Lýsing

JACOB VESTERGAARD SVARAR IKKI

Góði Jacob!

…Spurdi tykkum herfyri, um tit taka undir við, at havtilfeingið er ogn Føroya fólks, um tit taka undir við, at fiskivinnan skal vera á føroyskum hondum, og um tit taka undir við, at privata spekulatiónin við fiskiloyvum skal halda uppat.

Tú svarar ikki spurningunum í greinini ”Teir útvaldu.”

Vit hava eina púra greiða ætlan um at steðga privatari sølu av fiskiloyvum, sum eru til láns frá tí almenna. Gevast fólk í vinnuni ella leggja virksemið stilt, so skulu loyvini fella aftur til eigaran, sum er Føroya fólk.

Vit hava eina púra greiða støðu um, at øll loyvir skulu verða verandi á føroyskum hondum, so frumrættindini til tilfeingið ikki gleppa okkum av hondum. Vit kenna øll søguna um t.d. Vesturvón og tann sorgarleik, tað var fyri Sørvág sum fiskivinnubygd.

Sama søga kann endurtaka seg fyri Føroyar, um vit ikki staðfesta greitt, at loyvini skulu vera á føroyskum hondum.

Vit hava eisini eina púra greiða støðu um, at vit skulu virðisøkja mest møguligt í Føroyum, og tí skal alt í land her.

Vit hava somuleiðis eina greiða støðu um, at tilfeingisgjøldini skulu í ein búskapargrunn, sum kann stuðla upp undir eina javnari fíggjarlóg yvir fleiri ár – heldur enn at knýta fíggingina av vælferðartænastunum at skiftandi gongdini í fiskivinnuni.

Ein tílíkur búskapargrunnur skal umsita fiskiloyvini vegna landsstýrið við tí endamáli at fáa sum mest burturúr fyri samfelagið.

Vit hava yvirhøvur onga ambitión um at niðurlaða føroyskt virksemi, sum stendur uppi í dag og virkar væl. Vit vilja nettupp hava meira burtur úr føroyska virkseminum og samstundis lata fleiri fáa høvi at bjóða seg fram.

So einaferð aftrat, Jacob!

Tekur tú undir við, at fiskurin er ogn Føroya fólks? Tekur tú undir við, at fiskivinnan skal vera á føroyskum hondum? Tekur tú undir við at steðga privatu søluni av fiskiloyvum? Og tekur tú undir við, at tilfeingisgjøldini skulu í ein búskapargrunn?

Magni Arge

Deil hesa grein umvegis
468 ad