Lýsing

Saman byggja vit Føroyar

Góðu Sjúrður!

Eg havi størstu virðing fyri tær og øllum øðrum føroyingum, sum hvønn dag mynda og menna okkara samfelag. Eg kundi eisini sagt, at eg elski bæði land og fólk við øllum teimum lepum, sum hanga við.

Hetta er ein hin vakrasti bletturin á jørð, hóast tilveran onkran vetrardag er myrkari, enn eg brýggi meg um. Eg gleðist hvønn dag um framstig í Føroyum, hóast mær ikki hóvar alt, sum her hendir.  Tá tú velur at vera partur av einum felagsskapi, mást tú eisini virða, at alt verður ikki skorið eftir tínum leisti. Soleiðis eru felagsskapir, og soleiðis er fólkaræðið.

Drívmegin at mennast

Lagt varð í beinini á mær sum hjá so mongum øðrum, at vit skuldu halda fram at byggja land, har forfedrar okkara sleptu. Flestu okkara vilja halda hesa leiðina, men sum árini ganga, tykjast sjálvsøgdu grundirnar at stríðast fyri sínum tjóðskapi at fána, tí vit halda, at alt er í tryggum hondum, og tí vit hugsa meiri sum einstaklingar og minni sum partur av eini tjóð.

Hetta er spell, tí júst savningarmegin í felags stríðnum at byggja land og laga grundina undir framtíðina er sjálv drívmegin í Føroyum, sum ber okkum fram. Hendan drívmegin førdi til, at skriftmálið varð endurreist, at vit aftur fóru at biðja til Várharra á føroyskum, og at vit staðfestu føroyskt sum undirvísingarmál. Hendan uppdriftin legði grundina undir samferðslukervið, og at vit skaptu føroyskt útvarp og sjónvarp, flogfelag, musikkskúla, symfoniorkestur, ítróttalandslið, frambrot í hópatali í vinnulívinum, fingu undirgrundina, fiskimarkið o.s.fr.

Onki av hesum átti at borið til í einum fjarskotnum fólkafátækum oyggjalandi, har veðurgudarnir leika í meginpartin av árinum. Men tað hevur eydnast kortini, og hetta er ikki hent, tí eitt fremmant fólk hevur tikið stig til at menna okkara land. Hetta hendi ikki, tí rokniørkini vístu, at tað fór at loysa seg. Bara tí vit sjálvi vildu tað, og tí vit hava eina so sterka savningarmegi í Føroyum, ber alt til her, sum hevur borið til.

Vit gingu fram saman

Eg havi sjálvur havt tann stóra framíhjárætt at standa á odda fyri eini fyritøku, har júst hendan savningarmegin og hesin treytaleysi viljin til at menna eitt føroyskt flogfelag vann á øllum døprum spádómum frá bæði nær og fjar.

Hetta var ein dystur, sum vit vunnu, tí vit stríddust fyri eini felags søk Føroyum og føriyingum at frama. Hon var ikki partapolitisk yvirhøvur. Liðið hjá Atlantic Airways var – og er – mannað við fólki úr øllum flokkum, har vóru kvinnur og menn, har vóru leiðsla og starvsfólk, har vóru kirkjufólk og brøður, og har vóru starvsfelagar av ymsum uppruna.

Hendan tjóðskaparliga savningarmegin er grundsúlan í viljanum, sum skal til fyri at bera okkara land framá. Savningarmegin kann ikki gerast upp í blokkstuðli, og hon kann ikki veðsetast í einum evropeiskum felagsskapi, sum er skipaður til tess at minka um krígsvandan á meginlandinum, tí tann skipanin rúmar ikki atlit fyri føroysku tjóðskaparmegini.

Tú slepti endanum

Sjúrður, tá vit hava selt okkara samleika fyri blokk og avreitt okkara ríkidømi í havinum til Bruxelles at umsita, verða føroyingar eitt fólk við ongum samleika. Føroyingar verða tá vilstir og statsleysir sum Geronimo og hansara indianarar á sinni. Tí  hevur tað týdning, at føroyingar staðfesta sína tjóðskaparligu savningarmegi eisini til fólkatingsvalið og mótvegis fólkatinginum.

Tín partur hevur ikki ligið eftir, men knappliga slepti tú endanum og fór einsamallur eina rás ínn í ES, sum eg slett ikki skilji. Eg haldi mest umráðandi átakið í Føroyum í dag vera at staðfesta rættin hjá føroyingum sjálvum at skriva sína grundlóg og fremja sín samleika sum ómissandi. Tað eiga vit øll at fylkjast um, og so kunnu vit kjakast um onnur partapolitisk evnir á tí grundarlagnum.

Magni Arge, fólkatingsvalevni fyri Tjóðveldi

Magni Arge

Deil hesa grein umvegis
468 ad