Lýsing

Ein gyltur møguleiki fyri smápláss og útjaðaran

Fyri smáum 22 árum síðani varð nevnd sett at skriva Útoyggjaálit, sum skuldi verða grundarlag undir at skapa menning á útoyggj og á smáplássum, sum ikki høvdu góða vegatkomu til meginøkið. Hetta var eisini byrjanin til Útoyggjafelagið, har eldsálir og fólk á útoyggj ár um ár stríðast fyri at bøta um korini á útoyggj og smáplássum.

Tá hugsað verður um avbjóðingarnar í gerandisdegnum á útoyggj og á smáplássum, so ivast man onkuntíð um vit búgva í sama landi. Ting, sum verða tikin fyri givið í meginøkinum, hava verið trupul í gerandisdegnum á útoyggj. Við tíðini hevur stríðið hjá Útoyggjafelagnum loyst ein part av avbjóðingunum, hóast vit enn ikki eru komin á mál við øllum.

Millum størstu avbjóðingarnar er manglandi arbeiðspláss og arbeiði, ikki minst til fólk við útbúgving. -Har er skipanin við adressuleysum størvum ein loysn (lesið tað greinina her: https://www.tjodveldi.fo/?p=12251).

Onnur loysn fevnir um at skapa nýggjar vinnuvegir – og har hava eldsálir seinastu árini eisini hugsa nýtt og er m.a. matframleiðsla, matíverksetan og ferðavinna vorðin partur av gerandisdegnum á útoyggj og í smáplássum.

Tað er krevjandi at byggja upp nýggjar framleiðslur og menna nýggjar vørur, tí skulu vit eisini hjúkla um íverksetan og skapanarhug og gera smidligar skipanir, ið gera tað einfaldari at seta virkir á stovn og at reka vinnu. Eisini eiga vit at lækka MVG’ið á føroyska framleiðslu.

Annar táttur í at byrja nýggjar framleiðslur er fíggingarmøguleikar, sum eigur at verða gjørdur einfaldari fyri smá vinnurekandi í útjaðaranum. Avbjóðingin við samferðslu og flutningi er eisini heilt ítøkiligir í summum økjum – og er hetta eisini eitt mál, sum eigur at verða loyst saman við Útoyggjafelagnum.

Fyri smápláss og útjaðaran eru nýggju vinnurnar ein gyltur møguleiki til at skapa eitt sterkari grundarlag fyri at virka og liva í økjum, sum man er góður við og vil búgva í. Politiska skipanin skal sjálvsagt stuðla undir hesum við smidligum skipanum, sum eggja til nýhugsan og meir-framleiðslu av dygdargóðum føroyskum matvørum okkum øllum at frama.

 

Dennis Holm

Valevni fyri Tjóðveldi

 

 

Dennis Holm

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X