Lýsing

Løkke til Føroya at stríðast fyri sambandskreftunum

Sambandsfólk, sum jú eru ógvuliga væl umboðað í øllum flokkum uttan Tjóðveldi, plaga at harta tjóðveldisfólk fyri at reka fullveldisstríð á danatingi. Tað stríðið skal takast í Føroyum, siga tey, og halda seg tá hava sagt ein sjálvsagdan sannleika, sum tippir alt og øll. Sjálvt um uppáhaldið er tað reina møsn. Tí fullveldisstríðið skal sjálvsagt standa á øllum vígvøllum, sum fullveldisfólk sleppa á, og tá serliga á teimum vígvøllum, har mótparturin av øllum alvi verjir sítt vald yvir føroyska fólkinum. Tað er ein sjálvsagdur sannleiki.
Og Løkke tykist halda tað sama, tó at politiska málið er tað øvugta, nú hann kemur til Føroya í einari desperatari roynd at bjarga onkrum petti í einum hugsaðum parlamentariskum grundarlagi fyri framhaldandi donskum stjórnarvaldi eftir fólkatingsvali.
Munurin er bara, at Tjóðveldi, í tann mun tað slepst undan tí, hvørki hevur hug ella ætlar sær at leggja seg beinleiðis út í danskan innanríkispolitikk.
Danski forsætisráðharrin kemur hinvegin higar fyri beinleiðis at leggja seg út í føroyska valstríðið og føroyskan politikk. Tað er hansara søk, hann skal vera vælkomin.

Eg havi álit á, at føroyskir veljarar duga so frægt á at skyna, at teir ikki lata seg tøla av hesi valherferðini í Føroyum, sum danski stjórnarleiðarin er farin undir.

Besta og einasta rætta svarið er at velja E grundlógardagin danska.

Ingolf S. Olsen
Fólkatingsvalevni

Ingolf S Olsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad