Vel Tjóðveldi, ábyrgdina og fullveldisleiðina

29 October 2011
Skrivað hevur
Høgni Hoydal

Skattauppskotið hjá Javnaðarflokkinum skal fíggjast av næstan bara einum samfelagsbólki, heldur enn at skatta spekulasjón og tippa hol í skattalógini.

Vit í Tjóðveldi lova ikki nakrar villar skattalættar. Men vit hava sagt, at skatturin á arbeiði má lækkast og tað skal fíggjast við at skatta spekulasjón.

Tann ábyrgdarleysi búskaparpolitikkur, sum er førdur seinastu árini, hevur leitt okkum út í ta støðu, vit eru komin í.

Einasti háttur at venda gongdini, er at velja at taka fulla ábyrgd av landinum og okkara búskapi.

Sambandsrákið er sera sterkt í løtuni. Tí heiti eg inniliga á øll tjóðskaparhugað fólk um at velja Tjóðveldi og fullveldisleiðina.

Høgni Hoydal