Bjørg Brynhildardóttir Egholm

Eg eiti Bjørg Brynhildardóttir Egholm og búgvi í Havn. Dagliga arbeiði eg sum hjálparfólk í frítíðarskúlanum og virkishúsinum fyri børn og ung í Margarinfabrikkini. Eg havi leingi fylgt væl við í føroyskum politikki, og stillaði eisini upp til kommunuvalið í 2024 fyri Kommunulistan.
Nú havi eg tikið avgerð um at stilla upp til Løgtingsvalið 2026 fyri Tjóðveldi. Leingi var eg í iva um eg yvirhøvur skuldi stilla upp.

Eg havi ofta verið ónøgd við føroyska politikkin. Men eg kom til ta niðurstøðu, at um eg haldi okkurt vera skeivt, so havi eg eisini eina ábyrgd at royna at broyta tað. Eg havi nógv hjartamál. Men tað eg sakni mest í føroyskum politikki er nýhugsan, erligheit og dirvi.

Eg stilli ikki upp fyri at tryggja mær ein sess fjórða hvørt ár. Eg stilli upp fyri at vísa á míni hjartamál, skapa gjøgnumskygni fyri veljarunum og arbeiða fyri fleiri nýggjum og umboðandi røddum á tingi.

Serliga vil eg arbeiða fyri:
At løgtingið tekur maktina aftur frá seráhugamálunum.
At leigugjaldið (tilfeingisrentan) verður kravd inn fyri at skapa einar kappingarførar, sjálvbjargnar og burðardyggar Føroyar.At vit verða sjálvbjargin við REINARI orku á landi.
At vit verða verðins besta lestrarland. Tað ber til.
At vit regulera og steðga spekulatiónini á bústaðarmarknaðinum.
At vit fáa nýhugsan, stórar ambitiónir, erligheit og dirvi.

Eg ætli mær at arbeiða fyri teg, meg og Føroyar.