Lýsing

Føroya flagg sum donsk propaganda

Danska forsætismálaráðið hevur gjørt av at flagga við Merkinum ólavsøkudag 29. juli og grønlendska flagginum á grønlendska tjóðardegnum 21. juni. Ætlanin er heilt eyðsýnt at royna at tekkjast føroyingum og grønlendingum í eini roynd at skapa eina mynd av fólskligari virðing fyri Føroyum og Grønlandi.

Tíverri sæst tann hugburðurin ikki aftur, tá tað snýr seg um at nýskipa viðurskiftini í tí sokallaða ríkisfelagsskapinum, so hann veruliga umboðar javnsettar partar.

Stjórnin heldur fast um trongu uttanríkispolitisku lógina, hevur longu saboterað grundlógina eina ferð og avdúkaði í makrelstríðnum, at Danmark tekur ES fram um Føroyar, tá á stendur. Men tað hevur týdning fyri Danmark at varðveita valdið yvir Føroyum og Grønlandi, tí júst tann støðan gevur Danmark uttanríkispolitiska tyngd í Arktis.

Vit hava ongantíð fyrr havt ein forsætismálaráðharra, sum hevur verið so tætt knýttur at Føroyum sum Lars Løkke. Tí ivist eg ikki í, at ha

Magni Arge

Deil hesa grein umvegis
468 ad