Byggið bíligari uttanlands

Vit mugu tora at hugsa púra ótradisjonelt, um bústaðartrupulleikin skal loysast, so fólk fram eftir hava ráð at festa búgv allastaðni í Føroyum, og uttan at skattaborgararnir skulu rinda ov nógv eyka.

Tí mugu vit fáa framt stóran part av byggiarbeiðnum í londum, har lønir og tilfar eru bíligari, men undir serkønari føroyskari leiðslu.

Hetta var kjarnin í mínari røðu í Løgtinginum í dag, tá eitt uppskot hjá Sjálvstýri um at geva kommununum heimild at útvega leigubústaðir var viðgjørt.

Her er røðan:

Harra formaður

Vit mugu hugsa ótradisjonelt fyri at loysa bústaðartrupulleikan í landinum, sum eg haldi vera sera ávarsligan.

Stóri trupulleikin er, at tann eini bústaðarmøguleikin, ið alla aðrastaðni er ein týðandi partur av bústaðarmarknaðinum, at kalla ikki eksisterar í Føroyum. Nevniliga ein skipaður leigumarknaður. Og tað er galdandi fyri bæði almennar og privatar leigubústaðir.

Tí er tað eisini sera átrokandi at fáa gjørt okkurt munagott við trupulleikan, so fólkavøksturin ikki steðgar, og so bústaðarstøðan hjá teimum, sum longu búgva her, verður tryggari.

Nú veit eg ikki, um avvarandi landsstýrisfólk eisini arbeiðir við at víðka heimildirnar hjá kommununum at byggja leigubústaðir, men um ikki, so dámar mær grundleggjandi væl hetta uppskotið hjá Sjálvstýri, sjálvt um tað einsamalt ikki loysir trupulleikan

Hvussu løgfrøðiliga dygdin er, og hvussu aðrir formligir lutir í uppskotinum skikka sær, tað veit eg tó ikki. Uppskotið er jú smíðað av tveimum løgtingslimum, og teir hava onga umsiting við serligum fakligum førleikum at hjálpa sær, soleiðis sum eitt landsstýrisfólk hevur.

Men kjarnin í uppskotinum, at geva kommununum heimild at útvega leigubústaðir, er helst góður. Eg havi tó ilt við at fáa eyga á nakran brennandi áhuga í kommununum fyri at fáa hesa heimildina. Við fáum undantøkum.

Sjálvur haldi eg eisini, at við heimildini eigur at fylgja ein skylda hjá kommununum til innan ávísa freist at kunna ávísa fólki uttan tak yvir høvdið ein bústað.

Høvuðsørsøkin til, at kommunurnar ikki longu hava hesa heimild, er, at politiski myndugleikin hevur verið bangin fyri, at tað fór at elva til ójavna kapping við privata bústaðarmarknaðin.

Eg haldi tó, at vit mugu staðfesta, at privata vinnan ongantíð hevur sýnt áhuga fyri at byggja leigubústaðir. Áhugin hevur heldur ikki verið har hjá teimum, ið varða av til dømis ríkum pensjóns- ella fakfelagskassum.

Men eitt er at geva kommununum hesa heimildina, eitt annað er, hvussu hon so verður brúkt.

Tí málið má vera, at útboðið av leigubústøðum verður størri, samstundis sum leigukostnaðurin fæst í eina legu, sum er hóskandi fyri tann samfelagsbólkin, sum hevur leigubústaðir mest fyri neyðini.

Soleiðis sum kostnaðstøðið er á føroyska bústaðarmarknaðinum í løtuni, ber illa til hjá fólki í láglønarbólkunum at festa búgv yvirhøvur.

Tað eru jú serliga lágløntar familjur og kanska einligar mammur, ið ikki hava nóg stóra inntøku til at fáa fígging til húsakeyp ella húsabygging, sum hava mest átrokandi tørv á leigubústøðum. Og tey, ið kanska júst eru liðug við eina útbúgving ella onkursvegna eru á einum vegamóti í lívinum, har tey hava brúk fyri at kunna leiga sær bústað eina tíð. Og, ikki minni, eldri fólk, ið fegin vilja úr teirra stóru húsum og inn í smærri íbúðir at búgva. Fleiri eldraíbúðir høvdu tí eisini leysgivið eitt stórt potensjali á sethúsamarknaðinum og verið við til at bremsa himmalferðini hjá húsaprísunum.

Ein onnur fyritreyt fyri, at Løgtingið fer at rudda slóð fyri kommunalari bústaðarbygging, má vera, at talan verður um byggiverkætlanir, sum fíggjarliga kunnu bera seg sjálvar. Tí Kaj Leo Holm Johannesen hevur púra rætt í, at tað ikki er rætt, at senda teimum eina eyka skattarokning, sum sjálv hava spent seg sera hart fyri fíggjarliga fyri at byggja ella keypa sær hús. Ella at kommunurnar spenna seg so hart fyri at byggja leigubústaðir, at tað gongur út yvir aðrar kjarnuveitingar, sum kommunurnar varða av.

Tí er tað, at eg haldi, at vit mugu tora at hugsa púra ótradisjonelt fyri at fáa bilbugt við bústaðarneyðini og samstundir tryggja, at tað eisini ber til hjá vanligum føroyingum at búgva her. Tá hugsi eg sjálvsagt um prísin.

Kundi eitt boð upp á eina loysn so ikki verið, at politiski myndugleikin – bæði tann landspolitiski og tann kommunali – og føroyskir byggimeistarar taka lógvatak og fáa gjørt ein stóran part av byggiarbeiðnum uttanlands?

Byggielementir kundu verið framleidd í londum, har arbeiðsloysið í byggivinnuni er stórt. So hjálpa vit samstundis á staðnum. Og bæði grundlønir og byggitilfar eru eisini væl bíligari í teimum londunum, sum eg kann koma í tankar um í so máta.

Og fyri tað, at talan er um elementir, og kostnaðurin fæst so langt niður, sum til ber, so kann talan tó sagtans verða um bygging á høgum kvalitetsstøði og høgum estetiskum støði, snikkað til føroyska umhvørvið.

Eg spyrji, tí eg veit ikki, hvussu væl tann møguleikin er kannaður, um hann yvirhøvur er. Eg hugsi jú ikki um innflutningin av elementum og typuhúsum, sum hevur verið vanligur í áratíggju, men um bygging, ið fer fram uttanlands, men sum kønir føroyskir byggimeistarar standa fyri.

Tað er týdningarmikið, at føroyskir byggimeistarar eru við í slíkum verkætlanum, tí teir hava servitanina um, hvat krevst av bygging í Føroyum við atliti til lendi og veðurlag.

Hetta kundi verið ein máti at bygt øll sløg av bústaðarbygging, ikki bara leigubústaðir.

Sjálvsagt er hesin leisturin hugsaður sum ein fyribils loysn; sum ein neyðloysn at loysa ein akuttan trupulleika uttan at hita okkara egnu byggivinnu enn meira, enn hon longu er, og ikki minni fyri at halda byggikostnaðinum og harvið leigukostnaðin hjá leigarunum niðri. Tí annars er onki vunnið.

Tá javnvág einaferð aftur verður á føroyska byggimarknaðinum, eigur sjálvsagt ikki at vera neyðugt at leita sær uttanlands at byggja.

Ingolf S. Olsen
løgtingsmaður, Tjóðveldi

Ingolf S Olsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad