Lýsing

Ein uppgáva, ið landið eigur at taka á seg

Tað verður sagt, at eitt samfelag skal mátast eftir, hvussu tað fer við sínum veikastu borgarunum.

 

Veruleikin í okkara samfelag í dag er, at tann hjálp, ið eitt offur fyri kynsligum ágangi kann fáa, er grundað á sjálvboðið arbeiði og eldsálir, ið brenna fyri at hjálpa teimum víðari í lívinum.

 

Veruleikin er tann, at tað finnast nógvir føroyingar, ið hvønn dag liva við seinfylgjunum av kynsligum ágangi, og felagsskapurin Kris hevur ikki møguleika at røkka teimum øllum vegna vantandi fígging til fakfólk við viðkomandi útbúgving, t.d. sálarfrøðingar.

Seinfylgjur av kynsligum ágangi kunnu leiða til, at menniskju gerast óarbeiðsfør, fáa tunglyndi ella á annan hátt ikki fáa liva lívið til fulnar.

 

Tað eigur ikki at vera neyðugt í einum vælferðarsamfelag, at hjálpin til hesi menniskju nærum bert skal verða grundað á sjálvboðið arbeiði, ella at menniskju við seinfylgjum ikki sleppa til sálarfrøðing vegna vantandi fígging.

 

Eg vil arbeiða fyri, at tað skal verða ein sjálvfylgja í Føroyum, at eitt menniskja, ið hevur upplivað kynsligan ágang sum barn, skal fáa alla neyðuga hjálp og stuðul at koma víðari og reisa seg aftur eftir slíka hending.

Eg vil gera alt, eg kann, fyri at vit kunnu skapa tryggar fíggjarligar karmar um tað kempi arbeiði og áræði, ið liggur aftanfyri ein felagsskap sum Kris, ið átekur sær at berjast fyri, at øll tey, ið eru merkt av kynsligum ágangi sum børn, skulu fáa røttu hjálpina, soleiðis at tey ikki verða merkt av seinárinum seinni í lívinum.

 

 

Um tú ynskir eina sterka rødd í løgtingið, ið vil:

 

1.               Arbeiða fyri at herða revsingina fyri kynsligan ágang ímóti børnum

 

2.               Arbeiða fyri at økja fíggingina til felagskapir sum t.d. Kris, ið veita

sálarliga hjálp til tey, ið eru rakt av kynsligum ágangi

 

So set krossin við Biritu á Løgmansbø Bláhamar

Løgtingsvalevni fyri Tjóðveldi

 

 

 

 

 

Birita á Løgmansbø Bláhamar

Deil hesa grein umvegis
468 ad