Lýsing

Kropslig og sálarlig heilsa javnsetast!

– fólk við sálarligari sjúku skulu hava eins rættindi til hjálp, ið fólk við kropsligari sjúku hava.

Sálarsjúka er størsta fólkasjúkan í nýggjari tíð, og tí má økið eisini raðfestast meir. Hagtøl frá Bedre Psykiatri vísa, at tað eru fleiri fólk, ið líða av sálarligum avbjóðingum, enn tað eru fólk sum m.a hava krabbamein, diabetes og hjartasjúkur. Donsk tøl vísa eisini, at talið av fólki sum eru í samband við psykiatriina er hækkað dupult so nógv seinastu árini, sum talið av fólkum við kropsligum sjúkum er, men enn verður sálarsjúka og psykiatriin raðfest munandi minni.

Meiri upplýsing og minni stigma

1 útav 4 verða rakt av sálarsjúku einaferð í lívinum. Tað er tí eisini mest sannlíkt, at flestu av okkum ávirkast av sálarsjúku onkursvegna, antin á egnan kropp ella sum avvarðandi, men enn er stigma ein stórur trupulleiki í gerandisdegnum hjá fólki við sálarsjúku. Ein kanning hjá Danske Regioner vísir, at 92% av øllum fólkum við eini sálarsjúku hava verið úti fyri einum ella øðrum formi fyri negativum missmuni ella eru viðfarin øðrvísi grundað á teirra sjúku. Ein stór orsøk til at nakað er stigmatiserað, kemst av manglandi vitan, og tí er tað umráðandi, at vit kunnu tosa opið saman um sálarsjúku og sálarheilsu. Næstan tveir triðingar av fólki við sálartrupulleikum leita sær ongatíð hjálp fyri tað. Tað kemst millum annað av stigma og diskriminatión, og eisini tí at hjálpin kann gerast so kostnaðarmikil. Við at tosa opið hjálpir tað ikki bert teimum í hava eina sálarsjúku, men eisini fólki, sum eru í vandabólki og avvarandi, og kann elva til at fleiri leita sær hjálp. Komið tí og tosið meira um sálarheilsu! Hetta hevði eisini verið við til at avstigmatisera sálarsjúku, tí vit tíðliga í lívinum gjørdist von við at snakka um heilsu, sum sálarheilsu og kropsliga heilsu.

Meiri upplýsing krevst eisini, og tað er týdningarmikið at hon kemur so tíðliga sum gjørligt, tí at kanningar vísa at umleið helvtin av øllum sálarsjúkum vísa seg áðrenn 14 ára aldurin og 75% áðrenn 24 ára aldurin.

Eitt nú kundi sálarfrøði verið koyrt á tímatalvuna í fólkaskúlanum, so at ung eru kunnað um evnið so tíðliga sum gjørligt. Hetta hevði eisini verið við til at avstigmatisera sálarsjúku, tí vit tíðliga í lívinum gjørdist von við at snakka um heilsu, sum sálarheilsu og kropsliga heilsu.

Sálarligar og kropsligar sjúkur skulu javnsetast!

Føroyska vælferðarsamfelagið og heilsuverkið er eyðkent við at tað ikki kostar nakað at gerast sjúkur og at sleppa til lækna. Hetta er ein týðandi hornasteinur í javnstøðu, lívskvaliteti og fyri at øll kunnu fáa somu góðu hjálp, líkamikið hvat tú tjenar.

Tó fyriheldur tað seg ikki eins, um tú eitt nú verður rakt/ur av tunglyndi ella angisti, ella hevur tørv á sálarfrøðihjálp. Brúkaragjaldið elvir til stóran sosialan mismun um, hvør hevur ráð til at leita sær hjálp og hvør ikki hevur. Í løtuni er tað so, at heilsutrygd rindar fyri 40% av sálarfrøðiviðgerðini um tú lýkur eitt av teimum 9 ávístu treytunum. Um tú ikki lýkur hesi krøv, ja so mást tú rinda alt sjálv, og tað kann ikki verða rætt! Fólk, ið hava tørv á hjálp, skulu fáa hjálp.

At javnseta sálarligar og kropsligar sjúkur hevur stóran týdning fyri at framyvir tryggja góða heilsuviðgerð í Føroyum. Ein byrjan kundið verið at fólk yngri enn 35 fingu rætt til sálarliga hjálp ókeypis. Arbeiðsbólkurin, sum Heilsumálaráðið hevur sett at gera tilmæli um skipan við ókeypis sálarfrøðiligari viðgerð, mælir eisini til hetta. Vónin er tí, at hetta tilmælið verður tikið í álvara og sett í verk.

Vit skulu hava so góðar skipanir sum gjørligt at lofta teimum, ið tørva hjálp. Ein bráfeingismóttøka fyri fólk við sálarligum sjúkum hevði tí hjálp teimum, ið tørva bráfeingishjálp. Sum nú er gongur ofta ov lang tíð til hjálpin fæst. Tað er tí eisini at gleðast um, at fyrireikandi arbeiði til hesa bráfeingismóttøku er sett í gongd.

Komandi valskeið skal sálarheilsa uppraðfestast, soleiðis at sálarheilsa verður javnsett við kropsliga heilsu.  Hesum fari eg at arbeiða fyri, verði eg vald í Løgtingið!

Hervør Pálsdóttir,

Løgtingsvalevni Tjóðveldis

Hervør Pálsdóttir

Deil hesa grein umvegis
468 ad