Lýsing

Gávubúðin skal steingjast

Á valfundi í Runavík her fyri, stóð Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri, við nøsini hægst og rópti og geylaði. Hann hevði ongantíð latið nøkrum eitt einasta veiðiloyvi, var boðskapurin. Sama boðskap hevur hann júkað upp í saman í áravís, hvørja ferð onkur setur spurnartekin við politisku útlutingina av okkara náttúruríkidømi, grundarlagnum undir okkara búskapi.

Journalistar og flestu mótstøðufólk í panelinum í Runavík kendu ikki mun á veiðiloyvum, fiskiloyvum, fiskidøgum og kvotum, so Vestergaard hevði lætt spæl.

Hann leyg heldur ikki beinleiðis, tí tað er rætt, at hann ikki hevur útskrivað nakað nýtt veiðiloyvi í síni ráðharratíð – tað kann hann nevniliga ikki uttan víðari (annars hevði hann heilt sikkurt gjørt tað).

Menn hann útskrivar kvotur, sum tað lystir honum. Og hann hevur, síðani uppsjóvarævintýrið byrjaði, skrivað út kvotur fyri milliarda virði.
Tað kann hann, ja tað skal hann faktiskt, eftir verandi fiskivinnuskipan. Og tað vil Vestergaard fegin sleppa at halda áfram við at gera.

Men tað skal hann ikki sleppa. Tað skal ongin sleppa.

Tí SKAL ein fiskivinnunýskipan fremjast í snarheit.

Tað vil Tjóðveldi, og tað vil eg.

Ingolf S. Olsen
løgtingsvalevni hjá Tjóðveldi

 

Ingolf S Olsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad