Um at vera ungur og grønur
Umhvørvispolitikkur verður alt ov ofta gloymdur í Føroyum, bæði frá kommunalari og landspolitiskari síðu. Tað er vón fyri framman, nú SEV hevur samtykt, at øll elframleiðslan skal vera grøn í 2030, og tað er gleðiligt. Men Tórshavnar kommuna eigur at seta sær sum eitt aðalmál, at gerast ein veruligur grønur miðdepil. Grøn orka og orkupolitikkur sum heild, verður ofta settur upp sum nakað, ið kostar nógv, og sagt verður, at “Føroyar er...
Vit tryggja góðu kósina!
Fleiri og fleiri velja Klaksvíkar kommunu sum sín heimstað, tí vit eru á góðari kós. Við ferð flyta vit okkum inn í framtíðina, miðið er framburður og ýtini eru trivnaður og ymiskleiki. Sum størsti flokkur í býráðssamgonguni hevur Tjóðveldi seinastu fýra árini verið garantur fyri kósini – og vit vilja framhaldandi gera tað upp aftur betur at liva og virka í Klaksvíkar kommunu. Hetta gera vit í góðum samstarvi við vinnulív, eldsálir og...
Bardagin ímóti rúsevnum
Seinastu tíðina hevur Sosialurin varpað ljós á ung og rúsevnir, og í gjárkvøldið varð skipað fyri pallborðsfundi um evnið í Miðlahúsinum. At hetta er ein trupulleiki, ið skal takast í álvara, fingu vit umleið hálvtannaðhundrað áhoyrarar fleiri ítøkilig dømi um á tí stívliga tveir tímar langa fundinum, sum eisini varð sendur beinleiðis á Rás 2. Hugaligt var tó samstundis at hoyra umboð fyri løgregluna staðfesta, at talan tíbetur ikki...
Kommunupolitikkur stóran týdning
Kommunupolitikkur stendur hjá mongum borgarum í skugganum av landspolitikki. Orsøkin er helst, at fjølmiðlarnir gera nógv meiri burturúr lands- enn kommunupolitikki. Nógvar kommunur gera heldur ikki serliga nógv við at kunna borgarar og onnur um tað, sum tær fáast við, hóast tøkniligu amboðini til tess ongantíð hava verið betri enn í dag.. Hóast hetta, er tað umráðandi at fáa bæði ung og eldri at skilja, at kommunupolitikkur er...
Annar uppstillingarfundur í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag
Annar uppstillingarfundur verður hóskvøldið tann, 25. august, kl. 19.30 í hølunum hjá Havnar Arbeiðskvinnufelag í Bøgøtu í Tórshavn
Flaggrøða hjá Jóhann Lützen
Jóhann Lützen, býraðslimur, helt flaggdagsrøðuna í Klaksvík í ár: Góðu klaksvíkingar, góðu norðoyingar, góðu føroyingar! Tað er mær ein serligur heiður at fáa høvi at halda flaggdagsrøðu í heimbýi mínum, Klaksvík. Takk til KFUM & -K-skótarnar fyri áheitanina og álitið. Vit eru savnað her í dag at heiðra merki okkara – tí føroyska flagginum. Eitt symbol, ið hevur havt altjóða viðurkenning í 76 ár, júst í dag. Tað vóru tríggir ungir...