Lýsing

Sea Shepherd skal lóggevast úr Føroyum

Tað er bert at gleðast um, at vit hava eina grindalóg, sum gevur okkum og politinum nakrar heimildir í samband við grindadráp, ið ger tað lættari at seta inn ímóti Sea Shepherd, tá tey blanda seg uppí grindadráp.

 

Men tað er als ikki neyðugt, at fráboðanarskyldan í samband við grind skal umfata ferðafólk, ið eru komin til okkara vakra land at ferðast.

Mær vitandi hevur ongantíð verið nakar trupulleiki her í landinum av, at fólk ikki boða frá, tá tey síggja grind.

Og um eitt ferðafólk sær eina grind og hevur hug at boða frá, jamen, so er tað eisini í lagi.

Men at noyða øll at boða frá við hóttan um fongsulsrevsing er bara ikki í lagi og skaðar Føroyar sum ferðavinnumál.

 

Tað, sum er umráðandi í samband við grindadráp og tað hóttan, ið Sea Shepherd er ímóti okkum, ið her búgva, er at verja okkum við at bannað Sea Shepherd at yvirhøvur koma inn í landið, tá tey klárt og týðiliga hava boðað frá frammanundan, at tey ætla at bróta landsins lógir og ætla at leggja uppí okkara aldargamla grindadráp.

 

Tað er vanliga best at lata talufrælsi koma øllum til góðar, og hava vit eisini strekt okkum langt fyri at tryggja Sea Shepherd teirra rætt at verða ósamd við okkum um grindadráp, men markið fyri, hvat vit sum fólk skulu lata um okkum fara, er langt síðan rokkið.

Vit hava fingið prógvað, at Paul Watson og hansara fjepparar als ongan áhuga hava í dialogi við føroyingar, men tvørturímóti hvønn dag føra einsíðugt verbalt kríggj ímóti okkum og okkara siðmentan á alnótini.

 

Tað er alt ov galið, at vit føroyingar skulu noyðast at hava verjuskip og skjóttgangandi politibátar rundanum okkum, meðan vit fara í grindadráp, umframt politistar á sandinum.

 

Latið okkum heldur verja okkum við lóggávu, ið syrgir fyri, at hesir terroristar als ikki fáa møguleika at leggja seg uppí okkara grindadráp.

 

Útspillingin av okkum á alnótini og verbalu hóttanirnar ímóti okkum og okkara børnum fer allarhelst at halda áfram, og tað fáa vit ikki gjørt so nógv við, men vit fáa syrgt fyri, at Sea Shepherd ikki fær sett fótin á føroyska jørð ella bátar í føroyskt havøki, og hetta vil eg arbeiða fyri.

 

Birita á Løgmansbø Bláhamar

løgtingsvalevni fyri Tjóðveldi

Birita á Løgmansbø Bláhamar

Deil hesa grein umvegis
468 ad