Lýsing

SESSURIN HJÁ TJÓÐVELDI VIÐ ÁSLU LEILU

Fram til valið fara vit at hava valevni í sessinum hjá Tjóðveldi, har tey svara uppá nakrar gerandis- og nakrar politiskar spurningar, so tú kann koma at læra eldsálirnar hjá okkum at kenna.

“Eg eri Ásla Leila Birgirsdóttir Johansen, og eri 31 ára gomul. Eg havi slitið mínar barnaskógvar í Miðvági, har eg aftur havi búsett meg við maka mínum, Kenneth og børnum okkara, Sámal Mattias og Ala Emilia. Eg arbeiði fulla tíð sum skrivari hjá Barnaverndartænastuni í Vágum, og siti í Býráðnum í Vága Kommunu.”

Hvør er tín yndis sjónvarpsseria?:
“Mær dámar best at hyggja eftir true-crime serium. Ein tann besta serian, ið eg havi hugt eftir er ein svensk seria, ið eitur Caliphate á Netflix. Og Snöänglar á dr.dk, ið eisini er ein svensk seria, er eisini orduliga góð.”

Hvat skulu føroysku fólkatingssessirnir nýtast til?
“Eitt nú haldi eg at sessurin skal brúkast til at fáa meira innlit í og kunnleika til tey ting, ið hava við Føroyar at gera – og sum kunnu hava við Føroyar at gera.
Somuleiðis haldi eg, at vit eiga at brúka sessin til at verða betur til at kunna føroyingar um hvat fyrigongur á Fólkatingið, sum hevur týdning fyri okkum at vita, samstundis sum vit skulu royna at fáa danir at skilja okkara virðir og mentan og hví vit ynskja tingini, sum vit ynskja tey her í Føroyum.”

Hvørjum tónleiki dámar tær at lurta eftir?:
“Eg lurti eftir ógvuliga fjølbroyttum tónleiki – tað, sum hóskar seg best til tað eg geri í løtuni eg lurti. Mær dámar alt frá føroyskum tónleiki til reggae til pop til rapp til r&b til elektroniskan tónleik. Mín yndis playlistið er ein peruvellingur av øllum møguligum ymiskum!”

Hví valdi tú at stilla upp fyri Tjóðveldi?
“Eftir at hava sitið í Býráðnum í Vága Kommunu kveiktist mín áhugi fyri politiskum arbeiði av álvara. Har hevur verið og er spennandi og mennandi at sita.
Eg kenni meg mest aftur í grundleggjani sjónarmiðunum hjá Tjóðveldinum og tískil ynskti eg, at umboða Tjóðveldi við somu hugsjón og grundleggjandi virðum. Eg havi altíð verið tjóðveldisinnað, men havi tey seinastu árini mangla eitt umboð her vesturi, sum hevur somu hugsjón sum eg um ma. barnaøkið og mál, sum skulu fremjast komandi tíðina.”

Hvørjum liði heldur tú við?:
“Eg haldi við teimum føroysku landsliðunum! Hjá teimum eru vit øll í húskinum rættir fjepparir hjá og eru við til hvønn heimadyst tey leika á Tórsvøllið. Vit hava føst pláss til dystirnar og gera nógv burturúr at fara at hyggja. Annars eri eg nokkso lokal vil eg siga.. MB, MR, SÌF, 07vestur, Sòljan, Dráttur, SÌ – tey heppi eg innast inni uppá ”

Hvat er tað týdningarmesta, sum er hent í Føroyum síðstu 30 árini?:
“At vit hava havt so djarvar politikkar, sum hava tora at hildið fast við ætlanum um at fara undir at gera undirsjóvartunnlar, hóast stóra mótgongd. Tað hevur gjørt, at samferðslukervið er so nógv forbetra hesi árini, sum fleiri av okkum gagnast av hvønn dag.
At vit sum samfelag hava fingið onnur bein at standa á, td. Við einari rættuliga vælskipaða alivinnu og ikki minst einari veksandi ferðavinnu, ið meir og meir gangar landsbúskapinum.
Og ikki minst, at man hevur fingið vent fólkaflytingini aftur til Føroyar ísmb. við ta kreppuna, ið var í 90’unum.”

Hvat var títt fyrsta starv?:
“Mítt fyrsta starv var sum tænari í matstovuni Gourmet í Havn. Tað var ein fantastiska lærurík tíð og eitt deiligt arbeiðspláss.”

Hví er tað týdningarmikið, at tjóðskaparfólk fara á fólkatingsval í ár?
“Tað er týdningarmikið at tjóðskaparfólk fara á fólkatingsval, tí um vit ikki fara á val og gera okkara meining galdandi, so hava hinir flokkarnir størri møguleika fyri at vinna sær báðar sessirnar og harvið bindað Føroyar enn tættari at danska statinum. Tað hevur týdning fyri okkum sum føroyingar, at vit sum tjóð taka avgerðir um okkara tjóð og okkara framtíð.
Komandi tíðin kann væntast at hava fleiri álvarsamar avbjóðingar fyri framman – eisini fyri føroyingar og føroyska samfelagið. Hetta hava vit eisini merkt uppá ymsar mátar seinastu árini. Tað er Tjóðveldi, ið fer at arbeiða fyri at fáa innlit í og ávirkan á uttanríkis- og verjumál, sum viðkoma Føroyum, herundir í Arktis.
Vit sum tjóðskaparfólk, mugu standa saman og syrgja fyri at fáa ávirkan og javnbjóðis møguleikar á fólkatingi.”

Hvat kanst tú finna uppá at øsa teg um?:
“Fólk í ferðsluni, vánaligt internetsamband, skógvar, sum ikki standa uppi á pláss heima.. puha, at vit eru so nógv aftanfyri onnur lond í Føroyum um nógv ting og at tað eru so konservativar meiningar í Føroyum.”

Nær vart tú seinast ordiliga fegin?:
“Tá ið eg fekk fulla plátu í Gekkinum og sonurin kom ígjøgnum inn til studio. Hann slapp at snara hjólinum og endaði við 20 túsund krónum! Hóast hann var ein seym frá at vinna høvuðsvinningin, so eri eg enn heilt ótrúliga fegin um møguleikan hann fekk og ikki minst fyri minnið vit øll hava fingið.”

468 ad