Lýsing

Fiskimálaráðið og Vinnumálaráðið flytast

Visti tú at, man skal hitta 32 norðurjydar fyri at finna ein í almennum starvi, men at tú bert skalt hitta 12 kjøbinhavnarar fyri at finna ein í almennum starvi. So spyrji eg, hvussu nógvir íbúgvar munnu vera pr. alment starv í Eysturoynni og í norðoyggjum í mun til í (kon)Tórshavn? Kenni ikki ítøkiliga svarið enn, men eg eri bangin fyri at sama myndin ger seg galdandi.

Tað er ikki rímiligt, at almenn størv hanga tættari í trøunum í Havn enn t.d. í Eysturoynni ella Klaksvík. Tað er blóðskeivt, at hesin ójavnin skal halda fram og bara vaksa. Eg meini so – heldur man, at allir borgarara skulu hava jøvn rættindi, so skal javnrætturin til almenn størv virðast – um alt landið. Hesin ójavni skeiklar livilíkindini hjá eini heilari oyggj, og tað skal tað gerast okkurt við.

Hvat gjørdi tað um Fiskimálaráðið lá í Klaksvík, í sjálvum fiskivinnuhøvuðsstaðnum og Vinnumálaráðið lá á Skálafjørðinum, í sjálvum olju- og alivinnuhøvuðsstaðnum?

Føroyar verða meiri og meiri samanknýttar og skjótt eru Viðoy, Kunoy, Borðoy, Eysturoy, Streymoy, Vágoy og Sandoy at meta sum ein býur. Hugsið tykkkum, at tað skjótt fer at vera styttri úr Havn til Runavíkar enn úr Lyngby inn á Ráðhúsplássið. Vit liva øll í sama býi, og tí eru allar grundir til at venda suðurrákinum, ongantíð ov skjótt. Skansaprojektið í Havn er dømi um stuttskygda vanahugsan. Tað finnast havnir uttan fyri Havnina. Petur Reinert tosaði mangan um avtofting. Hann gjørdi nakað við tað, og tí vendi gongdin.

Javnan verður andøvt í móti at flyta fyrisitingarligar eindir frá miðøkinum til útjaðaran, og tað kann hava sínar skilagóðu grundir, MEN, tað sum eg vísi á er, at miðøkið er vaksið og “uttanfyri Havnina” er ikki útjaðari longur.

Eg vil berjast fyri javnrætti – eisini til almenn størv.

Jógvan í Skorini

Deil hesa grein umvegis
468 ad