Lýsing

SETA FØTUR UNDIR EGIÐ BORÐ?

Sagt verður ferð eftir ferð, at rætturin at seta føtur undir egið borð er ein mannarættur. Men hevur tað verið tað, vit hava merkt í Føroyum?

 

At vera eitt sosialt burðardygt land merkir, at trivnaðurin er góður, at fólkið hevur tað gott, og at grundleggjandi tørvurin er nøktaður hjá ungum sum eldri. Ein tann mest grundleggjandi tørvurin fólkið hevur, er at hava ein bústað.

 

Tað eigur tí ikki at verða so trupult hjá vanliga føroyinginum at fáa tak yvir høvdið, sum tað er í dag.

 

Tað kann ikki vera meiningin, at vit eru noydd at búgva í kjallaranum hjá mammu og babba inntil vit nærkast teimum 30 og sjálvi hava fingið egna familju. Fyriuttan at vit kenna onkran, sum kennir onkran, sum kennir onkran, ið hevur okkurt at leiga út – fyri nærmast órímiligan kostnað!

Til fyrilestri á altjóða degnum móti harðskapi móti kvinnum, vóru vit kunnaði um, at kvinnur, ið eru útsettar fyri harðskapi í teirra parlagið, verða oftari og oftari verandi av tí orsøk, at tær ikki finna ella hava ráð til annan bústað. Hetta er gerandisdagurin, hjá fleiri føroyskum børnum.

 

Tað má gerast møguligt at byggja ella seta sær búgv uttanfyri Havnina. Havnin er góð og vit elska flest øll Havnina og allar teir møguleikar, ið hon hevur at bjóða, men alt annað líka, so telur hon beint undir helmingin av íbúgvunum í Føroyum – hin helmingurin býr uttanfyri Havnina. Tí má og skal tað verða møguligt at seta sær búgv á bygd, hóast peningastovnarnir ikki meta tað so.

 

Bústaðarpolitikkurin, ið vit hava í Føroyum, eigur at virka til frama fyri fólkið í Føroyum, so øll kunnu seta búgv. Tað er ikki tað vit uppliva í dag, verri enn so. Tíðin er komin til, at vit endurskoða okkara bústaðarpolitikk, so hann avspeglar bústaðaravbjóðingarnar, ið eru í dag, tí her eru fleiri avbjóðingar, ið mugu loysast.

 

Vit hava amboð til at gera nakað við hetta. Og tey amboðini skulu vit brúka. Eitt av amboðunum er Bústaðir – varð fyrr nevnt Húsalánsgrunnurin – ið hevði til endamál, at tryggja vanligum fólki at fáa tak yvir høvdið. Síðani vita vit hvussu gongdin hevur verið, nú skal vinningur fáast burturúr, og fleiri hava ikki longur ráð til at leiga bústað ígjøgnum Bústaðir.

Her má broyting koma í, og Bústaðir skal aftur í gongd við at byggja fleiri bíligari bústaðir kring landið í samstarvi við onnur. Bústaðir skal aftur virka sum tann stovnurin, ið gav fleiri føroyingum kring landið fígging til at seta føtur undir egið borð, og sum tann stovnurin, ið hevur fleiri bíligar bústaðir kring landið.

 

Vit hava ein átrokandi tørv á at fáa eitt fjøltáttað íbúðartilboð, ið hóskar til ta lívsstøðu og fíggjarliga rásarúm, tann einstaki hevur. Hetta landið má virka fyri, at ung, eldri, barnafamiljur, einstaklingar, stakir uppihaldarar v.m., hava møguleika fyri at fáa tann bústað teimum tørvar – antin til leigu ella til ognar.

Vit at raðfesta at fáa fleiri leiguíbúðir, lutaíbúðir, lestrar- og lærlingaíbúðir, eldraíbúðir, ungdómsíbúðir, umframt aðrar fjølbroyttar bústaðarmøguleikar, gerast vit eitt enn betur sosialt burðardygt land, har vit sum borgarar trívast og halda á við at velja til.

 

Somuleiðis mugu kommunurnar fáa loyvið at byggja almannagagnligar bústaðir. Tað er Almannaverkið, ið hevur ábyrgd av okkara heimleysu, men hesi verða ikki loftaði. Fólk kæra sína neyð til kommunurnar, og bøna og biðja um hjálp til at finna bústað. Foreldur venda sær til barnaverndartænasturnar, tí tey eru í bráðfeingis bústaðarneyð. Almannaverkið hevur – av góðum grundum – ikki nóg mikið av bústøðum at veita.

 

Fleiri og fleiri, ið hava sosialar trupulleikar, verða útkoyrd og mangla bústað, tí onnur koma framum. Hvør loftar? Fleiri tilboð eru í Havn, men úti á bygd. Eg kann siga fyri meg, at tíbetur hava vit fleiri ómetaliga góðar borgarar í hesum landinum, ið traðka til, tá ið landið ikki megnar at taka uppgávuna í álvara.

 

Ein íløga í fjølbroyttari bústaðarmøguleikum til allar samfelagsbólkar er ein átrokandi og neyðug samfelagsuppgáva, ið vit mugu taka í álvara.

Hetta skal til fyri at loysa grundleggjandi gerandisdagin!

Ásla Leila, valevni fyri Tjóðveldi

 

 

 

 

468 ad
X