Vildi heldur hoyra Clinton og Blix í Føroyum, sum við ágrýtninum og treystinum hjá Vinnuhúsinum, seta okkara hugsanir og ætlanir í eitt altjóða rúm og eina altjóð ábyrgd – og ikki inn í avmarkingarnar og forðingarnar í avoldaða danska heimastýrinum.
Lurtaði og hugdi tí umvegis sjónvarp.
Og mær dámdi væl tann altjóða partin av røðu Foghs. Haldi, at Danmark og danskur politikkur við hesi røðu, trein út úr inneftirvendu og trongu nationalistisku leiðini, sum hevur eyðkent danskan politikk í mong ár.
Fogh legði dent á at stríðast fyri fólkaræði, frælsi, javnrætti, óheftum búskapi – og ímóti ójavnanum millum fólk heimsins eins væl millum fólk í Danmark. Somuleiðis hevur Fogh kúvent í spurninginum um umhvørvi og veðurlagsbroytingar. Har hann áður av sínum eintingum fíggjaði ein stovn til Bjørn Lomborg, ásannar hann nú ta sterku semjuna millum heimsins vísindafólk um mannaelvdu dálkingina og krøvini um ógvislig tiltøk at minka um útlaátið av veðurlagsgassum og at nýta reinar orkukeldur.
Men eins víðskygdur forsætisráðharrin var um heimsins støðu og krøvini um altjóða ábyrgd – eins trongskygdur og avoldaður er hann, tá tað snýr seg um viðurskiftini við Føroyar og Grønland.
Her fingu vit somu remsuna um samstarvið í tí sonevnda “ríkisfelagsskapinum”. Her verður framvegis roynt at pakka Føroyar og Grønland inn mótvegis umheiminum og at fasthalda somu politisku støðu við einum donskum eindarríki, ið skal umboða og hjálpa tveimum hjálondum at umsita eitt sindur meira av sínum egnu viðurskiftum.
Svarið til hetta er sjálvsagt: Vit skulu í Føroyum greitt boða frá, at tíðin hjá hesi avoldaðu skipan er langt síðani farin. Vit fara í næsta valskeiðið at taka seinastu stigini og síðani at samstarva við Danmark og onnur lond á jøvnum føti – uttan tær vanligu bindingarnar og fyrivarnini.
Tey stóru virðini sum Fogh umrøður í heiminum: Fólkaræði, javnstøða, altjóða ábyrgd, óheftum búskapi og frælsi, skulu sjálvsagt eisini galda fyri Føroyar og Grønland. Og tað er hetta sum stríðið fyri einum sjálvstøðugum Føroyum snýr seg um.
Og tess skjótari danskir politikarar ásanna hetta, jú betri verður samstarvið og stuðulin millum londini og fólkini, tá vit um skamma stund taka endaligu ábyrgdina av okkara samfelag og trína út í heim.
Høgni Hoydal
