Lýsing

NÚ HAVA VIT MØGULEIKAN

Um eina viku er løgtingsvalið, og eg vóni, at fólkið talar líka greitt á hesum valinum sum á… fólkatingsvalinum 18. juni, tí Føroyum tørvar eina nýggja kós.

Í fýra ár hevur fólki longst eftir eini nýggjari leiðslu í Tinganesi, sum savnar tjóðina um felags virðir og eina felags kós heldur enn at elva til spjaðing, sjálvsøkni og niðurlaðing av samfelagsligum grundsúlum.

Okkum tørvar eina nýggja kós, sum birtir vón. Eina vón um, at okkara hugburður røkkur til at hugsa um heildina og tey, sum koma aftan á okkum, heldur enn bara at hugsa um mettuna í dag og renna ørindir fyri nøkur fá.

Eina vón um, at vit megna at skipa okkara samfelag, so rúm bæði er fyri framfýsnum vinnuligum virksemi, grundleggjandi samfelagsligum tænastum og umsorgan fyri teimum, sum hava tørv á stuðli.

Eina vón um eitt samfelag, sum virðir hvørt einstakt menniskja, teirra skapandi evnir og teirra avrik, tá tey eldhugað leggja orkuna í at geva sítt íkast til heildina hvørt á sínum øki.

Vit eiga heimsins bestu alivinnu, frálandavinnan blómar, uppsjóvarvinnan drívur á, ferðavinnan veksur, byggivinnan stendur seg alsamt betur, íverksetararnir fjølgast, mentanin osar av sjálvsáliti, og ítróttafólkini skapa stór brøgd.

Trúgvin á egnan mátt og megi í Føroyum er størri enn nakrantíð.

Men ikki í Tinganesi, tí har bóðu teir um meira blokk, øktu landskassaskuldina við einari miliard, avtóku Landsbankan og tømdu Búskapargrunnin, ætlaðu at avreiða Skálafjørðin til útlendskar spekulantar og forsømdu at tryggja fiskiríkidømið á føroyskum hondum.

Næsta landsstýrið skal virðismeta megina í fólkinum og ikki prædika máttloysi. Tað skal gagnnýta ta megi, sum altíð hevur búð í føroyingum, og greiða gøtuna fyri einum sjálvbjargnum Føroyum og bera so í bandi, at fólkið fær høvi at taka støðu til eina føroyska grundlóg.

Vit skulu politiskt trína fram á heimspallin sum sjálvstøðug tjóð og kasta hjálandahamin av okkum. Nú hava vit møguleikan, og latið okkum brúka hann, so vit sleppa undan tí skomm at skula hátíðarhalda 1.000 ára dagin sum ófræls tjóð í 2035.

Magni Arge

Deil hesa grein umvegis
468 ad