Lýsing

Hava dugnaligt vinnulív – men ynskja meiri !

 

Í Vági er ikki vinnuloysi, tvørtur ímóti hava okur í Vágs kommunu eina røð av sera dugnaligum vinnufyritøkum innan fleiri ymiskar vinnugreinar. Fleiri av fyritøkunum eru tær einastu av sínum slagi í Føroyum. -Og okur eru eisini sera stólt um, at okur hava dugnalig vinnulívsfólk, sum tora at ganga aðrar leiðir og ikki minst hava áræði og dugnaskap at skipa soleiðis fyri, at framleiðsla kann verða her á staðnum arbeiðsfólki og bygdini at frama.

Okur hava fleiri spennandi fyritøkur á havnalagnum í Vági. Á norðara havnalagnum er m.a. Grønatúgva við landingarmiðstøð og framleiðslu av turrum fiski, Holva Fish við minkafóðri, Bakkafrost við laksi, og Faroese Apama við turkaðu høvdum. Innan jarn og smiðju vinnuna hava okur kring fjørðin m.a. Rock Trawldoors, Tangavirkið, Vágs Skipasmiðja, og Faroe Maritime Technic, sum allar virka á havnalagnum..

Hóast dugnaligt vinnulív á havnalagnum, so ynskja okur sjálvandi meiri virksemi, ikki minst tí rúm er fyri øktum virksemi. Keikantur og vinnuøkir eru tøk til vinnuna. Stór framleiðslu- og frystiorka er tøk á keiini, so møguleikar eru heilt greitt til staðar.

Hesi seinastu fýra árini hevur Vágs kommuna eisini brúkt stóra orku uppá at skunda undir at størri virksemi á havnalagnum í Vági. Orka er t.d brúkt uppá at fáa útlendsk skip at umskip veiðu, uppá oljuvinnuna og í mun til ferðamannaskip, umframt at kommunan hevur sæð tað sum eina týðandi uppgávu at verða viðspælari hjá vinnulívinum á staðnum.

Eitt tað feskasta dømi um virkna leiklutin hjá Vágs kommunu fyri at skunda undir vinnuligari menning her á staðnum, er alivinnan, har eigaraviðurskiftini vóru broytt fyrr í ár. Greitt er, at okur á staðnum kunnu als ikki liva við, at aling á okkara firðum ikki førir við sær avleitt virksemi á sláturvirki á landi. Tí hava okur eisini yvirfyri landsmyndugleikinum kravt, at loysn verður funnin fyri alivinnuna í Suðuroynni, sum tryggjar arbeiðspláss á sláturvirkinum í Vági – og fara okur heldur ikki at góðtaka aðra loysn!

Kommunurnar í Suðuroynni eiga eisini í felag at krevja av landsmyndugleikunum, at stóra økingin í pelagisku kvotunum í 2017 (uml. 25% í makrelkvotuni, og 100% í silda- og svartkjaftakvotuni) føra við sær, at økið í landinum, sum ikki hava pelagisk loyvir, fáa tillutað partar av øktu kvotunum. Tað er heilt natúrligt, at Suðuroyggin fekk tillutað ein part av øktu kvotunum, sum liður í einum landspolitikki at virka fyri javnari menning kring alt landið.

 

Vinnumennara- og samskipara

Tað er ein sannroynd, at tað er avbjóðandi at skunda undir menning av nýggjum vinnum, tí hetta krevur eina samanrenning av góðum hugskotum, ótroyttum møguleikum, ágrýtnum vinnulívsfólki og váðafúsum kapitali. Men kommunan eigur og skal heilt greitt verða ein viðspælari í at stuðla undir menning av verandi vinnum, eins væl og kommunan skal verða ein virkin viðspælari, tá nýggir vinnuaktørar og nýggjar vinnur vísa áhuga í at koma til Vágs.

Spurningurin er, um tíðin ikki er komin til at Vágs kommuna, saman við vinnuni, setur í starv ein vinnumennara og -samskipara, sum skal til uppgávu m.a. at stuðla undir menning av verandi vinnum, at skunda undir at nýggir vinnuligir aktørar koma til Vágs, og at nýggjar vinnur verða stovnaðar í Vági.

Ein vinnumennari og -samskipari átti eisini at havt sum uppgávu at verða eitt sterkt bindilið millum kommununa og vinnulívið, soleiðis at kommunan altíð verður ein virkin viðspælari hjá vinnulívinum.

Í hesum sambandi er tað eisini spurningurin, um ikki nevndarskipanin hjá Vágs kommunu eigur at verða tillagað í samband við einari uppraðfesting av leiklutin hjá kommununi á vinnuøkinum, soleiðis at Havnanevndin verður broytt til at verða ein Havna- og Vinnunevnd.

Greitt er, at kommunan eigur og skal hava frammaliga á dagskránni at virka fyri vinnulívið her á leiðini hevur best gjørligar umstøður, og kommunan eigur eisini at verða ein virkin viðspælari í menning av verandi og nýggjum vinnum.

 

Dennis Holm, borgarstjóri

X við DENNIS HOLM á LISTA E

Dennis Holm

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X