Hósdagin hevur tú møguleika at atkvøða fyri Tjóðveldinum. Tey sum taka av hesum, og atkvøða fyri Tjóðveldinum gera sítt til at tryggja, at tað arbeiði, sum Tjóðveldi higartil hevur gjørt á Fólkatingið, kann halda áfram.
Stórar og týðandi avgerðir vera tiknar fyri okkum føroyingar á Fólkatingið. Tí hava vit tørv á framhaldandi at hava eina tjóðskaparrødd á Fólkatingið. Okkara uttanríkispolitikkur, ella mangulin uppá sama, er via danska Fólkatingið, og so leingi vit eru í hesu støðu tørvar okkum tjóðveldisumboðan á Fólkatingið.
Tjóðveldi vil gera sítt til at tær avgerðir, sum vera tiknar eru føroyska fólkinum at frama, eins og vit vilja tryggja at avgerðirnar vera tiknar í eini fólkaræðisligari tilgongd, sum altíð tænir føroyingum best
Tjóðveldi hevur undanfarin á verið viðvirkandi til at varpa ljós á, og at arbeið fyri føroyskum áhugamálum. Norðuratnaltsbólkurin hevur megnað at virkað fyri áhugamálum hjá føroyingum. Við egnum samleika , greiðari talu, uppskotum, upplýsing, kanningum og átøkum.
Tjóðveldi selir ikki framanundan sína ávirkan til nakran danskan flokk ella stjórn. Vit hugsa ikki bert reyðan kontra bláan blokk, men vilja í øllum viðurskiftum vera reyð blá og hvít.
Eg eri ein av teimum, ið bjóðið meg fram á listanum hjá Tjóðveldinum.
