Lýsing

Broytingaruppskot hjá Høgni Hoydal

Tjóðveldi

Broytingaruppskot til 2. viðgerð av løgtingsmáli nr. 142/2019 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin) (Vinnuligar royndir og verkætlanir, endalig avhending av rættindum, samanlegging av bólkunum 4 A og 4 B, tillagingar, rættingar og fylgibroytingar)

Broytingaruppskot

 

Í § 1 verða broytingarnar:

Nr. 1, 2, 3, 4, 5, 6, 7, 8, 9, 10, 11, 12, 13, 14, 15, 16, 17, 18, 20, 22 og 23 strikaðar. 

 

§ 2 verður orðað soleiðis:

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Almennar viðmerkingar 

Fýra dagar fyri jól í 2019 varð lóg um sjófeingi samtykt á løgtingi. 

Talan var um lóggávu so grova til frama fyri einstakar fyritøkur, einstaklingar og útlendingar í føroyskari fiskivinnu, at hon ikki hevur sæð sín líka í nýggjari politiskari søgu í Føroyum.

Í einum høggi varð farið langt afturum tíðina, tá ið eitt samt løgting valdi at siga øll fiskirættindi upp til tess at tryggja fólkins ogn í Føroyum og eina rættvísa fiskivinnulóggábu fyri landsins borgarar og tey, ið reka og vilja bjóða seg fram at reka fiskivinnu í Føroyum. 

Henda lóggáva gav nøkrum fáum reiðaríum framíhjárættindi til meginpartin av virðunum av tí livandi fiskiríkidømi, sum náttúran skapar í føroyskum sjógvi, og av teimum virðum av fiskirættindum hjá føroysku tjóðini, sum landsins fólkavaldu myndugleikar samráða seg fram til við onnur lond og í altjóða felagsskapum á hvørjum ári.

Lóggávan gav einum landsstýrismanni heimildir at býta út fiskirættindi til úrvald feløg og borgarar eftir egnari meting – uttan nakað alment útboð ella nakrar lógarfestar reglur yvirhøvur.

Lógin ásetti, at útlendingar – sum annars vóru lóggivnir út úr ognarskapi í føroyskum fiskiveiðirættindum – nú kunnu keypa seg inn í einhvørji fiskirættindi og feløg komandi 12 árini.

Hartil var talan í fleiri førum um sonevnda ”singulera lóggávu”, har lógarásetingar og kunngerðarreglur til landsstýrismannin beinleiðis góvu landsins virðir til einstakar privatar fyritøkur og persónar, uttan at aðrar fyritøkur í fiskivinnuni – og tíansheldur landsins borgarar – hava somu rættindi ella kunnu bjóða seg fram eftir somu reglum og rættartrygd.

Lógin tók eisini burtur grundarlagið fyri tí semju, sum varð gjørd millum Havstovunu, myndugleikarnar og feløgini, ið umboða reiðarí, virkir, sølufeløg og manningar um umsitingarætlan fyri høvuðsfiskastovnarnar og burðardygga veiði, tí veiðitrýstið hjá ymsum bólkum varð økt við lógini.

Frá tí at lógin fekk gildi 1. januar 2020 hendi vórðu fyrstu avleiðingarnar m.a. hesar:

  • Fiskirættindi gjørdust rullandi 12-ára loyvi hjá privatum feløgum og einstaklingum.

 

  • Trý reiðarí í Barentshavinum fingu minst 80 mió. kr. árliga í fyrstahondsvirði av botnfiski afturat. Lógin ásetti hartil, at tá ið Føroyar samráða seg fram til hækkaða kvotu í Barentshavinum, fer øll hækkingin til somu reiðarí. Sum 12 ára loyvi, er talan um eina milliard krónur.
  • Av norðhavssild, makreli og svartkjafti fingu tey fýra størstu reiðaríini afturat 400-500 mió. árliga í fyrstahondsvirði. Sum 12 ára loyvi er talan um 6 milliardir. Hetta kundi fíggjað lág- og miðalløntum ein skattalætta fyri 5.000 kr. um mánaðin.
  • Uppboðssølan varð avtikin, og kvoturnar latnar aftur til tey stóru reiðaríini og annars til landsstýrismannin at ráða yvir. Hesar hava eitt fyrstahondsvirði á minst 8-10 milliardir komandi 12 árini.  Tað kundi fíggjað stóran part av sjúkrahúsverkinum hesi árini.
  • Millum aðru og triðju viðgerð varð samtykt, at landsstýrismaðurin skuldi býta út millum 5000 og 6000 tons av makreli árliga til reiðarí í einum skipabólki – línuskipum – har størstu reiðaríini eiga meginpartin av feløgunum. Hesin bólkur kappast m.a. við útróðrarflotan, sum er fyri grovum vanbýti í øllum rættindum og møguleikum at virka. 
  • Seinastu 10 árini hevur landið útvegað heilt nýtt tilfeingi av makreli, norðhavssild og svartkjafti í 2019 tølum á 173.000 tons. Eitt fyrstahondsvirði á minst 1,2 mia, árliga. Hetta eru nýggj fiskirættindi og virðir, ið ongin hevði nakran úrvaldan rætt til. 
  • Tey størstu reiðaríini vóru hart ímóti, at landið útvegaði hesi rættindi við politiskum stríði á altjóða pallinum. Men tey hava nú fingið nærum øll hesi rættindi og virðir í sín part. 

Samanumtikið hevur Løgtingið samtykt og góðtikið lóggávu, sum als ikki gevur borgarunum og vinnurekandi í landinum somu rættindi ella treytir. 

Lóggávan er lóggáva til frama fyri einstøk feløg og einstaklingar. Og hon fer at skapa eitt fámannaveldi í Føroyum, har landsins og fólksins virðir og ognir verða savnað á so fáum hondum, at neyvan nakað samfelag í heiminum kann samanberast við hetta.

Næsta stigið í hesum ráni av fólksins ogn, er broytingaruppskotið sum er lagt fram.

Nú er ætlanin við hesum uppskoti:

  • At øll fiskirættindi skulu kunna keypa og seljast endaliga privat millum tey, ið hava fingið rættindini frá landinum. 
  • Landsstýrismaðurin skal fáa heimild at býta út kvotur og rættindi eftir egnum høvdi, umleggja tey til varandi rættindi hjá feløgum og einstaklingum. Og tey kunnu selja tey víðari dagin eftir fyri hundraðtals milliónaupphæddir ella milliardaupphæddir. Eisini til útlendingar.
  • Fiskirættindi kunnu seljast í bitum og fyri skiftandi tíðarskeið og endaliga. Reiðarí kunnu virka sum privatar uppboðssølur. 
  • Fiskirættindi kunnu arvast til fólk, ið ongantíð hava sett sín fót á eitt skipsdekk ella hava sæð ein stert, sum kunnu selja tað víðari dagin eftir.
  • Veiðiloyvi skulu leggjast á skip – men fiskirættindi kunnu seljast úr felagnum. Men frameftir kann so veiðiloyvið sjálvt seljast sum eitt atgongumerki at koma inn í fiskivinnuna – hóast onki virði er skapt.
  • Í hesum uppskoti verður aftur lóggivið beinleiðis við singulerari lóggávu til úrvald og einstøk reiðarí, ið standa tingmonnum í samgonguni nær:
  • Fiskidagar verða tiknir beinleiðis úr bólki 4 til eitt einstakt reiðarí í bólki 3.
  • Tey reiðarí, ið keyptu norðhavssild á uppboðssølu í 2018 og 2019 – og vunnu kappingina ímóti øðrum – skulu nú av órannsakiligum orøkum við lóg fáa eina hækking í teimum kvotum tey keyptu – fyri eitt minni gjald.
  • Tær kvotur av uppsjóvarfiski, sum  skuldu vera til vinnuligar royndir og verkætlanir, verða nú minkaðar.
  • Og nú skal alt hetta keypast og seljast mium privat og við útlendskum ognarluti. 
  • Tað er eitt fyrstahondsvirði uppá minst 30-35 milliardir krónur, ið kann spekulerast og keypast og seljast privat komandi árini.  

Hetta lógaruppskot fær avleiðingar fyri øll komandi ættarlið av føroyingum. Tað má undir ongum umstøðum samtykkjast.

Tí verður skotið upp at strika allar broytingar uttan nr. 19, ið snýr seg um at krevja veiddan fisk seldan á góðkenda uppboðssølu. Og nr. 21, ið snýr seg um at royndarloyvi kunnu latast í 5 ár heldur enn 3 ár.

 

Serligar viðmerkingar 

 

Til nr. 1:

Her verða allar broytingar strikaðar, uttan uttan nr. 19, ið snýr seg um at krevja veiddan fisk seldan á góðkenda uppboðssølu. Og nr. 21, ið snýr seg um at royndarloyvi kunnu latast í 5 ár heldur enn 3 ár.

Til nr. 2:

Her verður bert ásett gildiskoma. Og loyvi at avhenda rættindi endaliga verður strikað. 

Á løgtingi, 24. juni 2020

Vegna Tjóðveldi

Høgni Hoydal

Høgni Hoydal

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X