Lýsing

Sólvit misnýtir hagtøl

Sólvit, tú misnýtir hagtøl – vónandi ikki við vilja.  Eg kenni væl “tíni” hagtøl, sum ikki kunnu brúkast í hesum samanhangi. Eitt dømi: tú slært upp á hagstova.fo og velur 2014, Heilsu- og almannaverk, Eysturoyar sýsla og fært at vita at t.d. 663 fólk fáa sína løn frá “Heilsu- og almannaverkinum”. Tað sigur bara einki um, hvar tey 663 fólkini arbeiða – ein fittur partur arbeiðir kanska á Landssjúkarhúsinum í Tórshavn.

Og tað er hetta, tú byggir tíni prosenttøl á. Tað haltar alvorliga við logikkinum. Eg vóni hetta er eitt mistak og ikki bevíst talmanipulatión. Øll tín argumentatión fellur til jarðar, tí tú gert hendan systematiska feil í tínum skeiva roknistykki.

Tølini, sum eg ikki kenni, men sum eg framvegis leiti eftir, eru: Hvussu nógv almenn arbeiðspláss finnast í t.d. í Tórshavn í mun til íbúgvaratalið í Tórshavn (eg spyrji ikki hvussu nógvir eysturoyingar hava almenn størv í Havn). Tað eru tey tølini, eg vil hava á borðið.

Mín varhugi er framvegis, at tey almennu størvini hanga munandi tættari í Havn enn t.d. í Eysturoyar sýslu. Tað er hetta Sólvit, sum tú skalt fyrihalda seg til – og ikki hatta talfiflaríið, sum ikki lýsir sjálvt málið.

Tað er prinsippið – javnrættur til almenn størv – sum eg royni at draga fram, og sum tú roynir at snúgva tær uttanum. Tú sigur, at har er eingin ójavni – men hann er har. Trupulleikin er bara tann, at tú vilt ikki síggja hann.

Góði Sólvit – “bardagin” er byrjaður – kom til hjálpar við teim røttu tølunum, so vit fáa gjørt nakað við javnrættin til almenn arbeiðspláss.

Við javnrættiskvøðu

Jógvan í Skorini, valevni fyri Tjóðveldisflokkin

Jógvan í Skorini

Deil hesa grein umvegis
468 ad