millum arbeiðs- og familjulív, og har børnini fáa meira tíð við báðum foreldrum.

Hetta er ikki lætt, og kann bara gerast í samráð við partarnar á arbeiðsmarknaðinum, men tað er heilt sikkurt rætt, serliga fyri børnini! Vit skylda okkara smáu børnum ein betri uppvøkstur, har tey ikki eru til arbeiðis 9 tímar um dagin.

 

Rógvi Nybo
Valevni fyri Tjóðveldi

 

Rógvi Nybo

Deil hesa grein umvegis
468 ad