Lýsing

Tjóðveldisfólk norðan fyri Hórisgøtu – reisist!

Nú mugu vit taka okkum betri partar fyri. Tað hjálpir ikki at grenja um, at tey suðuri á landi eru so yvir frísinnað, akademisk og politisk korrekt, og vit eru so hóvlig. Tað hjálpir heldur ikki at taka synd í okkum sjálvum og vænta okkum “menningarhjálp” úr miðstaðarøkinum. Plantasjupengar frá Edmundi bjarga heldur ongum landi.

At einki tjóðveldisumboð er á tingi norðan fyri Hórisgøtu í løtuni, er snøgt sagt armóð og skríggjandi órættvísi.

Vit mugu sjálvi vakna og minnast okkara egnu tjóðveldiskempur, sum sjálvar brutu sær slóð. Kommunulæknin og hugsjónarmaðurin í heimbygd míni, Petur Reinert, langaði nevan í borðið, syfti seg við fólksins stuðli inn á ting og steðgaði ikki, fyrr enn hann var komin heilt fram í stavn. Tingmaður fleiri ár og landsstýrismaður frá 75 til 79. Petur var politikari og reiðari.

Reiðari ljóðar kanska sum ókorrekt tjóðveldissjargong, men sannleikin er, at vit øll – eisini reiðarin – skulu leiða Føroyar fram á sjálvbjargnisleið.

Einsíðug kriminalisering av vinnulívsfólki er yt  og ein grovur politiskur roknifeilur.

Góðu tjóðveldisfók – tað sum bar til tá, tað ber framvegis til. Hin bygdarmaðurin Hans Jakku Ellingsgaard (undir Brekkuni, missionerurin) megnaði tað eisini. Á tingi frá 62 til 70. Og undan honum skilamaðurin, Olaf Ellingsgaard, frá 54 til 58. Hetta eru bara trý dømir hiðani av Eiði. Hvat eigur ikki at bera til í øllum hinum bygdunum: Jógvan í Vestmanna, Niklái og Øssur í Kollafirði, Signar í Fuglafirði, Fredrik í Søldarfirði, Heini úr Kunoy, Finnbogi og Johan úr Klaksvík og fleiri við teimum.

Jú víst ber tað til.

Tjóðveldisfólk haldið saman og verið rúmlig – tað ber til at vinna aftur tað, vit einaferð áttu.

X við lista E

X við Jógvan í Skorini

 

Jógvan í Skorini

Deil hesa grein umvegis
468 ad