Lýsing

Sex krevur samtykki!

Nýggja reyða stjórnin í Danmark hevur sett sær fyri at innføra eina samtykkigrundaða neyðtøkulóg. Hetta er longu galdandi í m.a. Svøríki, Onglandi, Portugal, Skotland, Týsklandm og Belgia. Hetta eiga vit eisini at gera í Føroyum.

Ein samtykkigrundað neyðtøkulóg broytir hugburðin um neyðtøku. Í núverandi revsilóg er tað at rokna sum neyðtøka: Tá ein noyðir ein annan til samlegu við harðskapi ella hóttan um harðskap, ella tá ein skaffar sær samlegu við at nýta annan ólógligan tvingsil. Fáa vit eina samtykkigrundaða neyðtøkulóg so merkir tað, at sex uttan samtykki verður roknað sum neyðtøka.

Amnesty hevur gjørt eitt miðvíst arbeiði fyri at broyta hugburðin um, at sex uttan samtykki er neyðtøka. Hetta haldi eg sjálv hevur eydnast teimum væl. Men vit skulu eisini síggja handling, og tað gera vit við at innføra eina samtykkigrundaða neyðtøkulóg.

Tá ein neyðtøka fer fram kann tað kenda, at offrið frystir og ikki fær gjørt mótstøðu ella sagt frá. Tí eru ásetingarnar í revsilógini heldur ikki í samsvar við tann veruleika, sum hendir, tá neyðtøkan fer fram. Ein lóg, ið byggir á, samtykki frá báðum partum er tí eitt gott útgangsstøði til eina betri framtíð fyri neyðtøkuoffur. 

Summi vilja verða við, at ein lóg sum hendan fer at viðføra umvenda próvbyrðu. Men so er ikki. Tað, sum ein slík lógarbroyting hevur við sær er, at man broytir hvat ein neyðtøka er. Í hesum førinum frá harðskapi og tvingsli til at sex krevur samtykki. Tað verður enn ákæruvaldið, ið skal prógva, at samtykki ikki var til staðar, og ikki tann ákærdi, ið skal prógva, at tað var. 

Ein samtykkigrundað neyðtøkulóg staðfestir, at sex krevur samtykki, og at sex uttan samtykki ikki er sex, men neyðtøka. 

Tí vil eg, at vit seta eina samtykkigrundaða neyðtøkulóg í gildi í Føroyum, og hesum fari eg at stríðast fyri á Føroya Løgtingi.

Hervør Pálsdóttir,

Løgtingsvalevni Tjóðveldis

Deil hesa grein umvegis
468 ad