Lýsing

Røða hjá Rógva Nybo á Doktaragrund 2021

Góðu fundarfólk

Hesin fólkafundur er fyri okkum øll, sum bera eitt brennandi ynski til einar frælsar, sjálvstøðugar og sjálvberandi Føroyar í hjartanum. 

Vit eru nógv, ið hava longsul til tann dag, tá staturin og republikkin Føroyar er veruleiki og eitt indiskutabult fakta – her heima og úti í heimi millum heimsins tjóðir.

Hesin fólkafundur er eisini fyri tykkum, ið hava ein farra av ynskinum um einar sjálvbjargnari Føroyar, har vit í størri mun enn í dag, taka avgerðir og gera avtalur í egnum navni. 

Møguliga er ein lítil – ella stórur ivi – hjá tykkum um at standa heilt á egnum beinum. 

Ein ivi, ið er væl til at skilja, tí tað er einki lítið tak at skipa egnan stat, at skula standa til svars fyri egnar avgerðir. At tora at standa saman við okkara meinlíku demokratisku tjóðum í Vesturheiminum, tá ágangur er á okkara virðisgrundarlag og eksistens frá harðrendum einaræðisharrum og ein-flokkastýrum, sum lítla ella onga virðing hava fyri fólkaræði, mannarættindum og mannalívum.

Hesin fólkafundur er eisini fyri tykkum, sum ivast í síðsta stignum úr tryggu og kendu ríkiskarmunum, men sum kortini ynskja meira sjálvræði og sjálvbjargni enn í dag.

Og fyri tykkum, sum ikki vita, um tit ynskja meira sjálvræði og sjálvbjargni, men sum hava ein áhuga í at hoyra meira. Um tey tøk, ið eru tikin, og hvørji tøk skulu takast, áðrenn vit kunnu stovnseta Føroyska tjóðveldið við fólkaræði í politiska, vinnuliga, sosiala og mentanarliga lívi landsins. Har einki útlendskt vald eigur nakran rætt til ræði og ognir í landinum. 

Og fyri tykkum, sum vilja hoyra um tey átøk, ið eru neyðug, soleiðis at heldur eingin einstaklingur ella serlig stætt eigur framíhjárætt til vald landsins og ognir.

Hesin fundur er opin og fyri øll, sum vilja lýða á. Óansæð um tit hava verið her fyrr ella eru her á fyrsta sinni. Og óansæð, um tit ynskja eina skjóta loysing – ella eina meira stigvísa tilgongd, til at standa á egnum beinum, búskaparliga og tá tað kemur til at stýra egnum viðurskiftum.

Til dømis, tá avgerðir um landamørk skulu takast, nú ein heimsfarsótt herjar. Ella tá avtalur skulu gerast í egnum navni – uttan danskar millumenn – um fríhandil og samstarv millum tjóðir, ella tá NATO ynskir ein hernarðarligan radara í Føroyum. 

Hesin fundur er fyri øll frælsisáhugaði!

Á Ólavsøku í 2008 stóð eg sjálvur her sum nývaldur næstformaður í Unga Tjóðveldinum og beyð vælkomin og lat orðið til røðararnar. 

Í dag standi eg her sum nývaldur aðalstjórnarformaður og næstformaður í Tjóðveldisflokkinum. Uppgávan nú, er at savna allar liðir í flokkinum. At styrkja felagsskapin og saman við øllum teimum nógvu góðu fólkunum kring flokkin, at fremja tær neyðugu broytingar, ið best kunnu brynja okkum til komandi val, soleiðis at vit styrkt kunnu taka við landsins leiðslu aftur! 

Og eg undirstriki, at tað er í Tjóðveldisflokkinum. Tí tað er har, eg ynski at vit aftur skulu vera og virka. Sum ein savnandi felagsskapur og flokkur fyri øll frælsisáhugaði, úr øllum ættum, verkaliga, landafrøðiliga, andaliga, í slektskapi. Tí er felagsskapurin sterkur, er flokkurin sterkur.

Hetta mál hava vit ikki í nóg stóran mun megnað seinastu 13 árini.

Síðani 2008, tá flokkurin fekk 23,3% av atkvøðunum, hevur flokkurin einki gott val havt. Í 2015 megnaðu vit at hála okkum upp á 20,7%, men til seinasta val fóru vit niður aftur á 18,1%, beint undir har, vit vóru í 2011, og her liggja vit framvegis. 

Hetta er ikki ein haldbær støða, skulu vit røkka aðalmálinum hjá Tjóðveldisflokkinum!

 

Sjálvrannsakan og at læra av egnum feilum er ein ógvuliga tung, men neyðug, gevandi og uppbyggjandi prosess. Og vit í Tjóðveldisflokkinum hava tørv á sjálvrannsakan.

Flokkurin hevur gjørt nógv gott og rætt. Men mistøk eru eisini gjørd. Skeivar avgerðir eru tiknar. Og flokkurin hevur í nógvar mátar málað seg upp í eitt horn.

Seinastu árini havi eg havt eina kenslu av, at vit í Tjóðveldi hava verið ov “frelst”. Ja so frelst í nógvum málum, at vit hava stygt fólk burtur, samstundis sum vit hava skert okkara samstarvsmøguleikar, og vit hava skert okkara egnu møguleikar at kappast við hinar flokkarnar á jøvnum føti.

Vit hava staðið so fast í nøkrum politiskum málum, at alt er gloppið okkum av hendi. Vit hava borið broddin í málum, sum skjilja sundur. Og vit eru farin so høgt upp á tann moralska hestin, at vit í heilum ikki sjálvi megna at liva upp egin krøv, tá tann praktiski, pragmatiski politikkurin skal útinnast í verki. Tað snýr seg um at brúka snildi og at tora at gera tað skitna og harða arbeiðið, sum skal til.

Ynskja vit úrslit í politikki – og úrslit er tað einasta, ið kann brúkast til nakað sum helst – er øgiliga týdningarmikið, at vit kunnu vera pragmatisk, snild og semjusøkjandi tvørtur um øll flokksmørk. Bara tá koma vit tættari aðalmálinum.

Í okkara politiska retorikki hava vit brúkt so nógv krút, at roykurin stendur ramur frá okkum, upp á at vera ósamd við fólk um síðsta stigið í tilgongdini, sum er sjálva loysingin, at vit ikki megna at finna hvønn annan í semjunum, sum liggja á leiðini hartil.

Semjur um at vera sjálvberandi, búskaparliga og politiskt, semjur um yvirtøkur av málsøkjum, lutvíst og heilt. Semjur um týdningin av at fáa størri rásarúm til at gera avtalur um samstarv og handil við lond og samgongur av londum. 

 

Tað finnast nógvir føroyingar, sum hava eitt ynski um meira, um enn tey ikki hava eitt so gløðandi ynski og ein longsul til tann dag, tá staturin og republikkin Føroyar er ein veruleiki og eitt indiskutabult fakta, heima og úti.

Tað eru hesar semjurnar, vit skulu dyrka.

Skulu vit aftur vaksa sum flokkur – og tað skulu vit – og skulu vit taka stór tøk á leiðini móti føroyska tjóðveldinum, mugu vit byggja brýr til allar flokkar, og taka tær semjur, sum flyta okkum fram á leiðini.

Politiska tjóðskaparliga landslagið er við at broytast nú, eftir at hava verið fastlæst í longri tíð. Tvørtur um næstan allar flokkar síggjast nú størri møguleikar enn vansar í, at vit arbeiða við at yvirtaka málsøki og niðurlaga ríkisveitingina. Møguleikin fer skjótt at bjóða seg aftur, at fáa eitt breitt samstarv um júst hesi tingini upp á beinini.

Vit skulu tá ikki vera so frelst, at vit skiljast um, at tað ikki gongur nóg skjótt.
Nei, vit skulu tá vera pragmatisk og snild. Og vit skulu søkja semjurnar um so nógv sum yvirhøvur gjørligt, júst so langt, at eisini tey ivasomu megna at fylgja við. Tí skulu vit koma á mál, mugu øll vera við, ella fer tjóðin í tvíningar.

Eg eri sannførdur um, at jú fleiri tøk vit taka á leiðini, lættari verður tað at sannføra tey ivasomu, at tað veruliga ber til at rógva allan teinin.

Eg kann gott stilla meg at rópa og geyla um loysing her og nú, men tað sannførir ongan! Í so máta er politikkur so øgiliga líkur religión. Eru vit ov ágangandi og prædikandi fyri øðrum, um ein svart/hvítan heim við antin himmali ella helviti, vekir tað andstygd og tey venda okkum bakið.

 

Eins og hesin fólkafundur er fyri øll, fyri tey ivasomu, fyri tey áhugaðu og fyri tey frelstu, soleiðis ynski eg eisini at Tjóðveldisflokkurin aftur verður ein flokkur og ein felagsskapur fyri øll…

Høg og lág

Stór og smá

Mann og kvinnu

Í hvørjari vinnu

Tey, ið bera brek

Tey, ið eru skeg

Sjúk og gomul

Kom nú, øll somul

Fyri okkara minstu!

til høgru og vinstru

Vit byggja brýr

til einhvønn, ið trýr

At í Føroyum,
skulu føroyingar ráða

Tá skulu vit málinum náa!

Takk fyri at tit lýddu á
og eina framhaldandi góða ólavsøku!

Rógvi Nybo

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X