Lýsing

Eitt frælst fólk í einum frælsum landi

Eg havi játtað at stilla upp til løgtingsvalið 1. septembur av tí einfaldu orsøk, at eg havi nakað uppá hjarta og haldi meg kunna geva nakað aftur til samfelagið, eg eri uppvaksin í.

 

Eg eri gift og eigi 4 børn, ið eru 17, 14, 11 og 1 ára gomul. Eri útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og arbeiði hjá Sjúkraflutningstænastuni á Landssjúkrahúsinum.

 

Fyrst og fremst brenni eg sjálvandi fyri, at Føroyar skulu gerast ein fræls og sjálvstøðug tjóð, har fólkið hevur valdið, og javnrættindi eru fyri allar borgarar.

Harumframt eru nøkur mál, ið eg meti hava stóran týdning at fáa framd.

 

Ja til kærleikan

 

Tað skal ongin ivi vera um mína støðu til at dagføra hjúnabandslógina.

Eg vil arbeiða fyri at fáa hjúnabandslógina broytta skjótast gjørligt, soleiðis at samkynd kunnu velja at ganga saman í hjúnaband, eins og eg og onnur hinskynd hava møguleika til. Hetta er fyri meg ein sjálvfylgja, at tvær/tveir, ið elska hvønn annan, skulu hava møguleika at giftast, um tær/teir ynskja tað.

 

 

1 ára barsilsloyvi

 

Eg vil arbeiða fyri at fáa longt barsilsloyvið til eitt ár við løn. Vit mugu bjóða okkara minstu eitt samfelag, har vit virðismeta pinkubarnatíðina og hjúkla um tey og ikki eru noydd at koyra tey út úr fjálga heiminum í ansing longu sum 7 mðr. gomul. Harumframt eigur barsilsloyvið at fara til familjuna, sum so hevur suverenan rætt at leggja tíðina til rættis, sum tað passar teirra ynskjum og familjumynstri best.

 

Herda revsing fyri seksuellar brotsgerðir ímóti børnum

 

Eitt mál, sum liggur mær hjartanum nær, er at arbeiða fyri at fáa hert revsingina fyri seksuellar brotsgerðir ímóti børnum. Eg vil stríðast ótroyttiliga fyri at fáa eitt samfelag, har revsingin avspeglar brotsgerðina, soleiðis at barnið ikki stendur sum tann revsaði parturin, sum tað tíverri ofta er í dag. Harafturat má og skal skil fáast á, hvussu sakirnar verða fylgdar upp, soleiðis at dømdir brotsmenn/kvinnur ikki ganga leys í mánaðir og bíða eftir, at revsingin skal byrja, og í tí tíðarskeiðinum møguliga gera seg inn á fleiri børn.

 

 

Hesi eru bert nøkur av nógvum málum, ið eg vil leggja nógva orku í at fáa framd. Eg havi ein brennandi áhuga í samfelagsmálum og ynski at fáa ávirkan til at kunna broyta viðurskifti, ið trongja til broyting, og vera við til at skapa teir karmar, ið skulu til fyri at fáa menniskjaligan, sosialan og fíggjarligan vøkstur í okkara vakra land, Føroyar.

 

 

Birita á Løgmansbø Bláhamar

løgtingsvalevni fyri Tjóðveldi

Birita á Løgmansbø Bláhamar

Deil hesa grein umvegis
468 ad