Lýsing

Fólkatingssessirnir skulu brúkast til at arbeiða fyri okkum

Sjúrður Skaale og Christian Andreasen hava eitt áhugavert og avdúkandi kjak koyrandi um, hvat teir vilja brúka føroysku fólkatingssessirnir til.

Sjúrður Skaale vil nýta sessin til m.a. at halda ráðstevnur og lýsa gongd í haga og fosturtøkutølini í Føroyum. Christian Andreasen vil ikki hoyra talan um, at sessurin skal brúkast til at halda ráðstevnur um gongd í haga ella fosturtøkutølini.

Valið millum Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin stendur tí millum at brúka sessirnar til einki ella til at gera partsinnlegg í mál, vit sjálvi eiga at loysa.

Eitt nógv betri boð er at brúka sessirnar fult út og til fyrimun fyri okkum øll! Til at umboða okkara áhugamál, geva okkum ávirkan á øll føroysk viðurskifti og til at tryggja, at ongar týðandi avgerðir verða tiknar um Føroyar uttan um Føroyar.

 

Har valdið liggur, skulu vit til arbeiðis fyri okkara áhugamálum

Á Fólkatingi verða avgerðir tiknar um føroyskan uttanríkis- og verjupolitikk. Har skulu vit vera og tala harðliga at, tá avgerðir verða tiknar um Føroyar uttan at Føroya Løgting sleppur at siga sína hugsan. Sum t.d. tá radarar skulu setast upp og føroyskir firðir skulu fyllast við kjarnorkuriknum kavbátum.

Fólkatingið hevur í hesari setuni tikið málsøki aftur til Danmarkar, ið longu vóru yvirtikin. Nú ræður Fólkatingið brádliga aftur yvir, hvønn veitara Føroya Tele sleppur at brúka, og hvør sleppur at kortleggja føroyska havbotnin. við grundgevingini, at tað er trygdarmál fyri ríkið.

Á Fólkatingi verða avgerðir tiknar um føroyska loftrúmið. Har skulu vit vera og tryggja, at okkara áhugamál eisini verða røkt, ikki einans tey donsku. Loftrúmið kann stýrast úr Føroyum, geva inntøkur í Føroyum og skapa størv og servitan í Føroyum. Sjálvandi skulu vit tað!

Á Fólkatingi verða avgerðir tiknar um føroysku landamørkini, tá farsóttir leika á. Vit skulu tryggja, at okkara áhugamál verða hoyrd og tala at, tá avgerðir ikki tæna føroyskum áhugamálum og ynskjum.

 

Ávirkan heldur enn gjald fyri vald

Fólkatingssessirnir smakka okkum í Tjóðveldi sera illa – vit vilja jú helst at vit sjálvi ráða á øllum viðurskiftum.

Men fakta er, at vit eru enn partur av danska kongsríkinum, nógv vald liggur enn í Fólkatinginum, og tveir sessir standa tøkir til føroyska umboðan. Tí eiga vit at brúka teir til at arbeiða fyri føroyskum áhugamálum á Fólkatingi, einki annað.

Fólkatingið tekur ikki avgerðir um føroyska vælferð. Men Fólkatingið tekur enn avgerð um nógv mál, sum hava beinleiðis ávirkan á okkara lív og virkan í Føroyum.

Mítt boð er, at sessirnir skulu brúkast fult út til okkara fyrimun, til at tala okkara søk og fáa ávirkan í øllum málum, sum Fólkatingið ræður yvir, og sum viðvíkja Føroyum. Einki annað.

Heldur ikki til at taka gjald til hissini verkætlanir aftur fyri vald.

 

Rógvi Nybo
Tjóðveldi

Rógvi Nybo

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X