Vit, heimsborgarar í Føroyum...

14 January 2008
Skrivað hevur
Høgni Hoydal

Tað er sjálvandi rætt, sum listafólk føra fram. Mentanarpolitikkur í Føroyum er ikki til í løtuni.

Men samleiki og mentan er eitt av fimm hjartamálum hjá Tjóðveldinum – og sum einasti flokkur hava vit greiðan og ítøkiligan mentananarpolitikk í valskrá okkara.

Alt ov leingi hava vit latið samleika og mentan verið hjáputur í politisku raðfestingunum. Vit hava dúvað uppá tær eldsálir, sum ímóti øllum forsagnum og fíggjarvánum, sjálvboðin hava ment okkara mál, skapandi listargreinar, felagslív, ítrótt, mentanararv og mentanarstovnar.

Samleiki og mentan eru sjálv drívmegin og sálin, ið skapar okkum sum menniskju og sum fólk. Uttan tað, vóru Føroyar bert nakrir einsligir klettar í Norðuratlantshavi.

Samleiki og mentan er grundarlagið fyri øllum framburði í samfelagnum. Mentan er ikki óneyðug útreiðsla, men skapar okkum sjálvsálit, inntøkur og vinnumøguleikar so vit mennast sum einstaklingar, sosialt tilvitað menniskju og sum tjóð.

Tjóðveldi tvífaldaði mentanarjáttan
Tjóðveldi tvífaldaði mentanarjáttanirnar frá 1998-2002. Tað gjørdi veruligan mun – við Tjóðpalli, orðabókagerð, nýggjum Mentanargrunni við starvslønum, framtøkum fyri tónleik og yrkislist, bókasavnslóg, ítrótti, ferðastuðli til tiltøk uttanlands o.s..fr.

Síðani hevur staðið í stað. Tó so - vit hava sum einasti flokkur lagt røð av mentanarpolitiskum uppskotum á ting í andstøðu. Uppskotini um at hækka játtanina eitt vet til Tjóðpall, Mentanargrunn og Musikkskúla vunnu frama at enda. Og uppskotini um Týðaragrunn, málstevnunevnd og spælistøð til tónleikarar, vunnu eisini frama – men ongin uppfylging sæst frá landsstýrinum.

Nú skal syngjast annað lag. Tjóðveldi vil gera stórar íløgur í mentan og fara miðvíst at styrkja okkara mentan og samleika. Vit skulu vera errin av okkara mentanararvi og støðugt menna og nútímansgera okkum – sum føroyskir heimsborgarar. Og vit hava røð av ítøkiligum uppskotum, ið tit finna á okkara heimasíðu www.tjodveldi.fo – m.a. eisini um barna- og ungdómspolitikk.

Frælst og óheft mentanararbeiði
Men grundhugsjónin í okkara mentanarpolitikki er, at mentanarliga skapanin er fræls og óstyrd av partapolitiskum, hugsjónarligum og átrúnaðarligum seráhugamálum.

Tí taka vit greiða frástøðu frá royndum Miðfloksins at gera mentanarpolitikk til átrúnaðarligan stríðsspurning og hansara royndir at stýra mentanarligum virksemi politiskt.

Vit stuðla hinvegin eisini rættin hjá átrúnaðarligum bólkum, samkomum ella einstaklingum til sítt mentanarliga og skapandi virksemi – ið sjálvsagt eisini skal virka frælst og óstýrt og hava sama rætt og frælsi í mentanarpolitikki og mentanarjáttanum landsins.