Lýsing

Løkke: Danmark hevur bert ein uttanríkispolitikk

Magni Arge, fólkatingslimur, spurdi í dag forsætisráðharran Lars Løkke Rasmussen, um Danmark vil virka við til, at Føroyar fáa størri sjálvstøðugt vald á uttanríkispolitiska økinum. Løkke svaraði, at tað ber ikki til, tí Danmark hevur bert ein uttanríkispolitikk.

– Hetta vísir eina gamla, imperialistiska tankagongd, har áhugin hjá Danmark altíð vinnur á møguleikanum hjá føroyingum at menna okkara handilspolitisku samstørv, sigur Magni Arge, fólkatingsmaður.

Hetta tóktist eisini vera ein endurtøka av orðunum hjá danska uttanríkisráðharranum fyri tíð síðan, tá hann segði, at Danmark var ein tjóð, ein rødd og hevði ein uttanríkispolitikk.

Handilspolitiska sambandið millum Føroyar og Danmark er skapt av søgu. Ein søga, sum førdi til, at Danmark bleiv limur í ES, meðan Føroyar vóru verandi uttanfyri. Ein søga, sum hevur havt við sær, at samhandil millum Føroyar og Danmark verður stýrdur av einari handilsavtalu millum Føroyar og ES. Og ein søga, sum hevur merkt, at Danmark fyri tveimum árum síðan luttók í størsta handilspolitiska áganginum móti Føroyum síðan seinni heimsbardaga.

– Hetta vísir heilt greitt, at tá tað snýr seg um verja føroysk áhugamál, so eru tað einans vit føroyingar, sum meta hetta hægst. Fyrst tosaði uttanríkisráðharrin um “én nation, én udenrigspolitik og én stemme”, og nú endurtekur forsætisráðharrin tað sama. Tað merkir, at danir flyta seg bara, um vit føroyingar sjálvir standa saman og halda á at gera okkara rætt galdandi. Tvey dømi um hetta eru fiskimarkið og ósemjan um pelagisku fiskasløgini, sigur Magni Arge.

Magni Arge

Deil hesa grein umvegis
468 ad