Lýsing

Vit vilja eina føroyska løgreglu!

Tjóðveldi hevur lagt uppskot fyri tingið um at taka løgregluna undir føroyskt ræði

Í skugganum av koronakreppuni hava landsstýrið og samgongan tíverri valt at trýsta eina røð av stórum prinsippiellum málum gjøgnum Løgtingið. Ongin verulig viðgerð er farin fram av hesum – hvørki í Løgtinginum, í fjølmiðlunum ella í almenninginum annars. Flestu føroyingar munnu vita lítið og onki um, hvat fer fram.

Tvær av hesum lógum, eru danska politilógin og ein donsk lóg um fregnartænastuna hjá danska politinum – PET.

Føroya Løgting hevur ongantíð áður samtykt at geva einum útlendskum valdi heimildir til slík víðfevnd og ógvuslig inntriv mótvegis føroyskum borgarum.

Vápn, avlurting og danskt hervald móti føroyskum borgarum
Nýggju lógirnar geva donskum myndugleikum heimildir til millum annað:

At nýta skotvápn, stavar, hundar, gass og piparspray móti fólki í Føroyum – eisini hóast tey bert gera passiva mótstøðu, so sum eitt mótmælistiltak kann vera.
At danski fútin og politileiðslan í Keypmannahavn kann senda boð eftir danska herinum og donskum hermonnum við vápnum at koma til Føroya at nýta vald og handtaka føroyingar í Føroyum.
At danski løgmálaráðharrin kann gera politiviðtøkur fyri hvørja einstøku kommunu í Føroyum uttan at spyrja løgting ella landsstýri eftir.
At danska fregnartænastan PET kann avlurta og skráseta virksemi hjá øllum føroyskum borgarum og hjá øllum føroyskum myndugleikum – eisini sum tað verður nevnt í §16, at skráseta og avlurta lógligt politiskt virksemi.
At PET kann enntá við lógini eisini avlurta og skráseta alt virksemi og samskifti hjá Landsstýrinum, Løgtinginum og øllum almennum stovnum í Føroyum.
At danskir myndugleikar kunnu avlurta, skráseta og handtaka fólk ella felagsskapir, ið eru ein hóttan ímóti áhugamálunum og suverenitetinum hjá danska statinum. Tað vil siga eisini hjá øllum okkum, ið vilja einar sjálvstøðugar Føroyar.

Fólkaræði og vald
Ongin ivi er um, at danskir myndugleikar longu higartil av sínum eintingum hava tilskilað sær rættin til at gera júst sum teir vilja í øllum politimálum, í hernaðarmálum og viðvíkjandi avlurting í Føroyum. Tað er eisini skilligt, at Politistafelag Føroya hevur sagt seg vilja hava eini politilóg, ið greitt tilskilar, hvat løgreglufólk hava heimildir til í sínum starvi.

Men nú hevur so ein stórur meiriluti á Føroya Løgting – tingfólk, sum eru vald av Føroya fólki at umboða teirra rættindi og áhugamál – á fyrsta sinni samtykt tvær lógir, ið geva útlendskum myndugleikum hesar ógvusligu heimildir mótvegis okkara egnu borgarum. Uttan nakra viðgerð. Uttan nakra viðmerking. Uttan nakað broytingaruppskot um føroysk viðurskifti ella møguleikan hjá føroyskum myndugleikum at hava avgerðarrætt ella ávirkan.

Í dag hava føroyingar onki fólkaræðisligt amboð mótvegis virkseminum hjá løgregluni. Øll embæti og allar avgerðir eru undir donskum ráðharrum og leiðarum. Og ein øgilig miðsavning av valdinum er farin fram, síðani sonevndi “politireformurin” varð trýstur ígjøgnum í 2005.

Føroyar gjørdar til danskan “politikreds”
Søguliga varð løgreglan skipað undir kommununum og undir føroyskum málsræði við sýslumonnum úti í økjunum. Í fimmtiárunum gjørdu Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin av at flyta málsøkið til Danmarkar. Framvegis vóru tó sýslumenninir lokalir leiðarar fyri løgregluna úti um landið. Teir høvdu bæði løgregluuppgávurnar og aðrar uppgávur sambært gamlari føroyskari lóg og siðvenju – tildømis við grindaskifti, grannastevnum, landbúnaðar- og friðingarmálum, at gifta fólk borgarliga o.s.fr.

Við politireforminum og nýggju lógunum nú, eru Føroyar gjørdar til ein danskan “politikreds”, stýrdur úr Keypmannahavn – eins og Sønderjylland ella Bornholm. Leikluturin hjá sýslumonnunum er ruddaður burtur í løgregluarbeiðinum, og føroysk løgreglufólk hava mist alla veruliga ávirkan á leiðsluuppgávur.

Fleiri bygdir og øki hava longu mist nærtænusturnar hjá løgregluni – og gongdin heldur bara fram. Nærum allar avgerðir og samskifti hjá løgregluni í Føroyum fer nú fram umvegis Keypmannahavn.

Nú hevur Løgtingið samtykt at geva alla ávirkan hjá føroyingum frá sær og við lóg gjørt gomlu føroysku løgregluna til eitt mál um valdsamboð, vápn, hermegi, avlurting og skráseting hjá donskum myndugleikum mótvegis føroyingum.

Hetta hvørki kunnu ella mugu vit góðtaka.

Løgreglan takast heim undir føroyskt fólkaræði
Vit mugu taka løgregluna heimaftur til Føroya og undir føroyskt ræði.

Tjóðveldi legði longu í mars mánaða – áðrenn korona og áðrenn vit kendu til nýggju lógirnar – lógaruppskot fyri tingið um at heimtaka løgregluna, ákæruvaldið, marknaeftirlitið og brotsmálaumsorganina.

Uppskotið verður viðgjørt á tingi beint eftir ólavsøku.

Lógaruppskotið er bygt á gjølligar fyrireikingar og drúgt arbeiði.

Føroyar eru fult førar fyrir við dugnaligum fólki og serfrøði at reka og skipa føroyska løgreglu og at samstarva við myndugleikar og stovnar í øðrum londum og við altjóða stovnar um tey mál og tær reglur, ið tørvur er á.

Í 2003 – undir fullveldissamgonguni – vóru føroysk og donsk embætisfólk liðug at samráðast um, hvussu hesi mál koma undir føroyskt ræði, og hvussu tey kunnu skipast. Fyrireikingararbeiðið er sostatt gjørt, og nú restar bert at fremja tað í verki.

Frágreiðingin frá samráðingunum í 2003 viðger gjølla spurningar um, hvussu føroyska løgreglan og ákæruvaldið kann skipast við opinleika, gegni og rættartrygd og í samstarvi við onnur lond og altjóða stovnar.

Lógaruppskotið hjá Tjóðveldi viðger eisini teir eyðsýndu demokratisku fyrimunirnar við eini føroyskari løgreglu:

– Ein føroysk løgregla kann skipast, ið ikki leggur seg undir ta sentralisering, sum er farin fram og fer fram í donsku løgregluni, og sum rakar Føroyar í løtuni.
– Føroyska løgreglan kann skipast við at leggja dent á nærleikan hjá løgreglu úti í økjunum – og Tjóðveldi mælir til, at støðir og lokalir leiðarar verða skipað aftur í sýslunum kring landið – í Vágunum, Sandoynni, Eysturoynni og í Norðstreymi.
– Viðvíkjandi brotsmálaumsorgan er eisini stórur tørvur á at skipa eitt veruligt føroyskt fongsulsverk.

Lógaruppskotið kann lesast her:

https://logting.fo/casenormal/view.gebs?menuChanged=16&type=0&caseNormal.id=4652

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X