Lýsing

ALS-Koronaskipanin – hvat hendir tann 30. juni?

Koronaskipanin í ALS eigur at leingjast nakað fyri at tryggja arbeiðspláss, og landið eigur at gjalda. Men fremst av øllum mugu løntakarar og vinna fáa greitt at vita, hvat landsstýrið ætlar, nú skipanin fer úr gildi um bert tvær vikur. 1700 fólk vita hvørki, um tey eru keypt ella seld.  

Um 14 dagar gongur serliga koronaskipanin hjá ALS út. Í dag eru fleiri enn 1700 fólk knýtt at hesi skipan, umframt alskyns fyritøkur og arbeiðsgevarir kring alt landið. Hesi verða sett í tað ótolandi støðu, at tey slett ikki vita, hvat fer at henda um tvær vikur. Signalini frá landsstýri og samgongu ganga í allar ættir.

Landsstýrið er komið við einum lógaruppskoti, har landsstýrismaðurin í vinnumálum, Helgi Abrahamsen, biðjur um heimild til at leingja skipanina. Men hann sigur seg vera ímóti at nýta hesa heimildina, uttan so, at stýrið fyri ALS sigur ja. Men stýrið hevur longu sagt nei. Tískil biður landsstýrismaðurin um heimild, hann ikki ætlar sær at brúka. 

Alt bendir sosatt á, at landsstýrismaðurin er komin í Løgtingið við uppskotinum fyri at keypa sær frið í samgonguni. Fleiri samgonguumboð funnist í dag eins nógv at hesum, sum umboð fyri andsstøðuna. Tí sjálvandi eigur landsstýrismaðurin ikki at leggja fyri tingið eitt uppskot, hann sjálvur er ímóti. Enn einaferð. 

 

ALS-stýrið mælir greitt frá at leingja koronaskipanina. Hetta er væl skilligt, tí ALS verður álagt at rinda allan kostnaðin. Og tað er ikki rímiligt, tí arbeiðsloysisskipanin er sett á stovn fyri at tryggja tey arbeiðsleysu, og stýrið má sjálvandi tryggja, at fíggjarorka er til at lofta einum longri arbeiðsloysi, sum kann fara at vaksa munandi. Tjóðveldi heldur tað vera rætt at leingja koronaskipanina í ALS, til dømis tveir mánaðir afturat, so arbeiðsplássini koma trygg gjøgnum koronakreppuna. Men, landið eigur at bera kostnaðin. 

“Hetta snýr seg um at tryggja arbeiðspláss. Hetta snýr seg um at bera arbeiðsplássini og løntakararnar ígjøgnum koronakreppuna – tað er løntakarin, sum má vera í fokus. 

  Øll tey, ið eru í koronaskipanini, mugu fáa at vita, hvat hendir um 14 dagar. Fer skipanin úr gildi og gerast tey arbeiðsleys? Arbeiðsgevarar mugu vita, hvat hendir um 14 dagar. Og Løgtingið má vita, hvat hendir við skipanini um 14 dagar. 

  At biðja um eina heimild, sum landsstýrismaðurin kortini ikki ætlar at brúka, er at halda bæði løntakaran, vinnuna og Løgtingið fyri gjøldur!” sigur Bjørt Samuelsen, framsøgukvinna fyri Tjóðveldi. 

Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad