Lýsing

Tóm lyfti og føgur orð

Sjálvsavgerðarrættur! Fyri nógv kann tað ljóða sum eitt fløkjasligt og kanska ósexutt orð. Men tað hevur sera stóran týdning fyri framtíðina hjá føroyingum.

Men í seinasti fólkatingsskeiðið varð avdúkað, at Danmark ongantíð hava fráboðað føroyska sjálvsavgerðarrættin til ST.  Hetta er yvirhøvur ikki í lagi! Hetta vísir samstundis, at tað hevur týdning at hava eitt tjóðveldisumboð á Fólkatingi. Eitt umboð, sum spyr spurningar, sum danska stjórnin helst vil sleppa sær undan. Hetta hevur Magni Arge gjørt seinastu fýra árini.

Hóast danskir forsætismálaráðharrar hava sagt, at um Føroyar vilja loysa, so stuðlar teir tí, so er hetta ikki annað enn føgur orð. Eitt munnligt lyfti er ikki tað sama sum eitt skrivlig fráboðan til altjóða stovnin ST.

Fólkatingssessurin skal brúkast til at tryggja Føroyum betri rættindi. At vit fáa føroyska sjálvsavgerðarrættin staðfestan tryggjar okkum, at loysingartilgongdin verður uttan stríð við donsku stjórnina og at vit harvið kunnu hava eitt gott vinasamband á jøvnum føti við Danmark.

Løgtingið hevur samtykt føroyska sjálvsavgerðarrættin, so nú manglar bara at hann verður staðfestur. Verður Tjóðveldi valt á Fólkating, so fara vit áhaldandi at stríðast fyri, at rætturin hjá okkum at avgera um og nær vit vilja loysa, verður staðfestur og fráboðaður ST!

Hervør Pálsdóttir, fólkatingsvalevni Tjóðveldis X við E

Føroyar lúka treytirnar hjá ST fyri sjálvsavgerðarrætti; at sjálvi eiga rættin at skipa síni viðurskifti.

Hervør Pálsdóttir

Deil hesa grein umvegis
468 ad