Lýsing

Framsøgurøða til 1.viðgerð av fyrisiting av sjófangi

Framsøgurøða Ingolfs, nú fyrisiting av sjófangi er til 1.viðgerð í tinginum

Harra formaður

Eftir eina drúgva tilgongd eru vit loksins farin undir endaligu politisku viðgerðina av einari fiskivinnunýskipan.

Ein fiskivinnunýskipan, sum øll hava bíðað eftir. Summi í ótolni eftir at fáa eina ítøkiliga skipan at fyrihalda seg til, onnur í vónini um, at hon ongantíð varð veruleiki.

Tað er tó kanska nakað misvísandi at kalla hetta eina drúgva tilgongd, tí í veruleikanum hevur hon verið átta ár ov stutt. Tí hon skuldi sjálvsagt verið byrjað beinanvegin, tá verandi fiskivinnuskipan varð søgd upp av Bjørn Kalsø, táverandi fiskimálaráðharra, í 2007. Í staðin hendi onki ítøkiligt, fyrr enn henda samgongan tók við fyri skjótt tveimum árum síðani.

Men lat tað fara.

Síðani henda samgongan tók við, hevur fiskivinnunýskipanin fylt nógv á politisku dagsskránni. Prosessin hevur verið umfatandi, og stórur dentur hevur verið lagdur á, at partarnir skuldu hoyrast væl og virðiliga. So ongin skal siga, at hetta verður skrumblað ígjøgnum.

Hetta seinasta hálva árið hava samráðingar verið við andstøðuflokkar í eini roynd at røkka einari breiðari semju. Hetta bar tíverri ikki á mál.

Í allari samráðingartilgongdini eru mørk flutt, so tað at enda eisini var neyðugt hjá samgonguni at rætta kumpass og seta síni egnu mørk av nýggjum, um eg so má siga, í mun til upprunauppskotið, sum varð sent til hoyringar 6. mars.

Úrslitið var ein samgongusemja 24. apríl, sum saman við upprunauppskotinum bleiv til uppskotið, sum vit nú viðgera.

Hvussu er hetta avkomið so, sum tað eftir eina heldur baldruta viðgongutíð eydnaðist samgonguni einsamallari at fáa undan sær? Síðani semjan varð almannakunngjørd í tíðindaskrivi um mánaðarskiftið, hevur verið ein javnur streymur av skotsmálum í miðlunum, bæði teimum etableraðu tíðindamiðlunum og ikki minni í teimum sosialu miðlunum

Hetta uppskotið til nýggja fiskivinnulóggávu er á summum økjum kanska ikki heilt so ambisjøst, sum onkur kundi hugsað sær, men tað rúmast væl innan karmarnar, sum eru stungnir út í kortið í samgonguskjalinum, og ongin ivi skal vera um, at við nýskipani, sum nú er í væntu, verða stór fet tikin rætta vegin:

  • Fiskivinnunýskipanin fer at tryggja, at ognarrættur Føroya fólks til alt tilfeingið í føroyskum sjógvi og í fremmandum høvum, har vit eiga fiskirættindi, er varðveittur.
  • Hon tryggjar, at øll veiðirættindi bert kunnu vera á føroyskum hondum – útlendskur ognarskapur skal burtur úr veiðiliðnum.
  • Hon tryggjar burðardygga veiðu við umsitingarætlanum fyri ymisku høvuðsfiskastovnarnar og veiðureglu fyri, hvussu nógv verður fiskað úr teimum.
  • Hon skal stimbra undir størst møguliga virðisøking í Føroyum av veidda fiskinum.
  • Hon tryggjar, at tilfeingisrentan verður tikin inn í felags kassan.
  • Hon tryggjar, at nýggir aktørar kunnu bjóða seg fram, tí 25 prosent av rættindunum at veiða sild, makrel, svartkjaft, botnfisk í Barentshavinum, botnfisk á Flemish Cap og botnfisk í Eysturgrønlandi verða seld á uppboðssølu, umframt at partur av nógv hækkaðu sildakvotuni verður settur av til royndar- og menningarkvotur.
  • Hon tryggjar, at manningarnar verða løntar eftir sáttmálum við føroysku manningarfeløgini.
  • Hon staðfestir, at tað altíð er rættindahavarin, sum skal gjalda fyri veiðirættindini.

Hetta fyri at nevna nøkur av stóru framstigunum við fiskivinnunýskipanini. Og hesi framstigini eru øll hjartamál hjá Tjóðveldi, og sum Tjóðveldi allan vegin hevur hildið rimmar fast um.

Tey tvey seinastu punktini, sum eg nevndi – at manningarnar skulu lønast eftir sáttmálum við føroysku manningarfeløgini, og at tað altíð er rættindahavarin, sum skal gjalda fyri rættindini –  fegnist et serliga um.

Tí betrað atgongd hjá nýggjum aktørum at gagnnýta okkara felags tilfeingi skal ikki verða ein opin hurð til sosiala dumping við løtuvinningi fyri eyga, og tí tað fyri mær ongantíð hevur verið nakar ivi um, at tað er tann, sum hevur ræðisrættin á kvotum og fiskidøgum, sum eigur at gjalda fyri hesi rættindi.

Men tey flestu skotsmálini frá andstøðuni og áhugabólkum og -fólkum uttantings hava verið rættiliga atfinningarsom. Tað verður skotið við skørpum. Hetta var sjálvsagt væntandi, tí ágangurin hevur frammanundan verið øgiligur ímóti hesum ókenda, sum so nógv – øll tann politiska andstøðan, at kalla øll vinnan og stórur partur av fakfelagsrørlsuni –  kortini søgdu seg kenna allar avleiðingarnar av, nevniliga at føroyska fiskivinnan vissuliga fór at verða avhøvdað.

Tað hevði helst eisini verið í so nógv at vænta, at allir spádómarnir um landsins bráa undirgang í einum handarbragdi fóru at verða umorðaðir til lovprísan av fiskimálaráðharranum og samgonguni.

Tó so, ikki alt er vorðið kolldømt. Okkurt kann brúkast, halda fleiri, tó at ongin uttanfyri samgonguna enn hevur sagt seg vera til reiðar at keypa allan pakkan.

Kanska vera tó fleiri um hann enn bara samgongan, tá avtornar. Tí vituligt vil samgongan enn sum áður fegin hava eina breiðari semju. Men tað verður sjálvsagt innanfyri teir karmar, sum nú eru settir í innanhýsis samgongusemjuni, og sum ERU implementeraðir í uppskotinum frá landsstýrismanninum, sum vit viðgera nú.

Sjálvandi er samgongusemjan væl brúkilig.

Hon hevur lýti, treyðugt so, tí ongin fær alt, tá ein semja skal røkkast. Men hon er absolutt onki neyðaregg. Hon er tað, hon verður kallað – ein nýskipan, ein reformur.

Ein kundi sjálvsagt eisini nevnt, at nýskipanin gevur verandi aktørum sera lagaligar treyttir við tað, at teir varðveita rættin at fiska 75 prosent av øllum fiskatilfeinginum. Men tað eru ikki øll, ið halda hetta vera nakað at reypa sær av.

Kundi sjálvsagt eisini sjálvur hugsað mær okkurt øðrvísið.

Til dømis skulu bara 20 prosent av veidda fiskinum seljast um uppboðssølu. Ráddi eg einsamallur, skuldi verið 100 prosent ella í minsta lagi 60 prosent.

Antitrust-mørkini eru eisini ríkiliga høg, tá hugsað verður um atgongd til nýggjar aktørar og miðsavnan av rættindum. Men 17,5 prosent av øllum og 20 prosent av ávikavist botnfiskinum undir Føroyum, botnfiskinum á fjarleiðum og uppsjóvarfiskinum er tó til at liva við.

Eisini harmist eg um, at tilfeingisgjaldið á kvotur/rættidni, sum ikki verða seld á uppboðssølu, eftir uppskotinum skal ásetast við støði í roknskaparligum normalbruttovinningi og ikki við støði í uppboðssøluprísinum.

Hetta ger, at fortreytirnar hjá teimum, sum bert kunnu keypa sær rættindi á uppboðssølu, ikki eru tær somu sum hjá teimum, sum eisini hava søgulig rættindi við tilfeingisgjaldi.

Vónandi og væntandi fara tilfeingisgjald og uppboðssøluprísur tó at fylgjast nøkulunda at. Hendir tað ikki, má skipanin endurskoðast hesum viðvíkjandi. Tað ber eisini til rættiliga skjótt at fáa rættað týðuligar skeivleikar, tí skipanin skal eftirmetast hvørt ár.

Samanumtikið hava verandi aktørar minst orsøk at vera ónøgdir. Ongin hevur mist nakað, tí ongin eigur bara automatiskt framíhjárætt til nakað sum helst á nýggjárinum. At verandi aktørar sleppa at varðveita sítt virkisgrundarlag, er eitt politiskt val. Ein politisk avgerð. Men eisini ein røtt avgerð.

Men Tjóðveldið segði í valstríðnum, og tað verður eisini sagt í samgonguskjalinum, at teppið ikki skuldi hálast undan verandi aktørum.

Tað vildi eisini verið bæði skeivt og órættvíst at gjørt tað, sjálvt um øll í útgangsstøðinum hava vitað, at ongin hevur nakran tryggjaðan rætt fram um onnur til veiðirættindi frá og við 1. januar 2018 at rokna.

Tí reiðaríini, sum í dag hava veiði- og fiskiloyvi, eru ikki bert til orsakað av hesum søguligu rættindum, men sanniliga eisini orsakað av áræði, dugnasemi og nýmenning. Tað vildi verið ein vanlukka bara at víst hesum dugnaligu vinnulívsfólkum durafjórðingin og latið teirra førleikar og dugnasemi farið fyri skeyti.

Tó hevur tað verið ørkymlandi í allari prosessini fram ímóti nýfunnu semjuni, at so nógv orð og so nógv orka er brúkt upp á at spenna 20 trygdarnet undir tey, sum frammanundan eru best fyri at vera við, eisini um alt tilfeingið skuldi verið selt á uppboðssølu, meðan minni orka og væl færri orð eru brúkt upp á at taka hond um tann partin av vinnuni, sum veruliga trongir til eina hond, nevniliga heimaflotan – botnfiskaflotan á føroyagrunnunum.

Tí skal heimaflotin í fokus nú. Tí tað ber sjálvandi væl til at gera ábøtur og lætta um hjá tí partinum av flotanum, eisini eftir at fiskivinnunýskipanin er sjósett.

 

 

 

Ingolf S Olsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad