Lýsing

Magni Arge tekur fyritíðarpensjónir upp á fólkatingi

Magni Arge hevur í dag spurt danska arbeiðsmarknaðarráðharran, hvat hann ætlar at gera fyri at javnseta fyritíðarpensjónistar, sum flyta millum Danmark og Føroyar við teir, sum flyta millum Norðurlond.

Seinastu vikurnar hava við sæð dømi í Føroyum, har fyritíðarpensjónistar, sum flyta millum Føroyar og Danmark ikki hava somu rættindi, sum um teir flyta millum Føroyar og onnur Norðurlond. Tað hevur verið arbeitt við hesari avbjóðing millum Føroyar og Danmark í eina tíð, og nú tað aftur síggjast konkretar avbjóðingar á økinum, vil Magni Arge, fólkatingsmaður fyri Tjóðveldi, fegin hava at vita, hvat Jørn Neergaard Larsen, arbeiðsmarknaðarráðharri, kundi hugsað sær at gjørt við spurningin.

Sjálvur spurningurin er soljóðandi: Har ministeren tænkt sig at iværksætte tiltag for at ligestille færøske og danske førtidspensionister, så de kan få overført deres pensioner mellem Færøerne og Danmark efter samme principper, som er gældende, når førtidspensionisterne flytter til andre nordiske lande efter den nordiske konvention om social sikring?

Freistin at svara spurninginum er seks gerandisdagar.

Magni Arge

Deil hesa grein umvegis
468 ad