Lýsing

Hjúnaðarbandslógin definerar ikki eitt Tjóðveldisfólk

Eftir at hava sæð valfundin í Trongisvági um broyting av hjúðnarbandslógini, so meti eg, at tað er rætt av mær at koma við einum úttalilsi hesum viðvíkjandi.

Fólkið fekk eina fatan av, at flokkurin er fullsamdur um øll hjúnarbandsviðurskifti. Hetta er ikki heilt rætt. Í Tjóðveldi stendur tað upp til hvønn einstakan lim, at hava sína egnu hugsan um hesi viðurskifti.

Undirritaði, sum er valevni fyri júst Tjóðveldi, er ímóti at broyta hjúnaðarbandslógina.

Nógv fólk spyrja meg, hví eg so stilli upp fyri Tjóðveldi, tá eg ikki taki undir við at broyta hjúnarbanslógina.

Hjúnarbandslógin definerar ikki eitt tjóðveldisfólk.

Tjóðveldi er MEIRI enn hjúnarbandslógin.

Tjóðveldi er einasti rætti loysingarflokkurin í Føroyum.

Tjóðveldi arbeiðir fyri eini føroyskari grundlóg

Tjóðveldi arbeiðir fyri tey miðal- og lágløntu.

Tjóðveldi arbeiðir fyri eini fiskivinnunýskipan, sum gevur vinnulívsfólki, landinum og ikki minst Føroya fólki bestu úrslit.

Lat okkum standa saman um Tjóðveldi, og vísa Føroya fólki at Tjóðveldi er MEIRI enn bara hjúnarbandslógin.

Títt valevni í Tjóðveldi

Jógvan í Skorini

Jógvan í Skorini

Deil hesa grein umvegis
468 ad