Lýsing

Tingmál

Uppskot til samtyktar um Mentanargrunn landsins

, March 3, 2010

Uppskot til samtyktar   Løgtingið heitir á landsstýrið um at fyrireika og leggja fyri tingið uppskot til løgtingslóg um at umskipa Mentanargrunn Landsins til eitt listaráð í samsvari við tilmælið hjá arbeiðsbólkinum, sum í 2008 varð settur at endurskoða Mentanargrunn landsins. Viðmerkingar Í dag eru fleiri smáar játtanir á fíggjarlógini til mentanarlig og listarlig endamál. Við hesum eru fleiri vansar, men tann størsti er uttan iva, at tær mongu smáu játtanirnar, sum verða umsitnar av Mentamálaráðnum, lata upp fyri – og leggja kanska enntá upp til – politiska detailstýring av einum øki, har tað rætta er, at fakfólk gera tilmælini. Um allar játtanirnar verða savnaðar í eina, sum umrøddi arbeiðsbólkur mælir til, fær Listaráðið tvær ferðir so nógvan pening at arbeiða við, sum Mentanargrunnur Landsins hevur í dag. Hetta fer at geva Listaráðnum møguleikar fyri at seta út í kortið á ein heilt annan hátt, enn Mentanargrunnurin hevur kunnað – til gagns fyri bæði dygdina og mongdina í teirri listarligu framleiðsluni. Á Løgtingi, tann 26. februar 2010 Sjúrður Skaale...

Les meira

Uppskot til samtyktar um at seta á stovn brúkarakærunevnd

, March 2, 2010

Uppskot til samtyktar   Løgtingið heitir á landsstýrið um at fyrireika og leggja fram lógaruppskot, har sett verður á stovn brúkarakærunevnd, sum kann taka støðu í málum, har ósemja er millum keypara og seljara um keypta vøru ella tænastu. Viðmerkingar Í flestu londum kring okkum eru brúkarastýri, brúkararáð og brúkarakærunendir, sum eru settar á stovn til tess at upplýsa, stuðla og verja brúkaran á einum stórum og fløktum marknaði. Í 2008 varð marknaðarføringslógin samtykt, og við hesari avgerð tikin um at seta Brúkaraumboð á stovn. Brúkaumboðið skal halda eyga við, at marknaðarføringslógin verður hildin, og soleiðis tryggja góðan marknaðarføringssið í Føroyum. Brúkaraumboðið hevur hinvegin bara heimild at viðgera brúkarakærumál, ið eru grundað á brot á marknaðarføringslógina. Um ein føroyskur brúkari ikki er nøgdur við vøru ella tænastu, hann hevur keypt – tað veri seg fartelefon, vaskimaskina, bilumvæling, frítíðarferð ella annað, er einasti møguleiki at fara rættarinnar veg, um seljarin ikki vil lata handilin ganga aftur ella á annan hátt bøta um trupulleikan. Rættarmál eru dýr, krevja nógva tíð og eru sera uppslítandi fyri báðar partar. Í málum, sum ikki snúgva seg um ovurhonds stór virði, loysir tað seg tí sjáldan at fara í rættin. Ein kærunevnd fyri brúkaramál hevði kunnað viðgjørt slík mál á ein einfaldan og rímiliga skjótan hátt. Hetta vil tí vera eitt stórt stig rætta vegin at styrkja um brúkaratrygdina, uttan at tað kemur at kosta stórar pengar. Nevnast kunnu hundratals dømi, har keypari og seljari ikki eru á einum máli, og har ein faklig óheft nevnd, kundi gjørt ein óheftan úrskurð. Hyggja vit at skipanum í okkara grannalondum, so er tað ymiskt, í hvønn mun avgerðirnar hjá nevndunum hava dómslíknandi tyngd. Royndirnar eru, at niðurstøður frá brúkarakærunevndum í stóran mun verða fylgdar. Mælt verður til, at brúkarakærunevndin fær avgerandi myndugleika, skilt á tann hátt, at niðurstøður hjá nevndini verða bindandi. Um seljari ella keypari ikki fylgir avgerðini hjá nevndini, má viðkomandi fara í rættin at prógva sín rætt. Skipan av nevndini Brúkarakærunevndin eigur at verða mannað við eini røð av serkønum fólkum innan ymisk handils- og tænastuvinnuøki. Fastir nevndarlimir kunnu vera løgfrøðingur og skrivari, ímeðan restin av nevndini verður sett saman ad hoc so hvørt, sum eitt ávíst tal at málum eru innan eitt øki – á nøkunlunda sama hátt sum Vinnukærunevndin. Nevndin kann so hittast at viðgera málini til dømis 4-6 ferðir árliga. Ein møguleiki er at lata Føroya Kærustovn vera føst skrivstovuhjálp hjá brúkarakærunevndini. Kærustovnurin fevnir sum er um eina røð av kærunevndum og kann tí fyrireika málini sera væl og við hesum avmarka arbeiðið hjá nevndarlimunum. Á henda hátt ber til at halda útreiðslunum til nevndarsamsýningar niðri. Ein annar møguleiki er at skipa brúkarakærunevndina við síðuna av Brúkaraumboðnum. Møguligt er, at hesi bæði kundu havt felags skrivara. Í øllum førum eigur brúkarakærunevndin at samstarva tætt við Brúkaraumboðið um kunnandi virksemi og eitt nú hava felags heimasíðu. Tal av málum Til ber at gera eina leysliga meting av, hvussu nógv mál brúkarakærunevndin kemur at viðgera. Samanberast kann ikki heilt við onnur lond, m.a. tí føroyski marknaðurin er lítil og gjøgnumskygdur, og frástøðan millum keypara og seljara styttri enn aðrastaðni. Breiddin í útboði av vørum og tænastum er eisini minni. Rættarhjálpin hevði í fjør 29 mál um keyp, 18 um bilar og 18 um avtalur. Tilsamans 65 mál, ið kunnu kallast brúkaramál. Her má...

Les meira

Uppskot til samtyktar um lóg um keyp av fastari ogn og lóg um meklaravirksemi

,

Uppskot til samtyktar   Løgtingið heitir á landsstýrið um sum skjótast at fyrireika og leggja fram alla neyðuga lóggávu kring keyp og sølu av fastari ogn og kring húsameklaravirksemi.   Viðmerkingar Keyp og søla av fastari ogn er eitt lógarøki, sum er ógvuliga leysliga skipað í Føroyum. Stórur tørvur er á lóg, sum lýsir øll rættindi og allar skyldur hjá seljara og keypara við sølu og keypi av fastari ogn. Slík lóg verjir sostatt bæði keypara og seljara. Størsta íløgan hjá allar flestu familjum er sethús ella annar fastur bústaður. Talan er í flestu førum um keyp fyri milliónina ella meira. Seinastu 10 árini ella so er keyp og søla av fastari ogn í alsamt størri mun farin fram gjøgnum meklarafyritøkur av ymiskum slagi, har ein meklari átekur sær at umboða bæði seljara og keypara í sambandi við keyp og sølu av fastogn. At selja fasta ogn fyri onnur er at átaka sær stóra ábyrgd. Men í Føroyum er eingin lóg, sum greitt regulerar meklaravirksemi. Í summum førum fær keyparin eina beinleiðis falska trygd við at keypa gjøgnum meklara, tí her roknar hann sjálvandi við, at trygdin er í lagi. Til dømis kann hann fáa ta fatan, at støðulýsing er gjørd av ognini, hóast lýsingin bert byggir á upplýsingar frá seljaranum sjálvum. Slíkar støðulýsingar kunnu vera verri enn einki. Til ber vanliga eisini at keypa meira fakliga grundaðar støðulýsingar av ognini, men ógreitt er, hvørji krøvini eru til støðulýsingarnar, og hvør ábyrgd fylgir eini slíkari. Við lógini um fastognarkeyp kann verða ásett krav um trygging. Tað ber í sær, at seljari hjá einum tryggingarfelag stovnar trygging uppá, at húsini eru í einum ávísum standi, og ikki detta niður tey næstu 20 árini. Tryggingarfelagið fær tá áhuga í, og setir krøv um, at støðumetingar lúka ávís krøv. Rættarhjálp Føroya viðgerð árliga á leið 45-50 mál, ið snúgva seg um keyp og sølu av fastari ogn. Økið keyp og søla av fastari ogn og um meklaravirksemi er væl skipað í okkara grannalondum. Við støði í lógum, sum virka í Norðurlondum, eigur at bera til rímiliga smidliga at smíða eina føroyska lóggávu. Neyðugt er tó at leggja dent á, at lóggávan hóskar til okkara fastognaviðurskifti og marknað. Brúkaraumboðið er løgfrøðiligur stovnur, og kann hesin fáa ábyrgdina av at smíða lóggávuna í samstarvi við løgfrøðina í Vinnumálaráðnum. Eisini kann Brúkaraumboðið umsita lógirnar um keyp og sølu av fastari ogn, og um meklaravirksemi. Á henda hátt kann bæði lóggáva verða smíðað og lógirnar umsitast, uttan at tað nýtist at kosta landsskassanum eyka. Á henda hátt verður ábyrgdarøkið hjá Brúkaraumboðnum eisini víðkað.   Á Løgtingi 25. februar 2010   Bjørt Samuelsen løgtingskvinna Kári á Rógvi...

Les meira

Uppskot til samtyktar um útbygging av røktarheimsplássum

, February 24, 2010

      Viðmerkingar Mong fegnast, nú ætlanir eru um at fáa fleiri eldrabústaðir bygdar kring landið. Ætlanin er at nýta smáar 100 milliónir av fíggjarlógini frá 2009 – 2011. Umframt hetta koma kommunurnar at rinda einar 150 – 200 milliónir aftrat. Tilsamans verður talan um eina upphædd, sum er 250 – 300 milliónir krónur. Øll tykjast vera samd um, at eldrabústaðir eru alneyðugir, og at tørvurin á eldrabústøðum einans fer at vaksa komandi árini. Kortini eru tekin um, at frymilin, landsstýrið hevur valt, er sera ivasamur. Felags boðskapurin hjá fleiri serfrøðingum, fakfólkum og granskarum er greiður:   1. Steðgið verandi ætlanum um røktarheimsbygging 2. Aðrastaðni verður farið burtur frá slíkari bygging Hópurin av áhugaverdum íblástri um framtíðar eldrabústaðir hevur verið seinastu mánaðirnar. Fyrilestrar, kjaksendingar, lesarabrøv og greinar hava lýst ivamálini við ætlanini væl. Kortini tykist samgongan kúrr í hesum máli. Vert er at nevna at: 3. Eitt røktarheimspláss kostar eina hálva millión í rakstri árliga 4. Fleiri og fleiri eldri fólk verða 5. Nærverkið gjørdi herfyri vart við, at tørvur fer at verða á fleiri enn 700 starvsfólkum aftrat komandi árini 6. Ábendingar eru um, at nógv eldri fólk ikki halda røktarheimspláss vera eldrabústaðin, tey ynskja og ímynda sær 7. Røktarheimspláss vísa seg í stóran mun at gera eldru fólkini óvirkin. 8. Røktarheimspláss í túsundatali verða niðurløgd aðrastaðni 9. Røktarheimspláss eru dýrari at byggja enn aðrir bústaðir Sjálvandi skal væl av peningi nýtast og raðfestast til eldrabústaðir – men tað tykist meir og meir ivingarsamt, um verandi ætlan hjá samgonguni er hin rættasta. Eingin ivi er um, at okkum tørvar eldrabústaðir, men kanningar vísa, at allarflestu eldru fólkini fegnast vilja verða verandi í egnum heimi sum longst. Tey vilja heldur vera fræls menniskju í egnum heimi enn klientar á stovnum, sum Dennis Holm segði í samrøðu við Dimmalætting herfyri. Røktarheimsplássini eru vanliga kømur, sum eru um 20 – 25 fermetrar. Her skulu fólk, sum eru von við 150 fermetrar og meir, búgva. Eisini hevur ergoterapeuturin Turið Jacobsen borið fram, at hon ímyndar sær, at hjá mongum kundi ein rættari loysn verið eitt nú trygdartelelefonir og ein útbygd heimarøkt. Nakrir av teimum spurningunum sum upsskotssetararnir ikki halda eru nóg væl lýstir eru: – Hví verður peningur einans settur av til røktarheimspláss? – Kann tað oyðileggja áhugan fyri at fara undir alternativar eldrabústaðir? – Er umhugsað at granska í, hvønn tørv og hvørji ynski eldru fólkini í Føroyum hava? – Hvørjar eru visjónirnar sum heild, tá talan er um eldrabústaðir? – Hevur samgongan umhugsað ístaðin at nýta peningin til at byggja hóskandi eldramiðstøðir? Hetta merkir: bústaðir knýttir at ymiskum tænastum sum aktivitetstilboð, hjálpartóladepot, sjúkrarøkt, heimahjálp, samdøgursvakt við sambandi við trygdartelefon, matskipan v.m. – Hevur samgongan umhugsað heldur at umskipa økið og útbýggja tænasturnar til heimabúgvandi? – Er umhugsað at lata hægri stuðul til smærri íbúðir enn til kømur? – Hví eru røktarheimspláss so nógv dýrari at bygja enn aðrir bústaðir? Ein kanning av Nærverkinum farna ár vísti, at tørvurin á starvsfólkum hjá Nærverkinum økist við fleiri enn 700 fólkum komandi árini. Eisini er staðfest, at onnur lond fara burtur frá og niðurleggja røktarheimspláss, tí tey ikki halda, at tey eru hóskandi og helst eisini ov dýr. Hetta átti at fingið okkum at sett spurnaðartekin við, um ætlanirnar um røktarheimsbygging eru tær skilabestu. Í kjaksending bleiv greitt væl frá, hvussu stuðulsskipanir...

Les meira

Uppskot um at skipa óhefta skuldarráðgeving til privatfólk og familjur

, January 29, 2010

Uppskot til samtyktar Løgtingið heitir á landsstýrið um at fyrireika lógaruppskot at leggja fyri Løgtingið, sum hevur til endamáls: – at skipa eina óhefta skuldarráðgeving til privatfólk og familjur, har til ber at fáa ókeypis ráð og vegleiðing um lánsmarknaðin, skuldarumlegging, umfígging og aðra hjálp til tey, ið eru komin í stórar trupulleikar av privatlánum, – at skipa skuldarráðgevingina saman við ella í tøttum tilknýti til Brúkaraumboðið, til tess at felags serfrøði og umsiting kann gagnnýtast, – at skipa so fyri, at óhefta ráðgevingin kann umboða einstaklingar og familjur, sum eru komin í skuldarfellur mótvegis privatum kreditorum og almennum myndugleikum við tí endamáli at gera avtalur um bótaføri, – at geva óheftu ráðgevingini uppgávuna at mæla til lóggávu, lógarbroytingar og reglur, ið kunnu skipa og seta krøv til lánsmarknaðin um upplýsing og gjøgnumskygni og at fyribyrgja økjandi tali av óhaldførum skuldarbindingum. Viðmerkingar Eins og allir føroyingar ásannaðu, tá føroyska samfelagið og bankakervið fóru á heysin í nítiárunum, so hevur áleikandi altjóða fíggjarkreppan prógvað, at lán, fígging, virðismetingar og bótaføri eru sum ein frumskóg. Har ongin kennir leiðirnar, har hvør livir av øðrum, og alt kann broytast frá degi til dags. Kortini hevur politiska skipanin eggjað til uppaftur meira frumskógarlóg og enn minni gjøgnumskygni í fíggjargeiranum: Liberalisering av altjóða fíggjarmarknaðunum og vantandi lóggáva og regulering frá politiskum myndugleikum í sambandi við nýggju lánsmøguleikarnar hevur verið ein atvold til støðugt vaksandi skuldarbyrðu hjá einstaklingum og húsarhaldum. Seinastu árini er eitt støðugt vaksandi útboð av nýggjum lánsmøguleikum til privata nýtslu boðið út í samfelagnum frá peningastovnum og fyritøkum, sum kunnu skuldarbinda einstaklingar, familjur og børn teirra langt út um møguleikarnar at gjalda aftur í arbeiðsføra lívinum, og fólk kunnu enda í sonevndum “skuldarfellum”. Og í mun til so mong onnur øki í samfelagnum, har til ber at leita sær ráð, hjálp og vegleiðing, so er ongin skipaður møguleiki hjá einstaklingum og húsarhaldum at fáa óhefta ráðgeving og hjálp í sambandi við lántøku og í sambandi við skuldartrupulleikar, umleggingar ella saneringar. Enn eru fólk í Føroyum av ættarliðum, sum eru vaksin upp við setninginum um at gjalda hvørjum sítt og onki skylda. Og helst er skuldarbyrðan hjá hvørjum fólki sær minni og frívirðini í húsum helst væl størri enn í flestu av okkara grannalondum. Men sum Heðin Brú so meistarliga lýsir í meginskaldsøguni “Feðgar á Ferð”, tá Ketil setir seg í skuld til tess at keypa hvalin og noyðist at enda at selja kúnna til tess at borga lánið, so eru kollveltandi broytingar hendar í peningabúskapinum og fíggingarmøguleikunum seinastu øldina. At seta seg í skuld er í dag inngrógvin partur av nútímans lívinum hjá hvørjum einstøkum og familjum til tess at seta búgv, taka útbúgving, gera íløgur, økja um privatnýtsluna og útvega sær flutningstól, amboð og hentleikar í gerandisdegnum. Seinastu árini hevur økt peningaútboð skapt ein óhaldføran hákonjunktur. Tað hevur regnað niður yvir fólk við tilboðum um nýggjar lánsmøguleikar við avdráttarskáa, avdráttarfríum lánum, leinging av afturgjaldstíð, dýrum lánum frá handlum og fyritøkum til bilar og nýtsluvørur, sum tú tekur upp á ein seinnapart. Og eins og í øðrum londum, koma fólk í ta støðu, at tey taka lán á seg, sum av egnum ella uttanhýsis ávum kunnu gerast so stór byrða fyri tann einstaka, børn og familjur, at tey rætt og slætt ikki eru bótafør. Fólk og familjur seta seg í sonevndar “skuldarfellur”....

Les meira

Uppskot um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka

, November 18, 2009

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka § 1. Í løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992 um innflutning og sølu av rúsdrekka, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 75 frá 25. mai 2009, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 3, stk. 1 verður orðið ”rúsdrekka” broytt til ”rúsdrekka við meira enn 60 rúmprosentum av alkoholi”. 2) § 3, stk. 2 verður orðað soleiðis: ”Stk. 2. Framleiðsla av rúsdrekka kann einans fara fram á góðkendum framleiðsluvirkjum. Landsstýrið fær heimild í kunngerð at áseta neyðugar treytir fyri góðkenning.” 3) Í § 3, stk. 3 verður orðið ”loyvinum” broytt til ”góðkenningini” og orðini ”slíkum øli” broytt til ”rúsdrekka”. 4) Í § 6 verða orðini ”øl, sum í sær hevur meira enn 5,8 rúmprosent av alkoholi, og annað” strikað. 5) Í § 7, stk. 2 verða orðini ”øl, bryggjað í Føroyum” broytt til ”rúsdrekka, framleitt í Føroyum”. 6) Í § 8, stk. 1 verða orðini ”smbr. § 3, stk. 2” broytt til ”sum í sær hevur hægst 5,8 rúmprosent av alkoholi”. 7) Í § 22, stk. 1, nr. 2 verður orðið ”loyvi” broytt til ”loyvi ella góðkenning”. § 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. februar 2010. Kap. 1. Almennar viðmerkingar Samstundis, sum vit innflyta stórar mongdir av rúsdrekka, nokta vit okkara egnu bryggjarívinnu at framleiða nakað, sum er sterkari enn 5,8%. Við undantaki av einstøkum londum, sum hava fullkomið bann fyri rúsdrekkaframleiðslu og -sølu, er loyvt í allar flestu londum at bryggja øl, vín og brennivín. Forboðið at fara upp um 5,8% er serføroyskt, og sera ilt er at skilja, hvørjum endamáli markið tænir. Hinvegin leggur markið nakrar púrasta órímiligar forðingar fyri føroyskari framleiðslu. Endamálið við uppskotinum er at taka burtur tann mismun, sum í dag verður gjørdur millum útlendskar fyritøkur og føroyskar fyritøkur, og at geva bryggjarívinnuni møguleika at mennast í egnum landi. Tú kanst í dag fara og keypa tær eina fløsku av Cognac úr Fraklandi, Sherry úr Jerez í Andalusia, reyðvín av víngóðsi í Australiu, snaps framleiddan í Ålborg, Vodka úr Finnlandi, skotskt visky – ja, úrvalið á hillunum er stórt av vørum frá øllum heimsherðashornum. Men í Føroyum sleppa bryggjarí ikki at bryggja nakað, sum er sterkari enn 5,8%. Til samanberingar kann nevnast, at Cider kann hava 8,5 vol% av alkoholi og vín 13%. Vit innflyta stórar mongdir av rúsdrekka, sum hevur úr nøkrum fáum upp í 60 rúmprosent alkohol, og vit loyva sølu av hesum gjøgnum einkarsølur kring landið. Einasta treytin, vit seta til øl og brennivín, er, at vøran er framleidd uttanlands og innflutt til landið. Man tað finnast nakað annað land, sum leggur slíkar forðingar fyri egnari vinnu? Øl partur av gourmetvinnu Øl er seinastu árini komið nógv í fokus sum týðandi partur av einari matvinnu, sum byggir á dygdargóðar rávørur. Hetta er ein vaksandi vinna í londunum kring okkum, og øl verður nógv nýtt afturvið einum góðum bita á matstovunum. Øl til kræsnar gómar er ein nissjuvinna, har vit kunnu gera okkum galdandi. Eisini er lítil ivi um, at fyri ferðavinnuna kundi føroysk framleiðsla av spesialøli verið við til at givið ferðafólki eina serstaka uppliving. Sum sendingin “Ølfjeppararnir” eisini vísti, er áhugin fyri spesialøli stórur og vaksandi , og nógv av hesum øli er sterkari enn 5,5%. Í Føroyum er bara eitt bryggjarí eftir í landinum....

Les meira

Uppskot til samtyktar um klassiska latínska alfabetið

, August 13, 2009

Uppskot til samtyktar Løgtingið heitir á landsstýrið um at fyrireika og leggja fram lógaruppskot, ið skal áseta, at klassiska latínska alfabetið skal vera almenna alfabetið í Føroyum, og at serføroysku bókstavirnir verða settir fyri seg. Viðmerkingar Í Føroyum verða, eins og í meginpartinum av heiminum, latínsku bókstavirnir nýttir. Men stavraðið – alfabetið – sum verður nýtt í Føroyum, er kortini ikki tað sama, sum nýtt verður í øðrum londum, ið nýta latínsku stavirnar.   Nakrir stavir – C, W, X og Z – eru als ikki at finna í alfabetinum, sum føroysk børn læra í barnaskúlanum. Og føroyskir serstavir – tvíljóðini EI, EY, OY og strikustavirnir Á, Í, Ó, Ú, Ý – eru settir inn í sjálvt alfabetið. At ávísir bókstavir eru tiknir úr alfabetinum, er ógvuliga ørkymlandi, tí hesir somu bókstavir verða nýttir dagliga av øllum føroyingum. C er millum teir stavir, sum mest verða nýttir í Føroyum yvirhøvur, men hinir útihýstu stavirnir eru eisini so vanligir, at royndin at gera teir “óføroyskar” ikki kann eydnast, og aldrin fer at gera annað enn at ørkymla fólk. • Vit tosa um CO2 útlát. • Vit tosa um C vitaminir. • Vit tosa um Loran C. • Vit tosa um Lista C. • Tá vit býta okkurt upp, geva vit tí ofta heitini A, B, C o.s.fr. T.d. kunnu vit velja lúku C, tá vit spæla Gekk. • Vit nýta, eins og gjørt verður alla aðrastaðni, “ABC” sum eitt hugtak. Vit siga málarans ABC, sjómansins ABC o.s.fr. Eingin tosar um AÁB’ið – og eingin fer nakrantíð at tosa um AÁB’ið. Tað kenst fremmant, og fer altíð at kennast frammant. • Vit nýta eisini C, tá vit lata upp flestu heimsíður, tá vit skriva .com. • C er partur av nógvum altjóða orðum, sum verða nýtt í Føroyum. • Nógvir føroyingar hava bókstavin C í navni sínum. • Royndirnar at útihýsa bókstavinum C úr føroyskum fólkanøvnum níva nógv fólk, sum síggja stavsetingina av sínum navni sum ein part av sínum persónliga samleika. • Í Føroyum tosa vit meira enn aðrastaðni um sjúkuna CTD • At útihýsingin av stavinum C er nýtt í Føroyum sæst m.a. í vísuni um Jákup á Møn, har Nólsoyar a Páll yrkir soleiðis: Tá ið hann var á tólvta ári, var hann sleppingur góður, lærdi at remsa upp ABC og sýndist at bregða til móður. • W nýta flestu føroyingar ógvuliga ofta hvønn einasta dag, tá vit lata upp heimasíður – WWW. • Eisini X verður nýttur í nógvum samanhangum. Ikki minst í roknitímunum í sama skúla, sum lærir børnini, at X ikki er partur av føroyska alfabetinum. • Z er eisini ein bókstavur, sum verður nógv nýttur í støddfrøðini. • Nógvir føroyingar hava Z í navni sínum. Uppskotssetarin hevur roynt at kannað, hvørjar tær vísindaligu ella mentanarligu grundgevingarnar eru fyri at útihýsa hesum bókstavum úr okkara stavraði, men hevur onga góða grundgeving funnið. Og uppskotssetarin heldur tað vera púra skeivt at royna at gera nakað fremmant, sum ikki er fremmant. Føroyskt skriftmál verður ikki veikari, tá hesir bókstavir eru partar av alfabetinum; tað verður sterkari. Tað amputeraða, "serføroyska" stavraðið styrkir ta fatan millum børn, at føroyskt skriftmál er stirvið, gamalt og óliðiligt og ikki er í samsvari við veruleikan. Tí skulu vit ikki royna at gera eitt serføroyskt alfabet í Føroyum, men halda okkum til tað...

Les meira

Uppskot til samtyktar um ein 50 metur langan svimjihyl

, August 11, 2009

Løgtingið heitir á landsstýrið um at leggja uppskot fyri tingið, ið ásetir, at ein partur av tí hækkaða íløgukarminum á fíggjarlógini fyri 2010 verður nýttur til ein 50 metur langan svimjihyl. Viðmerkingar: Tað er eingin ivi um, at skal føroyskur ítróttur gera seg galdandi millum tey fremstu á altjóða pallinum, er tað innan einstaklingaítrótt, at møguleikarnir eru størstir. Hetta síggja vit m.a. innan svimjingina. Henda ítróttagrein hevur gjørt ómetaliga stór framstig farnu árini. Kring alt landið eru ungir svimjarar, sum skarða framúr og standa seg væl í kappingum við svimjarar úr øðrum londum. At Føroyar standa seg væl í altjóða kappingum er ikki bara ein sigur fyri tey, sum beinleiðis taka lut. Hesir svimjarar gerast fyrimyndir hjá øðrum, og eggja øðrum til at velja sær sunn og mennandi frítíðarítriv. Men eisini onnur kenna tað sum ein sigur, tá føroysk ítróttafólk klára seg væl. Hetta elur fram stoltleika og bøtir harvið um trivnaðin í landinum. Tí er ikki meira enn rímiligt, at landið er við til at skapa hesum ungdómi góðar karmar. Og tað er tørvur á tí. Karmarnir hjá okkara svimjarum eru sera vánaligir – og munandi verri enn karmarnir hjá teimum, sum teir kappast við. Ein íløga í ein 50 metur langan svimihyl hevði, um nóg nógv verður lagt fyri, eisini gjørt, at Føroyar kundu hýst fleirtjóða kappingum. Harvið hevði tað eisini økt munandi um okkara møguleikar fyri at kunna hýsa Oyggjaleikunum. Á Løgtingi, tann 11. august 2009     Vegna Tjóðveldi Sjúrður...

Les meira

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

, July 29, 2009

§ 1 Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 62 frá 25. mai 2009, verður aftaná § 13 sett inn nýggj § 13a, sum verður soljóðandi: “§ 13 a. Latin fiskirættindi skulu gagnnýtast. Stk. 2. 90% av tillutaðum fiskidøgum skulu vera nýttir til fiskiskap við tí í fiskiloyvinum nevnda fiskifarinum í einum 1 ára tíðarskeiði, gjørt upp við fiskiársins enda. Fyrsta 1 ára tíðarskeiðið byrjar 1. september 2009. Stk. 3. 90% av tillutaðum egnum kvotuparti, egnari árskvotu, egnum hjáveiðiparti og egnari hjáveiðikvotu, skal vera fiskað við tí í fiskiloyvinum nevnda fiskifarinum í einum 1 ára tíðarskeiði. Fyrsta 1 ára tíðarskeiðið byrjar 1. januar 2010. Stk. 4. Um minni enn 90% av tillutaðu fiskirættindunum eru nýtt sbrt. stk 2 ella 3, verða fiskirættindini komandi fiskiár skerd í % við muninum millum nýtsluna hetta tíðarskeiðið og 90%. Hesi fiskirættindi fella aftur til landið. Stk. 5. Eru rættindi, sum eru tillutað í fiskiloyvi ikki nýtt við tí í fiskiloyvinum nevnda fiskifarinum í einum 1 ára tíðarskeiði, fella rættindini aftur til landið. Stk. 6. Í serstøkum førum hevur landsstýrismaðurin heimild til at geva undantak fyri einstøk fiskifør frá ásetingini í stk. 4. § 13 b. Landsstýrismanninum verður heimilað at gera skipan fyri fiskirættindamarknað, ein sonevnd Tilfeingisbúð, herunder ásetingar um fyriskipan, gjøgnumskygni, atgongd og sølu- og keypstreytir. § 13 c. Landsstýrismaðurin kann avhenda egnar fiskidagar, egnar kvotupartar og egna hjáveiðikvotu, sum fella aftur til landið. Somuleiðis kann landsstýrismaðurin avhenda fiskirættindi, ið ikki eru latin sum egnir fiskidagar, egin kvotupartur og egin hjáveiðikvota. Avhendingin kann antin vera beinleiðis til fiskifar ella gjøgnum Tilfeingisbúðina, eftir nærri ásettum reglum. Stk. 2. Avhending eftir stk. 1 er fyri eitt fiskiár í senn. ” § 2 Henda løgtingslóg fær gildi tann 1. september 2009. Viðmerkingar: Ad. 4. Brúksskyldan: Tjóðveldi ásannar, at veiðirættindi verða latin út, sum tó í einstøkum førum ikki verða gagnnýtt. Talan kann vera um heil fiskiloyvi, sum ávís vinnufeløg ráða yvir í fleiri ár, men sum tó ikki verða gagnnýtt. Dømi eru eisini um útlutaðar kvotur og fiskidagar, ið ikki verða nýtt til fulnar. Fyri summar skipabólkar hevur støðan verið varandi yvir long tíðarskeið. Í uppskoti er at gera eina skipan við brúksskyldu, har kravið er, at 90% av tillutaðum rættindum skulu vera gagnnýtt seinasta 12-mánaða tíðarskeiðið. Verður gagnnýtslan undir hesum marki, verða framtíðar tillutað rættindi skerd við muninum millum 90% og gagnnýtsluprosentið. Verða tillutað rættindi als ikki nýtt í einum 1-ára tíðarskeiði, fella hesi aftur til landið fult og heilt. Brúksprosentið er allýst sum eginnýtsla hjá fiskifari í mun til tillutaðan part í byrjanini av árinum. Eginnýtslan er ikki umfatað av keypi og sølu, tá keyp og søla fer fram fyri eitt ár í senn. Endaligt keyp og endalig søla verða tikin við í eginnýtsluna. Yvirlitið niðanfyri lýsir, hvussu stórur partur av tillutaðu døgunum í fiskidagabólkunum hevur verið nýttur í tíðarskeiðinum 1997/98 til 2005/06. Brúksprosent av fiskdøgum, 97/98 til 05/06 Í meðal 97-98 98-99 99-00 00-01 01-02 02-03 03-04 04-05 05-06 Bólkur 2 87 86 94 88 82 74 76 77 81 83 Bólkur 3 95 88 85 94 98 100 89 101 87 93 Bólkur 4A 54 50 54 62 55 49 50 38 73 54 Bólkur 4B 88 86 90 100 98 115 120 108 83 99 Bólkur 5 73 60 61 109...

Les meira

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

,

§ 1 Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 62 frá 25. mai 2009, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 9 a, stk. 1, litra a verður orðað soleiðis: “a) Í tíðarskeiðinum frá 1. januar til 31. desember, báðir dagar íroknaðir, á Føroya Banka innan fyri linjur, drignar millum hesi 8 støð og í hesi raðfylgju: 1. 61°19’00"N 08°14’00"V 2. 60°58’00"N 07°43’00"V 3. 60°50’00"N 07°57’00"V 4. 60°24’00"N 09°07’00"V 5. 60°50’00"N 09°34’00"V 6. 60°54’00"N 09°34’00"V 7. 61°14’00"N 08°52’00"V 8. 61°19’00"N 08°14’00"V Hetta veiðibann fevnir um veiðu við skovlváð, troli, snurriváð ella líknandi neti umframt allar aðrar veiðihættir, tó ikki beinleiðis veiðu eftir sild og makreli við kraftblokki.” 2) Í § 9 a, stk. 1, litra e verður “Í tíðarskeiðinum frá 1. apríl til 31. januar, báðir dagar íroknaðir, 12 fjórðingar úr grundlinjunum og innan fyri linjur, drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:” broytt til: “Alt árið 12 fjórðingar úr grundlinjunum og innan fyri linjur, drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:” 3) Í § 27 verður “frá 1. september 2008 til 31. august 2009” broytt til: “frá 1. september 2009 til 31. august 2010.” 4) § 29, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Innan fyri hvønn av høvuðsbólkunum av fiskiførum í § 28, stk. 1, sum eru í veiðiflotanum 1. januar 1995, verður fiskidagaskipan ásett fyri hesar undirbólkar við hesum fiskidagatali, sbr. tó stk. 3, sum verður býtt millum fiskiførini, tó so, at hædd verður tikin fyri møguligari umseting av fiskidøgum frá einum fiskifari til eitt annað í sama undirbólki, bólkur 5 tó undantikin. Bólkur 2: Partrolarar 3.710 fiskidagar Bólkur 3: Línuskip yvir 110 tons 1.548 fiskidagar Bólkur 4 A: Útróðrarbátar millum 15 – 40 tons 697 fiskidagar Bólkur 4 B: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á línuveiðu 924 fiskidagar Bólkur 4 T: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á trolveiðu 811 fiskidagar Bólkur 5: Útróðrarbátar undir 15 tons á húkaveiðu 7.993 fiskidagar” 2 § 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Kap. 1. Almennar viðmerkingar Tað er eftir avgerð Løgtingsins, at fiskidagarnir verða ásettir og harvið rásarúmið hjá størsta partinum av føroyska heimafiskiflotanum. Tann eini høvuðsbólkurin er undantikin fiskidøgum, men er skipaður á annan hátt. Tað er skyldan hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, sum umsitur málsøkið, at leggja uppskot fyri Løgtingið, so avgerð tingsins kann verða tikin fyri 18. august. Meginreglan er tí, at landsstýrismaðurin, sum situr, fær tilmælini frá Havstovuni og Fiskidaganevndini, soleiðis sum lógliga er fyriskrivað. Hesi hava verið almenn í eina tíð, og royndirnar av rikna fiskivinnupolitikkinum, síðani fiskidagaskipanin varð sett í gildið, geva greiðar ábendingar um, at sitandi landsstýrið ongar ætlanir hevur um at broyta hugburðin, soleiðis, at farið verður undir at áseta fiskidagatalið samsvarandi lívfrøðiligu tilráðingunum. Fyri at bøta um hendan vantandi fiskivinnupolitikkin leggur Tjóðveldi fram hetta uppskotið, sum miðar eftir at gera føroyska fiskiveiðu á heimaleiðum burðardygga, og harvið til tryggasta møguliga grundarlagið undir landsins búskapi. Tað er ikki hugaligur lesnaður, ið landsstýrismaðurin hevur fingið frá ráðgevandi stovni og nevnd, sum sambært lógini um vinnuligan fiskiskap skulu ráðgeva landsstýrismanninum um, hvat skilabest er at gera, so gagnnýtslan av okkara týdningarmesta havtilfeingi fer fram á einum burðardyggum grundarlagi. Í rúma tíð hevur verið alment kent, at mælt verður til munandi skerjingar í fiskidagatalinum, tí serliga toska- og hýsustovnunum tørva...

Les meira